Lýsing

Samgongan er ein hóttan móti framtíðini hjá føroyingum

Lagt er fram eitt fíggjarliga ”sminkað lík”.
Ongin politisk visjón ella ætlan er at hóma, bert ein býtishandil millum einstaklingar í samgonguni.

 

Gjógvin millum láglønt og hálønt søguliga stór
Samgongan hevur undirgravað landsins inntøkur við 265 mió. kr. árliga við at lata skattalættar, ið helvtin av føroyingum – øll tey, ið hava lægri inntøkur – als ongan ágóða fáa av, meðan hálønt fáa millum 4000 og 7000 kr. meira pr. mánað.
Samstundis er pensjónsskatturin øktur munandi – serliga hjá teimum við lágum pensjónum.

Hetta hevur víðkað gjónna millum láglønt og hálønt munandi og nú verður so hildið áfram at spara har minst er at fara eftir.

 

Hóast landskassin hevur inntøkuført 220 mió. kr. í pensjónsskatti frá framtíðini á fíggjarlógini fyri 2012, og hóast landskassin hevur fingið eingangs kapitalvinningsskattainntøku frá einari sølu á 158 mió. kr. í 2012, so er hallið 365 mió. kr. Tvs. í veruleikanum er hallið í 2012 helst  heilar 743 mió. kr. Til samanberingar var hetta 400 mió. kr. í 2011. Hetta er ein fíggjarpolitikkur á vandakós og hildið verður áfram.

 

Prísurin fyri flatskattalættan skal nú rindast
Samgongan hevur nú lagt fram sínar raðfestingar komandi árini, og innibera hesar eitt nú fylgjandi.

 

Almanna- og heilsuøkið munandi skerjast:

• Almanna- og heilsuøkið skal nú spara 170 mió. kr.

• Pensjónsaldurin hækkar uppí 69 ár. Úr 67 ár uppí 68 ár longu 1. januar 2013.

• Fyritíðarpensjónistar fáa inntøkulækking.

• Sambýli til sálarveik er útsett.

 

Útbúgving og mentan skal niðurraðfestast:

• Útbúgving og mentan skal spara 56 mió. kr.

• Marknagilsdepilin er útsettur til 2016.

• Fróðskaparsetrið verður skert.

• Tjóðleikhús og Havrannsóknarskip eru nú strikað.

• ES-granskingarsamstarvið steðgað.

 

Útjaðarin verður skerdur:

• Eitt nú verður samferðslan til útjaðaran skerd, við færri túrum bæði til Sands og Suðuroyar.

 

Sjálvbjargniskósin skal steðgast:

• Niðurleggja Landsbanka Føroya.

• Niðurleggja Sendistovu Føroya í London.

• Niðurleggja stjórnarskipanararbeiðið.

• Niðurleggja arbeiðið við føroyskari rættarskipan.

• Hækka blokkstuðulin.

 

Føroyar hava nú verið á vandakós í 4 mánaðar
Teir 4 flokkarnir í samgonguni hava í dag staðfest, at ætlanin er, at halda áfram við hesum komandi 4 árini. Hetta vil føra til búskaparafturgongd og fólkaminking.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tó valt at kalla sína frágreiðing um karmar komandi árini ”Á rættari kós”. Hetta hóast Føroyar á vandakós – fyri tey allar flestu.

Eitt meira hóskandi heiti fyri karmarnar hjá samgonguni hevði verið: ”Á rættari kós – fyri tey fáu”.

 

Á Løgtingi, 30. mars 2012
Tjóðveldi

 

Meira fæst at vita við at venda sær til:
–         Kristina Háfoss, framsøgufólk Tjóðveldis í fíggjarmálum, á tlf. 21 00 36
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad