Lýsing

Borgarstjórin steðgar útbyggingini av fjarhitanum

Tað eru tekin í sól og mána um at afturhaldskreftirnar í býráðnum tíverri eru við at fáa fastatøkur og at byggja land í høvuðsstaðarkommununi eru við at kámast.
 
Á síðsta býráðsfundi legði borgarstjórin fram eina umraðfesting av íløguætlanini fyri 2014. Íløgan á góðar 5 mió. kr. til at dagføra Sundsvegin, harvið m.a. fyrireikingarnar til at fáa fjarhitan oman til hallirnar í Gundadali og víðari út um býin, eru fluttar til ítróttin. Ja, við einum pennastroki hevur borgarstjórin strikað hesa framskygdu ætlan. 
 
Undir umrøðuni á býráðsfundinum umtalaði borgarstjórin Fjarhitafelagið sum ein 3. persón, og sum ein mótstøðupart, hóast at tað eru Tórshavnar kommuna og Sev, sum eiga Fjarhitafelagið. Og Tórshavnar kommuna eigur jú saman við hinum kommununum Sev; v.ø.o. er Tórshavnar kommuna stórsti eigari av Fjarhitafelagnum. 
 
Á býráðsfundinum førdi borgarstjórin fram at “man meinti” og “vit meta”, at Sundsvegur kann bíða, og at tað er einki er til hindurs fyri, at Fjarhitafelagið kann fara í gongd við at leggja fjarhitarør í verandi Sundsveg o.s.fr. Á býráðsfundinum spurdi eg fleiri ferðir borgarstjóran hvør “man” og hvør “vit” vóru, men hetta fekk eg sjálvandi ongantíð svar uppá. Seinni havi eg fingið staðfest, at tað hvørki er Fjarhitafelagið ella tekniska umsitingin hjá býráðnum, sum eru komin við hesum tilmæli, sum borgarstjórin vísti til.
 
Tekniska nevnd hevur fyri langari tíð síðani avgjørt at Sundsvegurin skal dagførast fyri at kunna taka ímóti tí alsamt vaksandi ferðsluni til høvuðsstaðin og samstundis skulu fyrireikingarnar gerast til at leggja fjarhitarør í vegin. Sostatt er ætlanin at gera alt um somu leið, at dagføra vegin og at fáa fjarhitan oman í býin.
Tey, ið dagliga ferðast eftir Sundsvegnum vita, hvussu ónøktandi ferðsluviðurskiftini longu eru, og tí er neyðugt at gera nakað longu nú, áðrenn økta ferðslan frá innkomuvegnum fer at gera viðurskiftini á Sundsvegnum heilt ómøgulig.  
Stórar byggiverkætlanir eru í býnum, kommunalar, lands og privatar, og sum eru áhugaði í at verða knýttar í fjarhitan.
Kann nevna bygningar og arbeiðspláss sum Musikkskúlin, Fótbóltssamband Føroya, BankNordik, Svimjihylurin, Miðnámsskúlin, Landssjúrahúsið v.fl.
 
Mikukvøldið verður aftur býráðsfundur, har ætlaða umraðfestingin av íløgunum skal staðfestast. Mín vón er, at býráðið sær álvarsemið í hesum máli og tekur borgarstjóran av ræði; júst sum gjørt varð, tá ið avgjørt varð at leggja sjóvarhita á Borðanesheiminum á sinni. Tí var tað borgarstjórin sum einsamallur ráddi fyri durum tá, var eingin sjóvarhiti yviri við Strond í dag.
 
Málið snýr seg um at byggja land, at gagnnýta okkara egna tilfeingi, og at gera hettar burðardygt. 
 
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi
 

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad