Lýsing

Skulu broyta ískoyti og pensjón hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum – nú !

Hvat kann rættvísgera, at eitt landsstýrisfólk, ið kann koyra til arbeiðspláss sítt innan ein tíma, fær 13.600 kr. um mánaðin skattafrítt sum ískoyti ?

 

Hvat kann rættvísgera, at eitt landsstýrisfólk fær fulla tænastumannapensjón eftir bert 8 árum í starvi og løgtingsfólk eftir 16 árum í starvi – meðan tænastumenn skulu starvast 37 ár fyri somu pensjónsrættindi ?

 

Hvat kann rættvísgera, at landsstýrisfólk og løgtingsfólk ikki eisini skulu rinda 40% í skatti av teirra pensjón sum øll onnur ?

 

Hvat kann rættvísgera, at løgtingsfólk sjálvi áseta sína egnu løn ?

 

Vit eiga sjálvandi at tryggja, at øll lønarviðurskifti hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum eru rættvís. So er ikki í dag.

 

Tí skulu stig sum skjótast takast til, at endurskoða løn, ískoyti og pensjónsviðurskifti hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum, soleiðis at hesi verða ásett hóskandi og rættvíst og ikki minst – óheft av politikarunum sjálvum.

Ítøkilig uppskot til broytingar eru til viðgerðar í fíggjarnevndini, men tíverri vísir tað seg, at einasta forðingin fyri, at vit fáa gjørt broytingar til veruleika sum skjótast – er verandi samgonga.

 

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad