Lýsing

Glaðir amatørar

 

Um so var, so skuldi 2004 samgongan havt ýtað av beinanvegin, hon tók við, repað segl og sett kós, samsvarandi dagsins sannføring síni, men soleiðis var jú ikki.

Samgongan og skjal hennara frá 2004 segði ikki eitt pipp um vandan við minkaða blokkinum.

Tvørturímóti, so fingu vit eitt tað stórsta slaraffenlandið nakrantíð frá 2004 og frameftir, har oyst varð út av landsins goymslum til bæði líkt og ólíkt.

 

Skattalættarnir, ið sama samgonga harafturat bant seg til at geva kjarnuveljarum sínum frá 2004 og fýra ár fram í tíðina, komu eisini aftan á blokkstuðulsniðurskurðin í 2001.

Grátiliga skemtilig er harafturat ein av ætlanunum hjá sitandi samgongu júst at skera blokkin enn meira, og er henda ætlan avtalað í samgonguskjalinum.

Væl vita vit, at teksturin um blokk og sjálvberandi búskap er meira kryptiskur, enn gott er, men hann stendur so har.

 

Tvey búskaparlig meginátøk vóru sostatt sett út í kortið og lutvíst framd, aftan á at fullveldissamgongan skar blokkin í 2001.

Fleiri stór avrik vóru framd, 1998-2004, stór yvirskot vóru í landshúsarhaldinum á hvørjum ári, nógv var sett út í kortið, og 2,8 mia.kr. stóðu á bók.

 

Tá Tjóðveldi varð sent til hús í 2004, settust ABC-flokkarnir uppi yvir teimum fyltu kjøtgrýtunum, ið fullveldissamgongan setti eftir seg.

Eingin samgonga hevur nakrantíð fingið eitt ríkari húsarhald frá teimum, ið undan fóru, men har fór tíverri meira enn gott er fyri mutur og skutur.

Ongum manni og ongari kvinnu rann til hugs at repa ella reformera nakað sum helst. Tá eftirmenn royndust skuggar, gjørdist skilið hareftir.

 

Ikki fyrrenn tað sást niður á banjaran í landskassanum, fór tað smátt um smátt at riva fyri eygunum á nøkrum teirra, og ein hjálparleys undanstøkking tók seg upp.

"Med påholden pen" síggja vit nú ørkisleysar skuldsetingar um níggju ára gamlar ógoldnar rokningar daga fram í miðlunum.

 

Eitt samfelt kór gevur niðurskurðinum av blokkinum í 2001 skyldina fyri herferðina móti teimum eldru, sjúku og minni mentu í 2010.

 

Somu fólk, sum í seks ár hava rikið ein fyrilitaleysan skatta- og búskaparpolitikk, billa nú fólki inn, at nústani kemur rokningin fyri blokkin fyri níggju árum síðan.

Álvaratos, um so var at minkingin av blokkinum  í 2001, var so katastrofal, sum sagt verður, so átti ikki rúm at veri fyri at avtala útgjarðingar fleiri ár fram í tíðina.

Men tað var júst tað, ið gjørt var longu í 2004 og frameftir.

 

Ein orsøkin til politiska ruðulleikan er, at flokkarnir hava mist seg sjálvar burtur.

Síðani tey vinstravendu avmonteraðu klassastríðið, og radikala sjálvstýrið gjørdist kjølfestið hjá sambandinum, hevur lítið skil verið í tí rikna politikkinum.

Burturúr hesum identitetsleysa vavstrinum síggja vit nú tann mest ekstrema og mannminkandi ágangin verða riknan einvíst móti teimum, ið eru ringast fyri at taka ímóti honum.

 

Upp í saman, aftur og fram, og hvørja einastu fer hoyra vit, at landsstýrið leggur atsóknir sínar inn í smátturnar hjá teimum eldru, sjúku og minni mentu, og ger teimum gerandisdagin á ellisárum munandi tyngri enn neyðugt er.

 

Hetta er smátt

Tingið fór til hús fyri tveimum mánaðum síðan, og tað liggur á ljóði, at als eingin semja er funnin um nakað sum helst, meðan tingslit hevur verið.

 

Ja, ikki so frægt, at ein einasti samgongufundur hevur verið alla summarhálvuna.

Uttan samráðingar, leiðslu og stavnhald verður so ABC konsertin tikin uppaftur á Ólavsøku, men festivaløkið sær ikki tespiligt út.

 

Tjøldini fúka í allar ættir, og eingin tekur ábyrgd av nøkrum sum helst. Eitt rópar salt og annað rópar stein, og skúmandi fossar skola niður ímillum politiska teori og  gerandis praksis undan enn einari politiskari amatørkonsert.

 

Tað er sera hugstoytt og sera álvarsamt at síggja eina politiska skipan fara úr spónalagnum, men soleiðis gjørdist skilið, tá forfall kom í fólkaræðið, og glaðir amatørar settust til róðurs.

Hóast fortreytirnar eru ringar og útlitini vánalig, so eigur løgtingið at virka fyri, at politiska skipanin fær sína slagkraft aftur, so at aftur kann stevnast burtur úr lamslignum stjórnarloysi til gagns fyri land og fólk, og eitt burðardygt vinnulív bæði á sjógvi og landi.

 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad