Lýsing

Varskógvaraskipan fyri starvsfólk løgd fram á Løgtingi

Í dag hevur Kristina Háfoss, løgtingskvinna, vegna Tjóðveldi lagt fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um, at fáa setta í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, sum eru í almennum starvi hjá landi og kommunum

Hví?

Land og kommunur røkja týðandi og grundleggjandi uppgávur vegna alt Føroya fólk. Tað er av sera stórum týdningi, at starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum kunnu kenna seg trygg við at fráboða møguligt óreglusemi innan tað almenna.

Seinastu árini eru fleiri dømi um starvsfólk, ið hava valt at rópa varskó og gera vart við óreglusemi á arbeiðsplássi teirra ella innan økið, tey starvast innan. Millum seinastu dømini eru, starvsfólk innan eldrarøkt og innan samferðsluøkið. Søgan vísir tíverri, at persónligu avleiðingarnar kunnu gerast ógvusligar, um starvsfólk velur at varskógva alment um óreglusemi ella viðurskifti, ið ikki eru samsvarandi lóggávu.

Hetta ger, at nógv starvsfólk vilja velja frá, at varskógva um óreglusemi í framtíðini. Hetta um stig ikki verða tikin til, at skipa eina veruliga varskógvaraskipan, ið bæði tryggjar at óreglusemi verður fráboðað, og verjir tann, ið fráboðar óreglusemið.

Hvat?

Ein varskógvaraskipan vil geva starvsfólkum møguleika at gera vart við óreglusemi ella lógarbrot umvegis dulnevnda fráboðan. Eisini skulu rættindini hjá tí, ið varskógvar, tryggjast í lóg.

Hvussu ?

Land og kommunur eiga saman at nágreina, hvussu ein varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum størvum skal skipast í Føroyum. Áðrenn farið verður undir varskógvaraskipan skulu greiðar skrivligar reglur gerast – eitt nú um:

  • Hvør kann fráboða
  • Hvat kann fráboðast um
  • Hvar kann fráboðast – eitt nú umvegis bræv og/ella krypteraða heimasíðu
  • Hvør er mannagongdin, tá fráboðað verður
  • Hvør móttekur fráboðanina
  • Hvussu verður ein fráboðan viðgjørd
  • Hvørji rættindi hevur tann, ið fráboðar
  • Hvussu verða fráboðanir goymdar á tryggum staði

Um farið verður miðvíst til verka beinanvegin, kann ein vælskipað og mennandi varskógvaraskipan, fyri starvsfólk hjá landi og kommunum, setast í verk í 2015.

Uppskotið til samtyktar um varskógvaraskipan fyri starvsfólkum hjá landi og kommunum kann lesast her:

Á Løgtingi, 6. november 2014

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad