Lýsing

Hvat hendir við NemID og Mínboks hjá peningastovnunum?

§52a-fyrispurningurHogni-Olavsoka

til

Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

um avtalu við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir, NemID, Mínboks o.a.

  1. Hvat er ítøkiliga hent síðani fráboðaðu avtaluna við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir í Føroyum frameftir og talgilda undirskrift, og hvussu verður avtalan útint í verki?
  2. Hvat er avtalan viðvíkjandi NemID, ið fólk enn verða beinleiðis biðin at tekna seg til á netbankanum – og hvussu nógv hava skrásett seg í NemID ávikavist fyri og eftir fráboðanina?
  3. Hví velja peningastovnarnir nú at vraka ta føroysku skipanina Mínboks til talgilt samskifti við føroyskar brúkarar?
  4. Hvussu samsvarar hendan avgerðin við fráboðanina um, at “Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.”
  5. Hvussu skapar avgerðin hjá peningastovnunum um framvegis at biðja fólk brúka NemID og at taka burtur møguleikan at brúka føroysku skipanina Mínboks “kappingarføri, vøkstur og framleidni” fyri føroyska samfelagið?
  6. Hvørjar avleiðingar fær hetta fyri P/F Elektron og fyri møguleikarnar at menna føroyskar KT-loysnir til talgilt samskifti hjá føroyskum brúkarum frameftir?
  7. Hvat ger landsstýrið ítøkiliga til tess at tryggja, at føroyskar KT-skipanir kunnu mennast í Føroyum, og at gjørligt verður at taka tær skipanir heimaftur, sum eru fluttar av landinum?
  8. Hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina, ið nevnd verður í fráboðanini, har lýsast skulu viðurskifti í sambandi við møguliga heimtøku av KT-skipanunum  – og hvør setur og velur fólk til kanningina?

Viðmerkingar

Eftir nógva almenna og politiska viðgerð og eitt fólksligt trýst, sendu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, landsstýrismaðurin í vinnumálum og formaðurin í Felagnum føroyskir peningastovnar hesa felags fráboðan út 25. mars 2015:

“Felags fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Felagnum Føroyskir Peningastovnar

Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av málinum um NemId og KT hjá føroysku peningastovninum. Hendan fráboðan skal síggjast í ljósinum av hesum.

Ein óheft kanning verður sett í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum.

Innritan til netbankan verður óbroytt. Tað merkir, at kravið um NemID verður slept, og brúkarar kunnu halda fram at brúka netbankan sum áður. Tey sum ynskja tað, kunnu sjálvboðin velja NemId ístaðin fyri verandi innritan. Tá ið Føroyar hava valt eina felags føroyska talgilda undirskrift í sambandi við arbeiðið hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar, verður hendan eisini brúkt av peningastovnunum. Ein føroysk talgild undirskrift væntast liðug um 2 ár.

Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar.  Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.”

Nú ein knappur mánaður er liðin síðani fráboðanin varð send út, verða føroyskir brúkarar framvegis bidnir um at skráseta seg í NemID skipanina, tá ið teir skulu rita inn í netbankan.

Og nú hava peningastovnarnir eisini boðað alment frá, at teir vilja ikki brúka ta føroysku skipanina Mínboks til at samskifta við sínar kundar um skjøl, kontuyvirlit, brøv o.a.

Hetta tykist at vera í beinleiðis andsøgn við fráboðanina frá landsstýrinum og peningastovnunum.

Tí verður spurt, hvat ítøkiliga innihaldið í fráboðaðu avtaluni er,og hvussu landsstýrið tryggjar sær, at avtalan verður útint í verki.

Eisini verður spurt, hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina um at fáa KT-skipanirnar tiknar heim aftur til Føroya, og hvussu tey verða vald.

Á løgtingi, 21. apríl 2015

 

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad