Lýsing

Frælst fólk í frælsum landi

Tjóðveldi hevur sína upprunaligu stevnu, sum ikki verður broytt. Meðan stevnumiðini eru ítøkiligi politikkurin fyri, hvussu tjóðveldisstevnan skal útinnast í dagsins samfelag.

Í arbeiðinum hevur flokkurin tikið neyvt støðið í upprunastevnuni og havt sum mál at leita aftur til røturnar. Og burtur úr tí eru nýggir kvistar sprotnir, sum byggja á røturnar og grasrøturnar í tjóðveldisrørsluni.

Talan er um tey mest umfatandi stevnumiðini hjá Tjóðveldi nakrantíð. Politikkur og visjónir eru orðað fyri alt frá fullveldispolitikki til búskaparpolitikk, vinnupolitikk, sosial-, heilsu-og vælferðarpolitikki, útbúgving, mentan og list, orku- og umhvørvi, økismenning og útoyggjar, uttanríksipolitikk, eldrapolitikk, ungdómspolitikk, javnstøðupolitikk, ítróttarpolitikk og so framvegis.

Sostatt ber til hjá øllum at kunna seg við hugsjón, sjónarmið og ætlanir floksins á øllum samfelagsøkjum.

Les stevnumiðini her!

Deil hesa grein umvegis
468 ad