Lýsing

Gunvør spyr um foreldramyndugleika

Gunvør Balle fer á tingfundinum í morgin,at seta Karsten Hansen fyrispurning viðvíkjandi lóg um foreldramyndugleika

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann viðvíkjandi lóg um foreldramyndugleika

1. Hvat heldur landsstýrismaðurin fyrimunirnar og vansarnar vera við:

a. at lata verandi lóg um foreldramyndugleika framhaldandi vera í gildi?

b. at seta donsku “forældreansvarsloven” í gildi fyri Føroyar?

c. at yvirtaka málsøkið familju- og arvarætt, so vit kunnu smíða okkara egnu lógir á økinum?

2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tað altíð er trygdin og trivnaðurin hjá barninum, sum er í hásæti og ikki rætturin hjá foreldrunum til eins nógva samveru, tá avgerð skal takast um foreldrarætt og -samveru við hjúnaskilna?

Viðmerkingar:
Nú landsstýrið hevur í umbúna at broyta lóg um foreldramyndugleika, hevur sjóneykan seinastu tíðina verið sett á ymisk viðurskifti í hesum sambandi, m.a. um at tryggja barninum eins góða samveru við bæði foreldrini eftir hjúnaskilnað. Og tryggja samverurætt hjá tí av foreldrunum, ið ikki hevur foreldrarættin (oftast pápin) við børnini eftir hjúnaskilnað. Ein nýggjur vinkul vísir á, at rætturin hjá børnum til tryggan uppvøkstur skal ganga fram um rættin til eins nógva samveru við bæði foreldrini. Tá ið talan er um, at annað av foreldrunum ikki er skikkað at hava samveru við børnini – t.d. orsakað av sálarligum órógvi, harðskapi, rúsevnismisnýtslu ella øðrum – kann tað vera beinleiðis skaðiligt fyri barnið, at eitt óskikkað av foreldrunum hevur ótarnaða atgongd til samveru við børn síni.

Víst hevur verið á, at Føroyar verða brúktar sum friðskjól hjá hesum (oftast) mammum og børnum, ið verða noydd at flýggja undan hóttandi og skaðiligum pápum, tí sambært nýggju donsku foreldraábyrgdarlógini hava bæði foreldrini eins stóran rætt til samveru við barnið.
Myndugleikarnir hyggja tí fyrst og fremst eftir, at barnið hevur eins nógva samveru við bæði foreldrini, meðan umstøðurnar hjá foreldrunum, teirra evnir at samstarva um børnini og teirra førleiki at geva barninum góða og trygga uppaling kemur í aðru røð.

Um danska forældreansvarslógin verður sett í gildi fyri Føroyar, skal andin í lógini haldast, og bert smávegis praktiskar tillagingar kunnu gerast. Tey eru mong, ið mæla staðiliga frá, at sam-tykkja verandi donsku lóg í Føroyum. Um galdandi lóg um foreldramyndugleika heldur ikki er mett at vera nøktandi, kann einasta gongda leið vísa seg at vera at yvirtaka økið og smíða okkara egnu lógir á familju- og arvarættarøkinum.

Tá ið ósemjur eru millum foreldrini eftir hjúnaskilnað, og myndugleikarnir eru blandaðir uppí, er tað av størsta týdningi, at myndugleikarnir seta barnið og tess trivnað í miðdepilin. Mong eru dømini um foreldur, ið liggja í innanhýsis beiskum valdsstríði um børnini. Og tann einasti tryggi taparin er barnið. Í slíkum førum skal lógin vera greitt orðað, so trivnaðurin hjá barninum er í fokus, og myndugleikin skal hava neyðuga játtan og fakligan førleika at útinna hetta í verki.

Á Løgtingi, 10. februar 2015

Gunvør Balle

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad