Lýsing

Og verða vit ríkari tá, Føroyar?

Hogni HoydalEg kenni tað soleiðis, at okkara land er í stjórnarloysi og kósloysi. Har bert hvør skal sæta sær, og tann sterkasti hava valdið. Har vit spjaðast sum fólk, og øll felags mál fyri tjóðina verða álað sundur.

Hetta eru ikki tær Føroyar, ið eg droymi um, at vit í felag kunnu byggja.

Hvønn dag royna vit at gera nakað ítøkiligt við tey einstøku málini, ið eru avleiðingin av hesi gongd.

Men tíðin er nú at seta teir stóru spurningarnar um, hvørjar Føroyar vit ynskja.

 

Frælst fólk í frælsum landi

Eg havi altíð verið brennandi tjóðveldismaður. Og tað er tí, at eg eri errin av at vera partur av tí rørslu og tí flokki, sum hevur hesa hugsjón sum fremsta mál í síni stevnu:

“Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. (…) Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.”

Tað snýr seg altso um, at vit skulu verða javnsett sum tjóð millum aðrar í heiminum. Og at tað er amboðið og grundarlagið til at byggja einar Føroyar, har alt fólkið í landinum verða javnsett og hava somu rættindi og møguleikar. Hetta er treytað hvørt av øðrum.

Frælst fólk í frælsum landi – tað er málið og visjónin. Og tað er hendan hugsjónin, sum hevur flutt okkum fram á øllum økjum, og sum hevur betrað livikorini hjá øllum fólkinum.

 

Hvat krevst?

Skulu vit røkka okkara dreymum og málum, so krevst, at vit sjálv taka avgerðirnar og at vit sjálv standa til svars fyri teimum. Tað krevst, at vit sjálv byggja tann karm og ta grund, har vit hava fult fólkaræði og myndugleika hjá fólkinum her í landinum.

Tað krevst, at tað er heilt og fult okkara ábyrgd her í landinum at tryggja sosialt rættvísi og livikor til tey, sum tørva. At vit ongantíð góðtaka, at vit bert sæta okkum sjálvum, meðan onnur liva í fátækradømi – og siga, at pengar úr einum øðrum landi tryggja tað sosiala, meðan vit lata okkara egna ovurhonds ríkidømi enda á fáum hondum og fara av landinum.

Tað krevst at vit tora at gera nakað við tað blóðskeiva, at bankastjórar og politikarar fáa upp í 7000 krónur í skattalætta um mánaðin, meðan tann staka mamman, sum arbeiðir í Bónus, fær onki, men skal gjalda 10-12% eyka í skatti av síni egnu pensjón fyri at fíggja lættan hjá hinum.

Tað krevst, at vit frítt kunnu gera avtalur við onnur lond og felagsskapir. Tað krevst, at vit frítt kunnu menna okkara mál og samleika og kunnu taka lut undir egnum flaggi á heimsins pallum. Tað krevst, at vit kunnu gera og finna okkara egnu loysnir, ið hóska og rigga til hetta okkara egna samfelag.

 

Heimsins skeiva gongd

Vit liva í einum heimi, har tey stóru málini, hugsjónirnar, livikorini hjá fólki og avgerðirnar um framtíðina, sjáldan hava staðið so greið fyri okkum at gera nakað við.

Sonevnda fíggjarkreppan  í heiminum varð grundað á eina ógvusliga eyðræning av fólki, náttúrutilfeingi og samfeløgum. Har altjóða fyritøkur og andlitsleysir grunnar kravdu ognarrætt og ræðisrætt til náttúrutilfeingið í øllum londum – ofta gjøgnum strámenn. Og at virðir, ið onnur høvdu skapt, vórðu flutt millum spekulantar í einum villum dansi. Kreppan bygdi á tað, at fremja ógvusligir umfordeilingar til tann ríkasta partin av fólkinum, økt gjøld til fjøldina og at taka sundur felags loysnir, fakfeløg og felagsskapir.

Gongdin síðani fíggjarkreppuna, hevur tíverri bygt á at brúka júst somu amboð, sum elvdu til kreppuna. Ógvusligar sparingar í felags vælferðartænastum hjá fólki og privatiseringar av felags ogn, meðan óteljandi milliardir av skattgjaldarans peningi eru sprænd í bankar og fíggjarstovnar. Júst sum gongdin var í Føroyum í 90’unum.

Og eftir fíggjarkreppuna er gongdin hildin fram enn grefligari. Ríkidømið í heiminum verður við ferð savnað á alt færri hondum. Í dag eiga 80 einstøk fólk í heiminum  meira ríkidømi enn helvtin av øllum fólki í heiminum.  Og eitt prosent av heimsins fólki eigur í dag meira ognir og inntøku, enn 90% av heimsins fólki eiga tilsamans.


Í millum tey sum búgva her í Føroyum…

At vit eisini í Føroyum endurtaka somu skipanir og politikk, er sjón fyri søgn. Nógv av tí politikki, ið hevur verið førdur seinastu árini, byggir á somu hugsanir um, at um nøkur fá sleppa framat virðunum og hava fyrimunirnar, so skal okkurt eisini dryppa niður til restina av fjøldini.

Í Føroyum veksur stættarmunurin ógvusliga við tí førda politikkinum. Og lata vit líkasæluna ráða, hava vit skjótt eitt samfelag, har nøkur fá prosent eiga meira, enn øll restin tilsamans. Altjóða fyritøkur leggja seg í alt størri mun á okkara tilfeingi, og virðini verða send av landinum.

Hóast vit hava methøgar inntøkur við tilfeingi og framúr fortreytir fyri búskaparvøkstri, so kunnu vit staðfesta, at lønarparturin av búskaparvøkstrinum minkar í mun til kapital- og ognarpartin. Minni kemur í umfar í samfelagnum, og meiri savnast á fáum hondum.

Eru tað hesar Føroyar, ið vit ynskja?

Vit kunnu spyrja við Frændum og Steintóri Rasmussen: “Og verða vit ríkari tá, Føroyar?”

Og vit kunnu svara við teimum: “Eg vildi at mítt ríkidømið so væl varð býtt, – í millum tey, sum búgva her í Føroyum…”

 

Tað ber væl til

Vit vilja einar sjálvstøðugar Føroyar, har tess fleiri fólk kunnu skapa, virka og liva við somu møguleikum og skyldum, tess ríkari og fjølbroyttari verða samfelagið og búskapurin. Tað er prógvað allastaðni í heiminum. Búskapur og búskaparvøkstur, sum byggja á stættarmun, ovurnýtslu, ovurtroyting av tilfeingi, fíggjarliga spekulasjón, veitingar uttanífrá og á, at virðini verða savnað á fáum hondum, skapar bert ójavna, afturvendandi kreppur og ger øll fátækari.

Vit eiga øll eitt tilfeingi á sjógvi og landi, ið ger okkum til helst heimsins ríkasta land. Og vit hava eitt samfelag, har tað ber til at skoða ígjøgnum og síggja avleiðingarnar av okkara gerðum.

Vit kunnu gerast ein fræls tjóð, ið liggur sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi, og har fólk hava sama frælsi at virka og liva.

Vit kunnu við okkara ófatiligu møguleikum skapa ríkiligt til øll – og vit kunnu standa fult á egnum beinum og taka okkara lut í heiminum.

Tað krevur bert, at vit ikki gerast áskoðarar og lata líkasæluna fáa fastatøkur á okkum.

Tað krevur, at vit standa fram og velja tær visjónir og hugsjónir, ið byggja tær Føroyar, ið vit ynskja skulu vera okkara og arvur hjá okkara børnum og eftirkomarum.

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad