Lýsing

Vit skulu umboða okkum sjálv

Tað kann tykjast løgið, at tað framvegis í 2014 er eitt annað land og myndugleikar í einum øðrum landi, sum vit ikki sjálv hava valt, ið skulu gera av, hvat vit kunnu gera og hvat vit skulu halda sum land og fólk úti í heiminum

Hetta hevur føroyska fólkið ongantíð samtykt.

Hví skulu føroyingar ikki sjálvir taka alla ábyrgd av okkara uttanríkispolitikki?

Og hví skulu vit ikki sjálv umboða Føroyar í øllum altjóða samstarvi og altjóða felagsskapum?

Nú fáa øll tey 33 tingfólkini møguleikan at gera nakað við tað. Týsdagin 18. November 2014 skal tingið viðgera lógaruppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at føroyingar sjálvir taka alla ábyrgd av uttanríkismálum.

Uppskotið og viðmerkingarnar kunnu lesast her:

http://www.logting.fo/files/casestate/uttanrikismalum.pdf

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad