Lýsing

20. mars almennan frídag

Gunvør Balle og Sirið Stenberg hava sett ein Grein 52a spurning til Bjørn Kalsø um at lýsa 20. Mars sum almennan frídag hjá fólka- og miðnámsskúlum landsins.

Fyrispurningur um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag hjá fólka- og miðnámsskúlum landsins, settur Bjørn kalsø, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Heldur landsstýrismaðurin ikki, tað vera rætt at broyta avgerðina um, at fólkaskúlarnir skulu hava undirvísingarskyldu fríggjadagin 20.mars 2015?

Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur boðað alment frá, at hann ætlar ikki at lýsa fríggjadagin 20. mars 2015, tá sólarmyrkingin verður í Føroyum, sum almennan frídag í fólkaskskúlum landsins.

Spurningurin er, um landsstýrismaðurin ikki eigur at endurskoða hesa avgerð.

Sólarmyrking er ein so serstøk hending, sum eingin okkara, sum nú eru á lívi, fara at uppliva aftur í Føroyum. Um 8.000 ferðafólk koma til landið fyri at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdið, og tá tykist tað heilt burturvið, at hesin dagur ikki er lýstur sum almennur frídagur fyri føroyskar skúlanæmingar. Talan kundi eisini verið um at loyva skúlunum at halda frí fyrrapartin hendan dagin. Foreldur og børn ynskja at vera saman, tá sólarmyrkingin verður, tí tað snýr seg um eitt minni fyri lívið.

Í løtuni bendir alt á, at hvør einstøk kommuna, skúli og familja ætla at gera sínar egnu reglur fyri dagin. Summi foreldur fara als ikki at senda børn síni í skúla. Summir skúlar gera nógv burturúr og skipa fyri felags tiltøkum, og aðrir ætla at undirvísa sum vanligt, tí námsætlanin skal jú haldast. Nógvir skúlar og lærarar kenna seg ótryggar við at hava ábyrgd av, at børnini eru í verndarbrillum, og at tey sum heild fáa eina so minniliga og serstaka uppliving sum møguligt.

Á Løgtingi, 9. mars 2015

Sirið Stenberg Gunvør Balle

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad