Lýsing

Páll spyr um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum

Páll á Reynatúgvu hevur sett ein Grein 52a fyrispurning til Landsstýrismannin í samferðslumálum viðvíkjandi vikuskiftisferðaætlanini hjá Teistanum, nú summarið stundar til

Grein 52a fyrispurningur til Landsstýrismanni í samferðslumálum viðvíkjandi vikuskiftisferðaætlanini hjá Teistanum, nú summarið stundar til.
Samgongan gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani av, at broyta ferðaætlanina hjá Teistanum. Úrslitið gjørdist ein bati fyri tey ferðandi í Sandoynni (og Hestoy) mitt í viku, samstundis sum ferðaætlanin versnaði munandi leygardag og sunnudag.
Serliga er tað tað nógva frítíðarvirksemið, ítróttar og mentunarlívið, sum hevur fingið stóra ampan av broytingunum í ferðaætlanini. Ongan túr at sigla suðurgangandi millum klokkan 11.15 og klokkan 15.45, og norðurgangandi millum 9.30 og 14.15 er ógvuliga darvandi, tí vikuskiftini, serliga summarhálvárið, eru háárstíð fyri ítrótt og ferðavinnuvirksemi. M.a. eru nógvir húsvagnar við Teistanum hesar dagar, og nøgdin av møguligum ferðafólki avmarkast nógv, av tí at túratalið er so lítið. Eisini gerst bíðitíðin í Skopun og á Gomlu Rætt ótolandi í mun til dagsins tørv. Nøgdsemi hjá okkara ferðandi verður hareftir, havandi í huga hvussu leikandi lætt tað er at flyta seg millum búsetingar í meginøkinum.
Undirritaði ávarar ímóti at seta setanarviðurskiftini hjá manningini á Teistanum, upp ímóti greiða ynskinum hjá Sandoyingum (og Hestfólki) at fáa eina rímiliga og vælvirkandi farleið um Skopunarfjørð. Tað er somuleiðis týdningarmikið at atlitini til eina nøktandi, og møguliga nýhugsaða Hestleið, verða tikin við í metingina.
Nú ferðaætlanin hevur staðið sína roynd eina tíð, er rætt at eftirmeta støðuna.
1. Ætlar landsstýrismaðurin at betra um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum aftur, og nær?
2. Er tað rímiligt at Teistin leggur stilt, stóran part av miðjum degi, leygardag og sunnudag?
3. Ber tað til at loysa spurningin um hvílitíð á annan hátt, enn at leggja Teistan mitt á degi, og hvussu?
4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsa at loysa (megin) siglingina út í Hest á annan hátt, og hvørjir møguleikar eru til tess?
Virðingamest
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad