Lýsing

Johan Dahl sannførdi ikki vinnunevndina um Arbeiðseftirlitið

Í samráðnum í vinnunevndini í dag kom fram, at landsstýrismaðurin ikki kann veita nakra trygd fyri, at uppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum verða røktar eins væl eftir, at stovnurin fyrst er skerdur sera nógv, og síðani lagdur saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum eisini hevur verið fyri stórum fíggjarligum niðurskurði. 

 

Fíggjarliga skerjingin av Arbeiðseftirlitinum byrjaði í 2009 og síðani er stovnurin niðurspardur við á leið 20%. Sparingarnar eru fyrst og fremst raðfestingar hjá landsstýrinum, umframt at fíggjarnevndin omaná valdi at mæla til enn størri sparing, sum ein meirluti av Løgtinginum samtykti. Úrslitið er ein ógvuslig niðurlaðing við fleiri uppsøgnum, og tað sigur seg sjálvt, at tað fer at hava avleiðingar fyri dygdina av eftirlitinum.

 

Ikki fyrr enn stovnarnir veruliga eru samskipaðir ber til at síggja endaligu avleiðingarnar av stóru sparinginum. Eingin ivi er um, at stjórin á samalagda stovninum veruliga skal at kýta seg, at fáa tingini at virka undir sera trongu kørmunum. 

 

Eftir at hava fingið svar í løgtinginum uppá eina røð av fyrispurningum um málið stendur rættuliga greitt, at niðurraðfestingin av Arbeiðseftirlitinum heilt greitt fer at merkjast. Samráðið í dag flutti ikki nakað í so máta.

Bjørt Samuelsen og Kári P. Højgaard
løgtingslimir
 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad