Lýsing

Tjóðveldi vil menna sjúkrahúsverkið

Tí hava Bjørt Samuelsen og Sirið stenberg vegna Tjóðveldi lagt fram uppskot um visjón og mennigarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Føroyar hava eitt gott sjúkrahúsverk við sera nógvum eldhugaðum og fakliga væl skikkaðum starvsfólki. Men stórar avbjóðingar eru fyri framman, og heilsuverkið tykist vera á einum vegamóti, har tað skjótt kann ganga álvarsliga niður á bakka, verða ikki stór og miðvís tøk tikin. Neyðugt er at hava visjonerar ætlanir fyri at tryggja eitt framtíðar heilsuverk, sum á allan hátt kann nøkta tann tørv, borgararnir hava á einum tryggum, nýmótans og fult skikkaðum sjúkrahúsverki.

Tí hevur Tjóðveldi lagt fram uppskot um visjón og mennigarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Uppskotssetararnir vilja hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið frágreiðing við greiðari visjón fyri sjúkrahúsverkið, sum fevnir um eina heildarmenningarætlan fyri alt sjúkrahúsverkið. Undir hesum greið mál fyri:

-Viðgerðarstøði
-Menning av viðgerðartilboðum
-Atgongd hjá sjúklingum til bestu viðgerðartilboð heima og uttanlands
-Nøktandi tilgongd av serlæknum og øðrum heilsustarvsfólki
-Áhaldandi menning av fakligum førleikum
-Samskipan av tænastum
-Áseting av, hvørjar tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.

Umframt hetta skal ætlanin fevna um eina nágreiniliga meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, so leggjast kann ein fíggjarkarmur, ið gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess.

Tað eru umboð floksin í Trivnaðarnevndini, sum vegna flokkin hava lagt uppskotið fram.

Uppskotið kann takast niður á logting.fo

Vinaliga

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg
tingkvinnur fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad