Lýsing

Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag

Mánadagin 11. mai hevur Norðoya Tjóðveldisfelag uppstillingarfund kl. 19.30 í Miðstovuni í Klaksvík.

Á fundinum verður ein stutt kunning um nýggju stevnumiðini hjá Tjóðveldi, sum er grundarlag fyri førda politikki floksins. Síðan fara vit til at velja valevni til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 29. oktober. Sambært lógum floksins skulu vit í Norðoyggjum stilla 3 til 5 valevni til val til Løgtingið.

Møtið fjølment á fundin, so vit verða sterkt mannað til komandi val, tí umráðandi er, at vit fáa eitt umboð valt.

Deil hesa grein umvegis
468 ad