Lýsing

Gunvør spyr um miðnámsskúlaøkið

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um miðnámsskúlaøkið (1), settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Ætlar landsstýrismaðurin at orða eina lóg um skúladeplar, sum skal taka hædd fyri framtíðar bygnaði og staðseting av miðnámsskúladeplum kring landið?

2. Hvørji atlit ætlar landsstýrismaðurin at taka, tá avgerð verður tikin um at skipa deplar, og ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum frá 2007 um tríggjar deplar?

3. Hvønn leiðslubygnað ætlar landsstýrismaðurin, at nýggi Marknagilsdepilin skal hava?

4. Nær ætlar landsstýrismaðurin at søkja eftir depilsstjóra til Marknagilsdepilin?

5. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa miðnámsskúlarnar á Kambsdali og í Klaksvík í ein ella fleiri deplar, og verða hesir skipaðir sum sjálvsognarstovnar ella almennir stovnar?

6. Hvat ætlar landsstýrismaðurin við HF-skeiðnum í Klaksvík, sum í dag er partur av Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði?

Viðmerkingar:
Stórar ný- og umbyggingar eru í gongd á miðnámsskúlunum kring landið. Miðnáms¬skúlaskipanin er kollvelt, men enn er eingin verulig bygnaðarbroyting farin fram, so hetta kann gagnnýtast til fulnar. Tí er umráðandi at Løgtingið fær kunning frá lands¬stýrismanninum um, hvørjar ætlanirnar eru.

Sp. 1-2
Miðnámsskúlaskipanin er nógv broytt farnu árini. Lóggávan er nýggj, nýbyggingar eru framdar í Suðuroy og í Vestmanna, og ný- og umbyggingar fara fram í løtuni bæði í Tórshavn, á Kambsdali og í Klaksvík. Enn er bygnaðurin tó hin sami. Partur av ætlanini við nýggju lóggávuni og nýbygginginum er ein reformur av stovnabygnað¬inum innan miðnámsskúlaøkið. Hetta er ein fortreyt fyri at fáa skipanina at virka til fulnar og eftir ætlan. Tað er neyðugt, at Løgtingið og almenningurin fær kunning um ætlanir landsstýrismansins á hesum øki.

Í álitinum um gymnasialar útbúgvingar frá 2007, sum er grundarlagið undir teimum broytingum, sum higartil eru framdar, verður mælt til tríggjar deplar. Ein fyri mið¬staðarøkið, ein fyri norður/eysturøkið og ein fyri Suðuroynna. Umráðandi er, at hesin spurningur eisini verður avgreiddur, so leiðslur og starvsfólk vita, hvussu framtíðin sær út og fáa lagt langtíðar ætlanir.

Sp. 3-4
Seinasta summar fekk landsstýrismaðurin eitt rúgvusmikið álit um bygnaðin á Marknagilsdeplinum. Í álitinum eru tvey tilmæli viðvíkjandi leiðslubygnaði. Annað mælir til at seta eitt stýri ímillum landsstýrismannin og depilsstjóran, og hitt mælir til at seta eina ráðgevandi nevnd til depilsstjóran, sum vísir beinleiðis til landsstýris¬mannin. Áhugavert er at fáa at vita, hvat av hesum tilmælum landsstýrismaðurin ætlar at velja, og nær søkt verður eftir depilsstjóra.

Sp. 5-6
Miðnámsskúlaverkið er ein samlað samanhangandi eind, og umráðandi er at bygnað¬urin í ymisku økjunum verður eftir sama leisti. Tí er umframt bygnaðin á Marknagils¬deplinum eisini umráðandi at fáa kunnleika um ætlanir landsstýrismansins fyri restina av landinum. Í norður-eysturøkinum eru í dag tríggir miðnámsskúlar við ymsum stað¬setingum, ymsum leiðslum og ymsum stovnsformum.

Um- og nýbyggingar eru og fara fram á Tekniska skúla í Klaksvík og á Studenta¬skúlanum og Handilsskúlanum á Kambsdali. Hesar eru neyðugar fyri at fáa nýggju miðnámsskúlaskipanina at rigga eftir ætlan. Skal hetta gagnnýtast til fulnar, er tó neyðugt at skipa bygnaðin á hesum stovnum av nýggjum. Umráðandi er tí at fáa upplýst, hvat landsstýrismaðurin ætlar. Um ætlanin er at gera ein ella tveir deplar, og um hesir allir skulu gerast sjálvsognarstovnar ella almennir stovnar, ella um man framhaldandi fer at gera mun á stovnsformunum innan miðnámsskúlaøkið.

Umráðandi er at fáa greiðu á, hvat landsstýrismaðurin ætlar við Klaksvíkar HF-skeiði, sum í dag er partur av Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði. Somuleiðis er umráð¬andi at fáa at vita, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa miðnámsskúlarnar í Vest¬manna og Suðuroy.

Hóast lagt er upp til okkurt slag av samanlegging, er enn eingin politisk útmelding komin um, hvussu hesir skúlar skulu virka í framtíðini, og tað ger arbeiðið hjá skúla¬leiðslunum at leggja framtíðarætlanir fyri miðnámsskúlaskap í Føroyum trupult.

Á Løgtingi, 23. januar 2015

Gunvør Balle

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad