Lýsing

Sjá heldur egnar inntøkumøguleikar!


Nú má Edmund Joensen halda uppat at bidda og skelda fremmandar gevarar fyri ikki at geva okkum nóg mikið. Tað er so mannminkandi, at tað átti at fingið átalu!

Edmund Joensen eigur at vita, at vit fáa blokkstuðul, tí tað er gjald fyri vald; og at hesir pengar fara sum ein pulja í landskassan. Upphæddin er útroknað eftir einum lykli, har ein partur – umleið 290 milliónir er ætlaður til heilsuøkið.

At heilsuøkið ikki fær nóg høga játtan, er tí at samgongan við Sambandsflokkinum á odda ikki raðfestur økið. Tí Sambandsflokkurin, tá ið fíggjarlóg verður gjørd, ikki unnir heilsuverkinum, tað, sum er neyðugt. 
Tað er ikki tí, at Helle Thorning ikki vil.

Tað er samgongan í Føroyum við Sambandsflokkinum á odda, sum eigur evstu ábyrgd av, hvussu landsins útreiðslur verður raðfestar. Og hvussu landsins inntøkur verða fingnar til vega.

Ynskir Sambandsflokkurin, at vit skulu brúka meira pengar uppá heilsuøkið, so er at játta tað á landsins fíggjarlóg – ella á eini eykajáttan!

Tað er ikki í lagi, at landsins umboð bidda eftir pengum til eitt so grundleggandi økið, sum heilsuøkið er.

Og sum um tað at bidda pengar ikki var nóg mikið. Samstundis sum Helle fær toyggið, umboðar hann ein flokk, sum dagliga ignorerar fiskivinnu- og alivinnureformin, sum kundi givið okkum 100-tals milliónir, ignorerar inntøkurnar frá flogførunum, sum hvønn einasta minutti flúgva yvir landið okkara, ignorerar øktar inntøkumøguleikar við øktum útflutningsvirði, ignorerar øktar útreiðslur av at útflyta persónligar upplýsingar og harvið enntá degraderar serøkið Elektron osfr osfr.

Vit kundu fleirfalda upphæddirnar til heilsuøkið, um bara vit vendu eyguni frá pengunum hjá øðrum og settu kikaran móti egnum inntøkumøguleikum.

Góðan arbeiðshug!

Annita á Fríðriksmørk

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad