Lýsing

Dustsúgvarin

Tað er óskiljandi, at hann ikki fekk ta littereru virðislønina hjá Nobel. Ongin ivaðist í formatinum, men kanska var tað ein bági, at fólk í øllum heiminum tímdu at lesa skaldskap hansara, og megintrekin mundi vera støða hansara andvegis amerikanskari imperalismu. Graham Greene. Mýruvongur var hann ikki, og táið hann skrivaði søguna um James Wormold, hevur hann verið í essinum. ”Okkara maður í Havanna”. Hann er ein gemenur borgari, ikki serliga vitbjartur, og lívbjargar sær so dánt sum sølumaður. Er dustsúgvara agentur, og táið konan ikki orkar hann longur, og dótturin er ein dýrkandi tannáringur, linkar hann í kongunum og gerst av órannsakiligum grundum spiónur hjá bretsku fregnartænastuni. Haðani fer hann inn í eina gátuføra og fløkta lívsleið. Íspinnur fiktivar fregnarar fyri at vaksa um gasjuna, og tíðum má endi gerast á teimum, fyri at MI5 ikki skal rekja fløkjustampin upp í høvdi hansara.

 

Hann spelar undan sínum egnu lygnum, broytir ofta kós í tøkum tíma, og í grundini er tað bara naiviteturin í London, sum bjargar honum í alt ov langa tíð. Skemtiligasta hendingin er, táið hann boðar frá, at ein flogskipari hjá Cubana Airlines hevur sæð nakrar nýggjar hernaðarinstallatiónir í Sierra Maestra fjøllunum har eysturi í landinum. Róð verður framundir, at hetta eru skotrampur til kjarnorkuvápn. Hesin heilaspunin endar við, at krav kemur úr bretska høvuðsstaðnum um, at hann fær til vega tekningar og haldgóða dokumentatión. Nú eru góð ráð dýr. Nú vigar agenturin í Calle Lamparilla á eggini. Hann tekur kjansin, sendir teimum nýtsluleiðbeiningina til hin nýggjasta dustsúgvaran á marknaðinum, og í eina tíð letur høvuðsstøðin seg tøla, men táið teir vilja hava meira at vita frá cubanska pilotinum, tá ger hann fyrsta fiktiva drápið. Hann letur seg súgva inn í magan á tí stóra hugsjónarliga dustsúgvaranum, sum stjórnaði heiminum í kalda stríðnum. Tað stríðið er lokið, men stríðið um ognarrættin til matrikkulin Føroyar er ikki av. Eftir stórt hundrað ára tjóðskaparstríð í landinum sova danskir stjórnarmenn tryggari enn nakrantíð undir liðini á sínum konum um náttina. Teirra treytaleysa trygd situr í einum gevaldigum meiriluta á tingi og úti við glóðheitu heimastýrisradiatorarnar í Tinganesi. Jóannes og Jørgen og ytstur ”Okkara maður í Havn”.

 

Stikk gradistokkin upp í endan á danska hjálandinum Føroyar og ger eina skjóta niðurstøðu. Fjøruti ella hálvthundrað ættarlið av sprelskum fløttum – nýbyggjarum – livdu og yvirlivdu av síni egnu uppdrift í pakt við tær natúrligu fyritreytir, tey sjálvi høvdu valt at búleikast undir. Stríðið um veruliga valdið yvir oyggjunum broytti alt. Íhaldið og teirra samhugaðu í landsuðri kuppaðu fólkaviljan, og dystin lærdir danir funnu upp ein dustsúgvara við tveimum koblingum. Annar varð settur niður á skallan og hin inn á fótamørin á føroyingum. Ein lokað skipan sum seig vitið úr høvdinum og fylti magan við eitri. Táið eg hoyrdi Einar Már siga frá sigoynaramammuni og tíggju – 10 – ára gamla soni hennara í eini coupé á lunnavagni á Sørmlandsleiðini í Svítjóð fekst hugasamband við støðuna í Føroyum. Drongurin við krunkasvarta hárinum og stóru brúnu eygunum er farin at ressast, tað letur áhaldandi í honum, hann júkar og júkar um eitthvørt á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar hon blusuna upp, stingur aðra hondina innum, og tekur annað bróstið fram. Hann sýgur alt hann orkar, og táið hann hevur fingið seg ótystan, skúgvar hann bróstið frá sær og leggur seg afturá í setrinum og ropar. Eftir tað fær hann sær eina sigarett, festir í og roykir sum var onki sjálvsagdari.

 

Politiska skipanin í Føroyum gavst at virka, táið danski barmurin tók at skroyva meira upp í høvdinum enn egin vilji, vón og áræði. Brúkið av vitinum er øvut proportionalt við lægranina úr danska júgurinum. Ákomnir og sjálvselvdir konjunkturar – sveiggj – og kreppur stjórna Føroyum. Ongin andmáttur finst ímóti hesi sjálvvirkandi kringekjuni, karusellini, har búsningarnir eru slitnir í nakka, og ferð og kós burturav verða stjórnað av skiftandi kringumstøðunum og ikki av teimum, sum vit hildu vera umboðandi ræði hjá fólkinum. Politikarunum. Í løtuni spela vit tivandi undan eini stórari kreppu. Ferðin á kreppuni er á leið ein milliard um árið. Tríggjar milliónir um dagin. Hundrað og tveyti fimm túsund um minuttin. Tað gongur soleingi kreditorarnir tíma, og reytingarnar hjá Moody´s taka støði í ríkiskassanum danska. Politikkur átti at snúð seg um hugsjónir, vald og samstarv um tað skilabesta fyri land og fólk. Ein glotti sást í sjónarringinum fyri einum dúsini av árum síðani, men eftir tað køvdi hann av aftur, og tað ringasta sum hendi var, at partur av politisku tjóðskaparrørsluni snávaði og legði seg viljaleysa upp í føvningin á íhaldinum og útlendska valdinum í Føroyum, hin magadrigni Fólkaflokkurin. Nú snýr føroyskur poltikkur seg bara um, at føroyska útgávan av Ripp, Rapp og Rupp, Jóannes, Jørgen og Kaj Leo, sleppa at sita mið- og málleysir inni við fløvan frá heimastýrisbríkini, – tað veri seg í Tinganesi ella úti í Albert Hall. Teir hava sitið og bíðað, og teir bíða framvegis eftir ringastu óløgunum, ímeðan teir hava skeklað natúrligu javnvágirnar úr búskapinum, íblástir av svarta skúlanum í Chicago. Partur av fíggjarnevnd løgtingsins royndi seg sum autonom fraktión í vár, táið vit smoygdu ein karm niður um herðarnar á teimum, – um ikki annað fyri at fáa javnvágirnar á rætt kjøl aftur yvir tíð. Tað tykist sum hava teir fult og heilt misskilt, hvat endamálið við átakinum var. Nú fara teir inn undir dýnurnar á hvørjum sambýli, hvønn skúla og studentarnir verða vendir í grindini úti á Fróðskaparsetrinum, tí hædd skal ikki vera tikin fyri hesum og hasum. Skeivleikar í strukturum skulu rættast, men tað kemur ikki sitandi resjiminum til hugs at gera nakað við ein trupulleika, sum kostar eina heila fíggjarlóg í einum valskeiði. Kreddan er nú at spara í mun til skeiklaðar bygnaðir. Deyðskósin er vís. Ikki hjá teimum veruligu Føroyum, men hjá danska heimastýrinum Føroyar.

 

Ábyrgd, ræði og rættur eru skeklað sundur. Vitið og viljin eru tódnað samsvarandi donsku bróstamjølkini, helst væl meira enn tað, og framvegis hevur hetta ússaliga gjaldið á 600 milliónir nógv størri týdning fyri okkum enn tær 12 milliardirnar, vit sjálvi megna at skapa av búskaparrensli.

Hvørji eru so útlitini og neyðugu átøkini?

 

Lítið kom burturúr, vit vóru jú ein hopleysur minniluti á tingi. Orðini eigur Sigurð Joensen. Ein av teimum frægu, sum bar kyndilin fram á vegin eftir svikið, sum danir og serliga egið íhald framdu, táið heimstríðið var av. Tjóðveldi er og skal verða avantgardan í tjóðskaparstríðnum. Vikast má ikki frá upprunastevnuni, sum fyrst og fremst er ein sjálvberandi búskapur og skipanin av eini føroyskari Republikk. Rekast heimastýrisvindar inn um mark, skal ondt med ondt fordrives. Ein støðug innansyndis katharsis – reinsan – má forða fyri rotinum, sum altíð og stund liggur á lúri. Onkuntíð tykist tað, sum í meira lagi av pipari og heldur minni av salti jarðarinnar er latið í politiska súpanarpottin. Ein partapolitiskur spjótsoddi er ikki nógmikið fyri at røkka málinum. Løgtingið er størsta forðingin fyri at nakað hendir í landinum, stóru flokkarnir skáka støðugt hvønn annan og smáu flokkarnir standa á beinunum av bíligari populismu. Parlamentið í eini koloni hevur eittans endamál, – at varðveita status quo. Lesið tingskipanina. Hon ásetir, at tingið ikki hevur vald til at gera lógir, sum stríða ímóti donsku grundlógini og donsku heimastýrislógini. Ein lokað ostaklokka sogin saman við so nógvnum trýsti, at ongin megi, ongin parlamentarisk kílakraft, fær tveitt okið av sær. Hugburðurin er eyðsýndur, og tí kemur loysingin ongantíð úr løgtinginum.

 

Tað er bara megin hjá fólkinum, sum megnar at gera nakað við hetta málið, ið er kvintessensurin í føroyskum politikki og samfelagsmálum. Bara har, handan skallabeinini hjá hvørjum einstøkum okkara, á bygd og í bý, finst tann frummegin, sum megnar at lyfta lokið av ostaklokkuni aftur. Feskastu dømini um hesa megina finna vit í gomlu terror- og politistatunum eystanfyri, táið ein brádlig metamorfosa konverteraði fólksins solidaritet við sjúku skipaninnar til eina rørslu, sum en bloc fór sum ein flóðalda gjøgnum gøturnar, og tók ræðið frá teimum, ið ongantíð høvdu fingið tað frá øðrum enn sær sjálvum, ella uttaneftir, – eitt nú úr Kreml. Prag. Berlin. Bukarest.

 

Føroyar eru ringar av krími, tí ongin tímir at stjórna teimum. Sjónligasta symptomið er núverandi samgongan. Alt flýtur, alt gongur uppá besta beskubb. Status quo er tað sama sum at ganga eftir hæli. Responsibla fólkaræðið, ið eittans hevur sum endamál at sæta egnari reyv undir ostaklokkuni, at skrúva antennurnar eftir tí sum sterkastu áhugamálini og kapitalurin vilja í løtuni, er óhaldbari tilstandurin.

 

Ímóti hesum stendur loysingin. Og bara loysingin. Ikki tí, at hon sum so, er eitt endamál í sær sjálvum. Hon er nationalstaturin sum skipar tjóðini ein tryggan karm, ið ger hana føra fyri at agera í heilum líki. Har rættur og ábyrgd aftur sveiggja í takt. Í fyrstu atløgu krevjast offur, tað hava øll kúgað fólk ásannað, men nær hava vit hoyrt um eitt fyrrverandi hjáland, sum er kropið undir viðvendu imperialistisku ostakúpuni aftur? Og táið sjónin aftur flytur seg frá kyklopisku staranini eftir ríkisveitingini og sær grasgrønu líðirnar í samfelagnum, har føroyingurin longu nú megnar at skapa tjúgu ferðir tað sum seyrar úr donsku bróstunum, verður annað lag. Heimaærin, ið hevur ligið á trappuni og venað seg, í langtanini eftir náðarmolunum úr lógvunum á húsbóndanum fer tá út á sítt sjálvsagda og natúrliga beitið. Óavmarkaðu fløturnar, har ríkiligt er til matna og ferðin og rásarúmið er hennara.

Ríkisveitingin skal takast av skjótast gjørligt, og loysingin má fremjast í skundi. Ein veruligur botnur – eitt haldbært fundament – skal leggjast undir samfelagið. Støða skal takast til støðu okkara í heiminum, ikki minst í mun til Europu. Høpið, at vera uttanvert felagsskapin hjá kontinentala kapitalinum – ES – má skilmarkast og brúkast optimalt. At standa uttanfyri og samstundis implementera alla brúkiliga og óbrúkiliga lóggávu ið rekst upp á land, í einum serligum slagi av masochismu, er høpisleyst. Njál heitti í gjár á landsmenn sínar um at fara niðan á hægstu tindar og skoða havsbrúnna. Har liggur heimsins størsta spísikamar, ein matkovi, sum verður búskaparliga grundarlagið undir Republikkini. Eisini tí er tað so átrokandi, at skil fæst á fiskivinnupolitikkinum, soleiðis, at alskyns fiskastovnar gerast varandi virði og undirstøðan hjá teimum, ið skulu búleikast her í framtíðini. Tjóðini tørvar tjóðarbygging. Ongantíð hevur so margføld donsk tjóðarbygging verið í Føroyum sum nú. Sjálvt almenna kringvarpið, ið skuldi verið og var ætlað at verða lunnadragarin í føroyskari tjóðarbygging, ríkir nú sum ein gomul donsk hjalshurð. Tað hevur onki við peningaorku at gera, hetta er ein spurningur um hugburð. Hetta er heldur ikki ein partapolitiskur spurningur, tí tjóðina eiga vit øll, og harvið hava vit skyldu til at menna tær mentanarligu súlur, og tátta í bardúnurnar, sum halda okkara felagsskapi saman í eind. Undir sitandi resjimi er hugtakið solidaritetur fokið. Tað tykist, sum at sjálvt føroyska fraktiónin hjá donsku sosialdemokratunum, hevur sama hugburð til samhaldsfesti sum Goebbels hevði til kulturin. Upptakið verður stórt, og avgerandi er, at orðið solidaritetur fær eitt veruligt innihald innanvert karmarnar í føroyska statinum, har ein samanhangandi keta, ið ikki skeklast sundur, heldur sosiala felagsskapinum saman. Tað ræður um at seta eina haldbara kós, tí sum ein gamal rómverji einaferð segði, gerst tú ikki tað, fært tú ikki undanvind á nakrari ætt.

 

Føðingardagur er í Athen í dag. Ein alkendur hellenari fyllir 85 ár. Mikis Theodorakis. Sangur hansara um frælsi var givin út á okkara móðurmáli fyri kortum:

 

  Og vilt tú skilja, hvat er gott,
  og vera fræls á myrku nátt.
  So bygg ein heim, ein heim at liva í,
  tað ræður um títt lív, títt egna lív.

 

Táið hann stríddist ímóti fascistisku juntuni, segði sami maður tey sonnu orð:

 

  Smíðið eina sterka
  patriotiska eind,
  Samskipið ein intensan
  bardaga fyri frælsinum,
  tað finst ongin annar
  vegur enn hin náðileysi
  bardagin, haðartil tú
  hevur sigrað endaliga.
  Og latið okkum ongantíð
  gloyma
  at frælsi fæst ikki
  tað má vinnast.

 

Í okkum øllum eru dreymarnir, vónin og hugurin til bót og bata. Alternativið er desillusión, vónloysi og leti. Viljin er sterkasta andaliga frummegin, svørðið, ið kann fremja tað sum vónað og droymt verður. Upp ímóti hesum stendur tað faktum, beiski veruleikin, at Føroyar anno 2010 liggja í egnum stjórnarloysi. Eitt av fáum eftirverandi hjálondum í øllum heimi. Danska imperialistiska skikkjan hongur tung um akslar okkara, og bíðar eftir at verða ripað har, sum piparið grør.

 

Graham Greene gjørdi eina fenomenala lýsing av sølumanninum James Wormold í bókini ”Okkara maður í Havanna”. Kaj Leo Holm Johannesen hevur valla selt dustsúgvarar í Calle Lamparilla í Havanna, men kanska onkur núlivandi høvundi fer at skriva thrillarin ”Okkara maður í Havn” um bilseljaran og fiskaseljaran, ið spelandi rann undan øllum sínum simplu kreditorum, og sum av órannsakiligum orsøkum gjørdist dustsúgvara-agentur hjá donsku statsmaktini í Føroyum. Ímeðan báðar koblingarnar í samvirki tøma vitið úr knokkinum og spræna magan fullan við eitri, verður bara bíðað eftir, at onkur er somikið at sær komin, at viðkomandi fer yvir og sløkkir imperialistiska dustsúgvaran einaferð fyri allar. Tess skjótari tað betri.

 

Framhaldandi góða ólavsvøku – vit síggjast í teimum frælsu Føroyum !
 

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad