Lýsing

Góður aðalfundur í Norðoya tjóðveldisfelag

Mánakvøldið 17. mars varð aðalfundur hildin í Norðoya tjóðveldisfelag.

Til høvi varð Ólavur Ellefsen boðin at tosa um áhugaverda evnið nýskapan og tess týdning fyri samfelag okkara.
Til orðstýrara varð Jógvan Ravnsfjall valdur, og heitti hann á fundarfólkið um at minnast teir limir, sum eru farnir síðani seinasta aðalfund við tøgn.

Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali. Av teimum ynsktu Ninni og Jens Sigurð ikki afturval. 

Í nevndina vóru vald Lone Høeg Bejer og Jancy Klein Biskopstø. Jóan Magnus Magnusson varð afturvaldur. Umframt tey sita Rani Nolsøe og Nikolina Olsen í nevndini.

Í formansfrágreiðinigini gekk fram, at Norðoya Tjóðveldisfelag í farna ári hevur skipað fyri Flaggdeagskafé, 14. septemberhaldi og rimmar tjóðveldisveitslu í samband við eykaflokstingið í Haraldssundi í november mánaða. 

Aðalfundurin samtykti annars svørtu tølini á botnlinjuni í roknskapinum og eftir eitt gott politiskt kjak endaði fundurin við tjóðsanginum, sum siður er.

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad