Lýsing

Hvørjar førleikar ynskja vit?

Í hesum døgum er nógv kjak um PISA, og hvussu úrslitið er hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum. Býtt verður upp eftir gentum og dreingjum og summi ynskja at hyggjast skal eftir skúlum. Summi ynskja hesa eftirmeting har piparið grør, meðan onnur vilja finna onkran syndara at heingja alla ábyrgd á.

Men er tað so lætt? Um vit nú fingu at vita gentu-úrslitið frá besta skúlanum, kundu vit so skipað dreingja-undirvísingina á skúlanum við vánaligasta úrslitinum eftir “gentu-leisti”?

Mær dámar væl tøl. Best dámar mær tølini, tá ið eg kann spæla mær við teimum og stilla úrslit/myndir eftir tí eg haldi eg fái nýtt til okkurt hugaligt.

Men mær tykir, at tá ið eg spæli mær við PISA tølini, er tað eins og at leggja eitt 9-ára gamalt putlispæl. Eg havi ávíst tal av putlibrikkum og fái eina ávísa mynd, tá ið eg leggi hvønn brikkin á ávíst stað, trupulleikin er bert, at hetta ávísa stað varð skorið út fyri 9 árum síðan.

Soleiðis eigur tað ikki at vera í tí skúlanum, eg ynski at bjóða mínum næmingum, lærarum og foreldrum. Heldur ynski eg mær eina fjøltáttaða mynd, har næmingar í fyrsta flokki sleppa at royna seg ymsastaðni á putliplátuni. Talan er um ávís øki, eg – sum fyrstilærari – bjóði mínum næmingum at ferðast í, í undirvísingini, saman við útbúnum lærarum, og í samstarvi við foreldrini/heimið.

Tí er PISA ikki einasta eftirmetingin, eg ynski at nýta í skúlanum, eg varði av!
Betur dámar mær lesiroyndirnar, rokniroyndirnar, motorisku royndirnar og aðrar eftirmetingar. Hesar royndir og eftirmetingar, ið næmingur og lærari samastarva um – lærari og næmingur, ið kennast. Hesar royndir kunnu geva lærara, foreldrum og næmingi svør, ið kunnu nýtast her og nú at tillaga og betra næmingalagaðu undirvísingina.

PISA og landsroyndir leggja dent á føroyskt, støddfrøði og náttúruvísindi. Men hvar eru kristni, handarbeiði, ítróttur, smíð, søga, tónleikur, danskt, enskt, og allar hinar lærugreinirnar, ið føroyski fólkaskúlin ynskir, at næmingarnir undirvísingarliga ferðast í?

PISA, landsroyndir og próvtøkur krevja, at næmingurin situr á einum stóli við eitt borð og loysir egnar uppgávur – helst við avmarkaðum netsambandi.
Hvar er gerandisstøðan? Hvar er møguleikin at reisa seg upp, ganga ein túr á bókasavnið, reika á alnetinum, spyrja og samstarva við floksfelagar, aðrar skúlanæmingar, foreldur ella lærarar?

Flestu ynskja fjøltáttaðan fólkaskúla, har rúm er fyri øllum. Men hví skulu vit so heingja okkum so nógv í at eftirmeta næmingin eftir trimum lærugreinum í eini arbeiðsstøðu, ið er so langt frá tí gerandisliga – og langt frá teimum førleikum samfelagið ynskir?

Mær tykir, at vit hava spart okkum eftir reyv. “Náttúra og tøkni” er samansett lærugrein, av tí at onkur helt tað verða gott amboð at spara tímar. “Handaverk og list” hevur júst somu lagnu. Ítrótt, vita vit, eigur at verða nóg hægri raðfest – og samstundis sum vit siga, at skúlin er fyri øll, eru røddir frammi, at fólkaskúlin skal spara, væl vitandi, at vit áttu at nýtt meira pening, eisini til stuðuls- og serøki.

Eg haldi, at vit eiga at tingast um, hvørjar fortreytir vit meta vera grund undir førleikamenning og síðan at finna fram til bestu eftirmetingarnar, ið kunnu stuðla undir næmingalagaðari undirvísing. Gera vit tað, kunnu vit fyri mær væl – eisini – nýta PISA sum “9-ára-putlispæl”.

 

Jákup av Skarði
V51 – 2013, sendast seinast 15/12-13
 

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad