Lýsing

Sanniliga er seiggj í andstøðuni – og tað er bara byrjanin!

 

 

Jóannes Eidesgaard eftirlýsir í tíðargrein meira buldur og hugsjónarligt víggj frá andstøðuni, og hann samanber undirritaða og Aksel V. Johannesen við “sunnudagsskúladreingir”.

Stuttligt at síggja Jóannes í meira skemtiliga leiklutinum aftur. Vit kunnu taka táttin upp og spyrja, hvat Jóannes hevur ímóti sunnudagsskúlum? Og vit kunnu spyrja, um ikki støðan í veruleikanum er tann, at Jóannes hevur verið fyrstilærari í einum skúla, har hansara næmingar – Kaj Leo og Jørgin – nú eru útlærdir og fremja tað, teir hava fingið í beinið frá Jóannesi? Heldur skuldi hann havt sett teir í skammikrók, enn at geva teimum stjørnur og vald, sum teir nú misnýta í ólukkumát.
 

Lat meg geva Jóannesi rætt í tí, at hugsjónarligt orðaskifti og politikkur, eigur at mynda okkara arbeiði upp aftur meira, og at vit sum andstøðuleiðarar sjálvsagt eiga at vera í broddi fylkingar. Sjálvur skal eg ikki lata tað á mær sita.
 

Skapar óhepnar mýtur
Men tað er harmiligt, at Jóannes nú roynir at spinna eina mýtu um, at andstøðan ikki er virkin, ágangandi og hugsjónarlig. Tjóðveldi hevur undanfarin ár verið serstakliga virkið í andstøðu. Nú hava allir tríggir andstøðuflokkar samstarvað sera væl og í felag tikið dystirnar við samgonguna. Og allir tinglimir í andstøðu hava tikið sera virknan lut – ikki bert formenninir.
 

Orðaskiftini fyri jól um skatt, pensjónsskatting og fíggjarlóg, vóru bæði hartsláandi, prinsippiell og hugsjónarlig. Ja, eg havi ikki upplivað eitt so miðvíst og prinsippielt orðaskifti á tingi, síðani orðaskiftið um Caragata-álitið, og tá skattapolitikkur og tjóðskaparligu afturstigini vórðu framd undir ABC-landsstýrinum.
 

Stríðast á fleiri mótum
Andstøðan hevur eisini verið serstakliga virkin á øðrum mótum seinasta hálva árið. Vit hava í felag skipað fyri stórum mótmælistiltaki. Samstarvað og samskift við fakfeløg, vinnufeløg og ungdómsfeløg. Og vit hava skipað fyri eini serstakliga væleydnaðari ráðstevnu um fiskivinnupolitikk og fólksins ogn. Vit hava gjørt alternativ uppskot til bæði skattapolitikk og pensjónsmálið. Vit hava lagt alternativa fíggjarlóg fram í felag. Og vit hava lagt stór og prinsippiell mál fram á ting um øll týðandi samfelagsviðurskifti.
 

Tað er tó ómetaliga trupult at skapa yvirskrivtirnar og fáa áhugan hjá pressuni, tá tú ert í dysti við samgongufólk, sum als onga hugsjón bera fram, men tigandi byggja sítt grundarlag á egingirndina hjá nøkrum fáum. Har tað bert eru leiðararnir í flokkunum, sum onkuntíð svara við uppáhaldum og uttanumtosi, ið kundu staðið á einum Gajol-pakka.
 

Hugsjónarliga trotabúgvið
Vóni eisini, at nú Jóannes eftirlýsir hugsjónarligum stríði mótvegis hesum grova høgrapolitikki, at hann tekur í egnan barm.

Tá fyrsta ABC-samgongan setti seg við heimastýrisradiatorarnar í Tinganesi við Jóannesi sum løgmanni, siteraði eg Olof Palme, sum segði: “Í somu løtu teir sonevndu “praktisku” menninir vísa øllum hugsjónum og málum burtur av politiska pallinum, er rotið og forfallið byrjað í folkaræðinum”. Hetta vísti seg í ólukkumát at gerast veruleikin.
 

Teir “pragmatisku” politikararnir
Tað hugsjónarloysið og tann “pragmatiska” egingirndin, sum Fólkaflokkurin nú trumfar ígjøgnum við stuðli frá Sambandinum, Miðflokkinum og Gamla Sjálvstýrinum, er beinleiðis avleiðing av 8 ára stillstøðu og høgrapolitikki undir ABC-landsstýrinum.
 

– Har tað var formaður javnaðarfloksins sum avblásti stættastríðið…

– Stóð á odda fyri at stuðla høgravendum skattapolitikki og við lóggávu at eggja til lán og spekulasjón í virðisbrøvum…

– Sum kom við uppskotinum um at skatta pensjónir við inngjald…

– Skjeyt upp og hartaði fakfeløgini fyri ikki at vilja bróta 4 ára sáttmálan við landsstýrið og fara niður í løn…

– Sum legði uppskot fram um æviga rullandi fiskiloyvir, ið bert ein árvakin andstøða fekk steðgað í evstu løtu, áðrenn 3. viðgerð…

– Loyvdi bankunum at fara av landinum við øllum sínum skipanum…

– Tók allar heimildir frá Húsalánsgrunninum…

– Atkvøddi ímóti uppskotinum hjá Tjóðveldi um at kanna, hvussu kostnaðarstøðið kann minkast…

– Sum valdi Kaj Leo Johannesen í løgmansstólin og Jørgin Niclasen í landsstýrið…

– Og mangt, mangt annað, sum nú verður gjørt upp aftur ógvusligari í nýggja landsstýrinum.
 

Tað krevur eitt øgiligt arbeiði og upptak hjá núverandi andstøðu at fáa vent hesi vanlukkugongd, sum byrjaði í 2004. Og vit eru ikki meira enn byrjað. Men tað fer at eydnast við hugsjónum, dirvi og samstarvi.

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad