Lýsing

Gunvør spyr um útbúgving í sjúkrarøktarfrøði

Á tingfundinum í morgin, setur Gunvør Balle munnligan fyrispurning til Karsten Hansen um praktikkpláss á heilsuøkinum til sjúkrarøktarfrøðilesandi, og ein spurning til Bjørn Kalsø um upptøku til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði

 

Munnligur fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um upptøku til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði:

1. Hvussu nógvar lesandi tekur Setrið upp til sjúkrarøktarfrøði á hvøjum ári?
2. Hvussu nógvir umsøkjarar fáa avslag, hóast tey eru skikkað?
3. Hvat er orsøkin til at fleiri skikkaðir umsøkjarar ikki sleppa inn?
4. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at tryggja at tey, ið ynskja og eru skikkað at lesa sjúkrarøktarfrøði, sleppa inn?
Viðmerkingar:
Heildarætlanin um fólkavøkstur vísir á, at ein hornasteinur í arbeiðinum at skapa fólkavøkstur er at styrkja verandi útbúgvingar og vaksa um útbúgvingartilboðini. Eisini verður sagt, at tað hevur týdning at taka støði í teimum útbúgvingum, vit hava tørv á. Samfelagið hevur eitt kvinnuundirskot og serliga vantar okkum kvinnur undir 40 ár. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv fleiri kvinnur enn menn starvast í heilsuverkinum og ynskja at nema sær útbúgving innan hetta øki.

Í 2009 staðfesti Nærverkið, at tørvur fór at vera á fleiri hundrað nýggjum heilsustarvsfólkum komandi árini. Hóast tørvurin er stórur og nógv ynskja at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, so merkja sparingar innan heilsuøkið, at avmarkað orka er til at taka sjúkrarøktarlesandi inn í praktikk. Og sum skilst er hetta høvuðsorsøkin til at Setrið ikki tekur fleiri lesandi inn.

Tí er spurningurin um landsstýrismennirnir í heilsumálum og mentamálum eru farnir undir eitt miðvist arbeiði at loysa henda knútin, so fleiri, ið ynskja tað og eru skikkaði, kunnu sleppa inn at lesa sjúkrarøktarfrøði.

14. apríl 2015
Gunvør Balle
Tjóðveldi

Munnligur fyrispurningur settur Karsten Hansen um praktikkpláss á heilsuøkinum til sjúkrarøktarfrøðilesandi:

1. Hvussu nógvar sjúkrarøktarfrøði lesandi tekur heilsuverkið inn í praktikk á hvøjum ári?
2. Hvussu virkar skipanin við praktikkplássum (tvs hvørjir stovnar taka ímóti praktikantum, hvussu er við vegleiðarum o. ø) til sjúkrarøktarfrøði lesandi?
3. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at tryggja, at fleiri sjúkrarøktarfrøðilesandi sleppa í praktikk í heilsuverkinum og harvið tryggjar fleiri,sum ynskja tað, hesa útbúgving?

Viðmerkingar:
Heildarætlanin um fólkavøkstur vísir á, at ein hornasteinur í arbeiðinum at skapa fólkavøkstur er at styrkja verandi útbúgvingar og vaksa um útbúgvingartilboðini. Eisini verður sagt, at tað hevur týdning at taka støði í teimum útbúgvingum, vit hava tørv á. Samfelagið hevur eitt kvinnuundirskot og serliga vantar okkum kvinnur undir 40 ár. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv fleiri kvinnur enn menn starvast í heilsuverkinum og ynskja at nema sær útbúgving innan hetta øki.

Í 2009 staðfesti Nærverkið, at tørvur fór at vera á fleiri hundrað nýggjum heilsustarvsfólkum komandi árini. Hóast tørvurin er stórur og nógv ynskja at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, so merkja sparingar innan heilsuøkið, at avmarkað orka er til at taka sjúkrarøktarlesandi inn í praktikk. Og sum skilst er hetta høvuðsorsøkin til at Setrið ikki tekur fleiri lesandi inn.

Tí er spurningurin um landsstýrismennirnir í heilsumálum og mentamálum eru farnir undir eitt miðvist arbeiði at loysa henda knútin, so fleiri, ið ynskja tað og eru skikkaði, kunnu sleppa inn at lesa sjúkrarøktarfrøði.
14. apríl 2015
Gunvør Balle
Tjóðveldi

 

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad