Lýsing

Ósmædna Helena!

 
Býráðið hevur í áratíggju bíða eftir lógarheimildini frá løgtinginum til at fara undir leigu- og lutaíbúðabygging. Og Helena Dam á Neystabø umsat sjálv Húsalánsgrunnin frá 1998 til 2001. Hon noktaði tá Húsalánsgrunninum at virka í kapping við bankarnar á húsamarknaðinum. Í 2009 átti Javnaðarflokkurin fíggjarmálaráðharran, ið tók allar heimildir frá Húsalánsgrunninum, so hann bert fekk heimild at veita orkulán, og um somu tíð sat Helena Dam á Neystabø eisini í landsstýrinum.
 
Tað var Tjóðveldi sum legði trýst á minniluta samgonguna og syrgdi fyri at fáa víðkað heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum til bæði at taka stig til og fíggja og reka leiguíbúðir, lestraríbúðir umframt lutaíbúðir og bústaðir til eldri og fólk við serligum tørvi. Og harumframt at kunna veita realkredittlán. Og eydnaðist hetta eftir ómetaliga stórt trýst frá Tjóðveldi beint undan valinum í oktober 2011, tá lógarbroytingarnar vórðu samtyktar.

Tað var eisini Tjóðveldi, sum upprunaliga setti Húsalánsgrunnin á stovn. Hann hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri, at fólk við lág- og miðalinntøkum kundu seta føtur undir egið borð, og sum eisini var endamálið við grunninum. Nýggja navnið hjá Húsalánsgrunninum er Bústaðir – Føroya bústaðafelag. Umframt verandi virksemi á Húsalánsgrunninum verða Bústaðir somuleiðis ein týðandi leikari á bústaðamarknaðinum í framtíðini.

Í býráðnum navigera vit eftir hesi kærkomnu heimild. Kommunan og Húsalánsgrunnurin, arbeiða við fleiri verkætlanum um at byggja fleiri fjølbroyttar íbúðir; ávikavist bæði, í Mattalág, á Óðinshædd og á Berjabrekku.
 
Tað eigur og skal vera ein rættur hjá einstaklingum, lesandi, støkum uppihaldarum, eldri o.ø. at hava ein bíligan, tryggan, heilsu- og umhvørvis vinaligan bústað. Hesum verður arbeitt við í býráðnum, og helma verður ikki í, fyrr enn komið er á mál. Men tó kann eitt nýtt og øðrvísi býráð broyta kósina og, tí fari eg at heita á tykkum veljarar um at geva lista E stuðul til býráðsvalið, tí tað er tryggleikin fyri trivnaði og at ætlanirnar við at útvega bíligar leigu- og lutaíbúðir verður veruleiki.
 
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri lista E
www.marinkatrina.fo
 

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad