Lýsing

Avtakið uttanríkispolitisku avmarkingarlógina !

Uttanríkispolitiska heimildarlógin, ið varð sett í gildi fyri Føroyar í 2005, var tá størsta afturstig Føroya á sjálvstýrisleið í nýggjari tíð.

Skrumblaðu avgerandi lóg ígjøgnum – eisini tá
Lógin varð løgd fyri Løgtingið beint fyri summarsteðgin í 2005. Endamálið tykist vera at skunda lógirnar ígjøgnum uttan nakra serstaka viðgerð millum føroyingar, í fjølmiðlunum og heldur ikki á Løgtingi. Og hetta er væl skilligt um ynskt varð at fáa hesa ígjøgnum, tí talan var um lógaruppskot, ið fór at verða til skaða fyri Føroya Løgting, Føroya land og Føroya fólk. Viðgerðin minni ikki sørt um manglandi viðgerðina av pensjónsskattingini og flatskattinum beint fyri jól í fjør.

 

Krav um grundlógarbroyting – ein álvarsom framtíðar forðing
Í viðmerkingunum til lógina stendur m.a.: ”Det ville derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender”. Tað er óskiljandi, at Løgtingið valdi at góðtaka, at neyðugt er við danskari grundlógarbroyting um Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Sjálvt serfrøðingar innan danskan statsrætt høvdu annars, fram til nýggja lógin varð samtykt, ikki mett tað verða neyðugt við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar gerast fullveldisríki og fremja sjálvstøðugan uttanríkispolitikk.

Við hesi staðfesting í uttanríkispolitisku heimildarlógini hava Fólkatingið og Løgtingið, ikki bert forðað fyri sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki, men helst eisini óbeinleiðis staðfest, at neyðugt verður við danskari grundlógarbroyting áðrenn Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugt land. Um so verður, krevst serstøk donsk fólkaatkvøða, fólkatingsval umframt samtykt frá tveimum fylgjandi Fólkatingum. Hetta kann koma at leggja stórar forðingar í vegin fyri Føroyar í framtíðini.

 

Danmark og ES felags uttanríkispolitikk
”Der vil dog kunne tænkes også fremover at opstå tilfælde, hvor Danmarks deltagelse fuldt ud er dækket af EU, og hvor Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne derfor vil kunne optræde som en selvstændig part i medfør af fuldmagten.” Tvs. at tá Danmark verður umboðað av ES í altjóða høpi, skulu Føroyar ikki umboða seg sjálvar (tí til tess krevs sambært lógini grundlógarbroyting) men ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Hetta er ein fullkomiliga óskiljandi og óvirðilig støða at seta føroyingar í. Sjálvsagt skulu føroyingar tá sjálvir umsita uttanríkispolitikk Føroya og umboða Føroyar, ikki ”Kongeriget Danmark”, í altjóða høpi.
Tá danir kunnu lata ES umsita danskan uttanríkispolitikk, so kunnu danir sanniliga eisini lata føroyingar umsita føroyskan uttanríkispolitikk – uttan grundlógarbroyting.

 

”Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt – én stat”
” Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt.”
”Danmarks Riges Grundlov forudsætter, at Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt (én stat).”
”Aftaler, som indgås i medfør af § 1, betegnes som aftaler mellem enten ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” eller ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland”. Disse betegnelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssubjekt.”

Harvið verður fleiri ferðir og so dyggiliga staðfest, at føroyingar ikki eru tjóð við veruligum sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum. Ófatiligt at hetta nakrantíð er góðtikið, og eigur lógin at verða sett úr gildi sum skjótast.

Ein røð av forðingum

Samanumtikið ásetir uttanríkispolitiska heimildarlógin eina røð av forðingum og avmarkingum fyri føroyingar. Onnur dømi eru hesi brot úr viðmerkingunum:

a) ”at lovforslaget ikke begrænser udenrigsministerens og de danske myndigheders udenrigspolitiske kompetence for så vidt angår Færøerne – og bevarer fuldt ud beføjelserne efter grundloven til at føre forhandlinger og indgå folkeretlige aftaler både for riget som helhed og for enkelte rigsdele”

b) ”Regeringen vil også fortsat skulle forhandle og indgå aftaler, der finder anvendelse for Færøerne, i en lang række tilfælde, ikke mindst multilaterale aftaler om sundhed (WHO), fødevarer (FAO), kultur (UNESCO) m.fl.”

c) ”det vil normalt være Kongeriget Danmark, der er medlem af den pågældende organisation, og medlemskabet vil også dække Færøerne.”

d) ”ikke gælder for folkeretlige aftaler, der forhandles inden for en international organisation, som Kongeriget Danmark er medlem af.”

e) ”…der vil ikke være tale om en egentlig overladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndigelse til det færøske landsstyre.

 

Sjálvt heimastýrislógin gevur fleiri møguleikar
Føroyar hava í áravís gjørt avtalur við onnur lond, eitt nú innan fiskivinnu- og handil. Eisini hava Føroyar eitt nú atlimaskap í altjóða felagsskapi undir ST (IMO). Hartil kemur, at sjálvt grein 8 í heimastýrislógini, ið viðvíkir uttanríkispolitikki Føroya, hevur nógv fleiri møguleikar og hevur munandi færri avmarkingar enn nýggja uttanríkispolitiska heimildarlógin. Hví góðtaka og fasthalda eina lóg, ið er nógvar ferðir meira avmarkandi enn siðvenja okkara og enn sjálvt heimastýrislógin ?

 

Samanumtikið kann staðfestast, at heimildarlógin:

– staðfestir at Føroyar eru undir donsku grundlógini, og eru partar av danska eindarríkinum,

– ásetir at Føroyar ikki kunnu samráðast vegna Føroyar, bert vegna kongaríkið,

– staðfestir, at tað í danska kongaríkinum (Føroyar, Grønland og Danmark) bert er ein tjóð,

– ásetir nógvar fleiri ítøkiligar treytir og bindingar enn verandi heimastýrisskipan,

– staðfestir enntá, at Føroya Løgting bert hevur ”regeludstedende kompetence”, ið er ”delegeret” frá ”lovgivningsmagten”,

– ikki gevur møguleika fyri nøkrum sum helst nýggjum, ið ikki kann verða framt við øðrum lógum og umsitingarligum avtalum.

 

Tjóðveldi við avtaka innanríkispolitiska avmarkingarlógina
Uttanríkispolitiska heimildarlógin er í veruleikanum ein innanríkispolitisk avmarkingarlóg.
Alt tað, ið stríðst hevur verið fyri á sjálvstýrisleið seinastu mongu áratíggini verður í lógini gjørt til onkis, og er rættarstøða Føroya munandi verri við uttanríkispolitisku heimildarlógini enn áðrenn henda varð sett í verk. Tí hevur Tjóðveldi lagt fyri Løgtingið lógaruppskot at avtaka uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Málið er og verður tað sama
Hetta er ein broyting, ið breiður meiriluti eigur at verða fyri á Løgtingi – ein meiriluti, ið tó helst verður forðaður av minnilutanum í samgonguni. Tí hóast meiriluta á Løgtingi fyri sjálvstøðugm Føroyum, so heldur ABDH samgongan tíverri áfram við afturstigum. Blokkhækking, niðurlegging av stjórnarskipanararbeiðinum og arbeiðinum við føroyskari rættarskipan, niðurlegging av føroyskari sendistovu umframt ósolidariskur og ábyrgdarleysur fíggjar- og skattapolitikkur eru millum nýggjastu átøkini, ið royndini at fáa Føroyar burtur frá sjálvbjargniskósini.
Men hetta er ein roynd, ið fer at miseydnast. Tí málið er og verður tað sama.

 

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad