Lýsing

Føroysk vinna og førleikar skulu leiða í tunnilsbygging

“Tað skal sjálvandi vera so, at føroysk ráðgeving, handverk og vinna skal leiða og brúkast í teimum stóru tunnilsbyggingunum. Vit mugu hava álit á, at vit brúka og menna føroyskar førleikar og loysnir í okkara egna landi og skapa virðisøking fyri samfelagið og framtíðina. Og hetta er júst møguleikin hjá okkum at tryggja, nú vit fingu eina almenna verkætlan.”

Tað sigur formaðurin í Tjóðveldi, nú tað bendir á, at at føroysk vinna, serfrøði og ráðgeving ikki fær møguleikar at standa fyri ella enntá at bjóða seg fram javnbjóðis í hesum størstu tunnilsætlanunum í Føroyum nakrantíð.

“Allir flokkar hava gjørt semju um hetta mál. Í samráðinginum um tunnilsætlanirnar var tað eitt krav frá fleiri flokkum, at føroysk vinna og førleikar skuldu standa fyri verkætlanunum. Men hóast semja ikki fekst um at seta hetta beinleiðis í lógina, so var semja millum allar flokkar um, at hetta skuldi tryggjast í sambandi við útbjóðing av verkætlanunum.

Í álitinum frá Rættarnevndini hjá løgtinginum um lógaruppskotið, varð hetta eisini staðfest, og nevndin vísti á, at eisini útbjóðingartilfarið skal vera á føroyskum máli.

Eg heiti tí staðiliga á landsstýrið um tryggja hetta – og um neyðugt at kalla floksformenninar og umboðini fyri flokkarnar saman, sum gjørdu semjuna, til tess at tryggja, at eisini hesin partur av semjuni verður hildin.”

 

Tjóðveldi, á altjóða arbeiðaradegnum 2015

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad