Lýsing

Kóvboysøgur úr korridorunum

róðu korridorkóvboyarar á tingi framundir, at upphavið til hetta skiftið ímillum bólk 1 og 2, skuldi vera eitt royndarloyvi, sum undirritaði hevði latið tveimum djúpvatnstrolarum í 2008. Óneyðugt er at siga, hvør flokkurin er, sum plantaði mýtuna, og nú síggi eg, at sjálvt ein skilamaður, sum Hans í Líðini, er farin at endurgeva hesa uppspunnu søguna. Giti, at hann ikki veit betur, orsakað av vantandi skjalprógvi. Og ivaleyst hevur onkur politistur ella skúlalærari í Fólkaflokkinum sagt honum hetta, fyri at fáa treystari kjølfestu í mýtuna.

Hansara politiski observansur kann eisini tæna endamálinum. Tað riggar líkasum betri, táið ein skipari úttalar seg um tað, sum fyriferst í tí váta elementinum. Móttakarin hevði verið eitt sindur ivasamari, tað hevði verið sum at sletta vatn á gás, um Jógvan á Lakjuni, Bjarni Djurholm, Jákup Mikkelsen, Annika Olsen, Óli Breckmann ella Jacob Vestergaard løgdu til brots í royndini at manipulera veruleikan úr spónalagnum.

Havi sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum nakrar spurningar um hetta málið, tað er mín fólkaræðisligi rættur, og tað eigur ikki at koma óvart á nakran, táið eg eri framsøgumaður Tjóðveldisins í fiskivinnumálum. Annars ætli eg mær ikki at leggja uppí stríðið ímillum Georg L. Petersen og Hans í Líðini. Tó er ein setningur í greinini hjá Hansi, sum rópar eftir eini viðmerking. Hesin er soljóðandi:

“Fyri tveimum árum síðani fekk trolarin “Edna” úr Tórshavn eitt tilmæli um at sleppa at partrola á ytri leið, hetta var um tað tíðina, tá Torbjørn Jacobsen sat sum fiskimálaráðharri og tí skilir ongin, at hann nú setur spurningar um hetta sama royndarveiðuloyvi?”

Ikki Hansi at siga, so var djúpvatnsflotin longu fyri tveimum árum síðani komin í kreppu. Menn royndu av øllum alvi at koma sær úr ringu støðuni, og ein ætlað roynd var, at partrola á somu leiðum, sum roynt hevði verið við lemmum frammanundan. Ikki tí at man ætlaði sær inn í upsafiskiskapin, har partrolararnir vanliga veiddu og fingu sína útkomu. Ætlanin var heldur, at gera eina roynd fyri at finna fram til, um betri búskapur kundi fáast burturúr at partrola eftir traditionellu fiskasløgunum hjá lemmatrolarunum.

Til hesa roynd varð royndarloyvi til partroling í føroyskum sjógvi í 2008 latið mtr. “Edna” og mtr. “Rankin” samsvarandi § 20, stk. 2, í løgtingslóg no. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap. Loyvið er dagsett 5. juni 2008, og loyvið var bara galdandi fyri tað, ið eftir var av árinum. Tvs., at tað var ikki til eftir 31. desember 2008. Loyvið var ongantíð brúkt, og tað kann vera, at strongu treytirnar vóru orsøkin til tað. Hesar vóru annars:

• – at roynt verður bert á leiðum uttanfyri linjur drignar millum knattstøður sambært hjálagda fylgiskjali. (Um onkur skuldi havt tørv á at vita meira um tær tríati ásettu knattstøðurnar, kann viðkomandi venda sær til greinskrivaran, – tj.)

• – at galdandi reglur um fiskiskap við troli í føroyskum sjógvi verða fylgdar.

• – at skiparin boðar Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá túrur byrjar og tá túrur endar.
 

• – at royndirnar fara fram í samstarvi við og eftir treytum ásettum av Fiskirannsóknar-stovuni.

• – at nágreinilig ætlan skal gerast fyri royndirnar við upplýsingum um m.a. reiðskap, leiðir og tíðarskeið, sum skal góðkennast av Fiskirannsóknarstovuni.

• – at gjøllig dagbók verður førd yvir royndirnar eftir leiðbeining frá Fiskirannsóknar-stovuni og avrit av dagbókini skal latast Fiskirannsóknarstovuni, tá royndirnar er lidnar ella tá biðið verður um tað.

• – at fólk frá Fiskirannsóknarstovuni kann vera við skipinum.

• – at oljunýtslan hjá skipinum verður skrásett á ein hátt, so hon kann samanberast við troling við lemmum.

• – at royndarfiskiskapurin verður lagdur so til rættis, at hann ikki er øðrum fiskiskapi til ampa og skal, um neyðugt, víkja fyri øðrum fiskiskapi.

Til endans varð greitt tilskilað, at royndarloyvið kundi verða inndrigið uttan ávaring í loyvistíðarskeiðnum (05.06.08-31.12.08), um skiparin ikki ansaði eftir, at treytirnar vórðu fylgdar.

Vónandi er hendan frágreiðingin ein ivaleysa greið váttan fyri, at royndarloyvið í 2008 og nýíkomna støðan í upsaveiðuni, har partrolarar (bólkur 2) og lemmatrolarar (bólkur 1) partrola hvør um annan við sama reiðskapi, ikki eru tvær alin av sama vaðmali.

Umsøknin um royndarloyvið í 2008 prógvar, at politiska skipanin, fyrisitingin og ikki minst vinnan høvdu somu áskoðan viðvíkjandi hesum, hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap skuldi skiljast, tulkast og praktiserast, táið tað snúði seg um at partrola við “lemmatrolarum” á innaru leiðunum – á upsaleið um man vil. Royndarloyvið í slakar sjey mánaðir í 2008 skuldi bert geva eina ábending um eina møguliga búskaparliga rajonalisering, umvegis partroling eftir fiskasløgunum, sum djúpvatnstrolararnir frammanundan høvdu havt sum høvuðsveiði. Úrslit kom onki burturúr, tí royndin varð ongantíð gjørd. Men logikkurin er ikki til at fara skeivur av, vinnan søkti um loyvið, tí hon var sannførd um, at lógin ikki loyvdi tí. Fyrisitingin var av somu áskoðan. Nú tykist hesin logikkur, og samlaða niðurstøðan hjá øllum, sum varða av føroyskari fiskiveiði, at hava fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin. Juridiski reykurin er snaraður 180 stig. Fyri at vita hví so er, eru spurningarnir til landsstýrismannin settir.

Svarið verður helst ein slutur fyri ein slatur, tí fiskivinnupolitikkur er ongin í landinum – hann er ikki til. Uppsjóvarflotin kundi ikki fara á svartkjaftaveiði fyrrenn næstan tveir mánaðir vóru farnir av árinum, tí landsstýrismaðurin bíðaði eftir hvønn politikk felagið Nótaskip ætlaði at seta sum karm um sína egnu vinnu, og nú situr felagið Trolskip og roynir at toyggja seg til ein politikk, um hvussu teir báðir fremstu bólkarnir í flotanum skulu skipast í fiskiveiðini. Verður hetta lagið, er ongin orsøk til at manna politisku sessirnar longur. Vinnan finnur onkursvegna útav tí, og har eru nógvir trivaligir skilamenn, væl kálvføddir og uppvaksnir undir truplum umstøðum í Norðurhøvum, trupulleikin er bara, at teir eru so mangir í mun til stórar avmarkingar, tí er ein neyv politisk stýring neyðug, skal optimala úrslitið røkkast hjá manningum, reiðarum og samfelag. Fólkið velur politikararnar og fólkið eigur tilfeingið, tí ógvast mong um ignorantin, sum nú slítur krakkabetrekkini á Heykavegnum í Havn.

Í hesum politiska ruðuleikanum stríðist felagið Trolskip, sambært Dimmalætting, fyri at fáa MSC-góðkenning um burðardygga veiði í upsafiskiskapinum. Vónandi vignast tað, men núverandi regime í danska heimastýrinum ger teimum ikki lívið lættari. Ætlar tú at vera papageykur hjá øllum, vinur við alt og øll, átøkur hesum dukkunum kúputar í neðra, og sum altíð toyggja seg líka langt, sum tær verða trýstar, uttan at falla, so er ráðharrasætið í fiskivinnumálum ein rangstaddur sessur.

 

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad