Lýsing

Fýra flokkar á tingi vilja varðveita “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”

Ein meiriluti í Løgtinginum – Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin  – hevur felt lógaruppskotið hjá Tjóðveldi og Framsókn um, at Føroyar skulu reka sjálvstøðugan uttanríkispolitikk.

Lógaruppskotið segði, at tann sonevnda uttanríkispolitiska heimildarlógin (Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne) skal setast úr gildi. Og ásetti, at føroyingar sjálvir taka fult ræði á øllum uttanríkis-, trygdar- og verjumálum.

 

Uppskotið varð lagt fram 21. oktober í fjør, men hóast tað hevur verið í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum í eitt hálvt ár, varð endin, at fýra flokkar valdu at fella uppskotið.

 

Álitið hjá uttanlandsnevndini var hetta:

Álit í løgtingsmáli nr. 24/2014: Uppskot til lóg um broyting í lóg um mál og málsøki føroyskra
myndugleika at yvirtaka (at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum)
Tjóðveldi og Framsókn hava lagt málið fram tann 21. oktober 2014, og eftir 1. viðgerð tann 18.november 2014 er tað beint Uttanlandsnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2. desember 2014 og 17. og 24. februar og 6. mars og 10. apríl 2015.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Jákup Mikkelsen, Bárður Nielsen, Helgi Abrahamsen, Bill Justinussen og Aksel V.Johannesen) vísir á, at ætlanir eru ikki um at yvirtaka hetta økið í hesum samgonguskeiðnum, og málið er tískil ikki búgvið til at samtykkjast.
Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.
Minnilutin (Høgni Hoydal og Poul Michelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum viðmerkingum:
Í øllum teimum málum, ið hava týdning fyri føroysku tjóðina í heiminum, er rætturin at reka egnan uttanríkispolitikk avgerandi. At gera avtalur við onnur lond, at taka lut í altjóða felagsskapum, at taka altjóða ábyrgd og at umboða okkum sjálvi, hevur týdning á øllum økjum – fyri vinnu, handil,
tilfeingi, útbúgving, mentan, almannamál, heilsumál, skatt, ítrótt, tænastur, orku, umhvørvi og fyri einstaklingar.
At vit ikki hava tikið okkum rættin at umboða okkum sjálvi, men hava latið okkum í eina spennitroyggju og latið eitt annað land, ið hevur heilt onnur áhugamál enn vit, seta treytirnar, er høvuðsforðingin fyri at røkka teimum málum, ið politiska skipanin í Føroyum annars sigur seg vilja
fremja.
Henda sannroynd er staðfest ferð eftir ferð – og tað hevur ógvusligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Bert tey feskastu dømini um, at Danmark boykottar Føroyar í silda- og makrelmálinum, og at Danmark rekur uttanríkispolitikk, sum gongur beint ímóti føroyskum áhugamálum, eru prógv
um hetta.
Vit skulu gera okkum greitt, at Danmark er partur av ES og kemur tí í allari framtíð at røkja síni uttanríkispolitiskt áhugamál út frá hesum veruleika.
Vit eiga eisini at gera okkum greitt, at Føroyar neyvan nakrantíð koma at verða partur av ES. Ei natúrlig avleiðing av hesum verður, at føroyingar sjálvir røkja síni uttanríkispolitisku mál í framtíðini – einki annað alternativ er.

At vit í á so mongum øðrum økjum ikki kunnu umboða okkum sjálvi undir egnum merki úti í heimi, merkja bæði vinna, ítróttafólk, mentanarfólk og einstaklingar sviðan av dagliga.
Hartil hevur løgmaður júst lagt fram eina uttanríkispolitiska frágreiðing til aðalorðaskiftis. Har verður m.a. staðfest, at bert føroyskir myndugleikar kunnu røkja føroysk áhugamál í heiminum. Og har verður staðfest, at uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005 er ein stór forðing fyri luttøku
Føroya í altjóða felagsskapum, sum hava týdning fyri tjóðina.
Við hesum uppskoti kann Løgtingið rætt og slætt staðfesta, at vit sjálvi røkja okkara uttanríkispolitikk. Og við hesum uppskoti verður uttanríkispolitiska hemildarlógin tikin av.
Tá ið uppskotið er samtykt, noyðist landsstýrið at samráðast við donsku stjórnina um, hvussu viðurskiftini verða skipað.
Minnilutin tekur tískil undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Uttanlandsnevndin, 22. apríl 2015
Jákup Mikkelsen Høgni Hoydal Bárður Nielsen
formaður næstformaður
Aksel V. Johannesen Helgi Abrahamsen Jenis av Rana
Poul Michelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad