Lýsing

Viðmerking til yvirlýsing um Sandoyartunnil

Politisku feløgini í Sandoynni hava sent út eina yvirlýsing um Sandoyartunnilin, sum tey, av skiljandi orsøkum, vilja hava í eina fasta legu. Sandoyingar hava væl grundaða orsøk til at vænta sær og ótolnast eftir einum tunli, tí hetta hevur verið teimum lovað, síðani Løgtingið í 2007 samtykti verklagslóg um undirsjóvartunnilin.  Hesa lóg tók undanfarna ABC samgonga av, hóast tey í samgonguskjalinum greitt høvdu ásett, at farast skuldi undir tunnilin í 2011.

Politisku feløgini vilja hava, at pengar nú verða játtaðir til P/F Sandoyartunnilin. Hetta gevur høvi at minna á leistin, sum undirritaða sum landsstýriskvinna í samferðslumálum í 2008, saman við øðrum góðum kreftum í táverandi samgongu, arbeiddu fyri.

Sonevnda tunnilsnevndin legði fyri løgmann eitt tilmæli, har tað í stuttum varð mælt til at tunlarnir báðir, Sandoyar- og Skálafjarðatunnilin, vórðu gjørdir í almennum høpi og eftir einum leisti, har til bar at hava fulla stýring á fíggjarliga eins væl og tøkniliga váðanum.

 

Nevndin mælti somuleiðis til, at 50 milliónir kr árliga vórðu settar í eitt P/F Sandoyartunnil soleiðis, at ein fíggjarlig trygd varð løgd undir verkætlanina, áðrenn farið varð at bora.

Høvdu eftirfylgjandi samgongur fylgt hesum leisti, so stóðu í dag einar 200 mio kr á bók, sum ein byrjunarkapitalur til Sandoyartunnilin. Og dagurin, har borurin kundi setast í, hevði verið munandi nærri.

Bjørt Samuelsen
tingkvinna fyri Tjóðveldi
 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad