Lýsing

Bjørt spyr um broytingar í vinnulóggávuni

Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um eigarastruktur í Tryggingarfelagnum Føroyar

 

– Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakrar lógarbroytingar, soleiðis, at bundið verður fyri óhepnum eigarastrukturi í samfelagsliga týdningarmiklum fyritøkum, sum Tryggingarfelagnum Føroyar?

– Hvørjar lógarbroytingar sær landsstýrismaðurin fyri sær, at til ber at gera?

– Hvussu kann landsstýrismaðurin tryggja, at fult óhefni er millum nevnd og leiðslu í fyritøkum við alstórum samfelagsligum týdningi?

 

Viðmerkingar
Tryggingarfelagið Føroyar er ein hin týdningarmesta fyritøkan yvirhøvur í Føroyska samfelagnum, og ikki minni nú, tað hevur keypt EIK og sostatt eigur helvtina av føroyska bankakervinum.  Talan er sostatt ikki um nakra tilvildarliga privata fyritøku, men um eina fyritøku, sum hevur og fer at hava beinleiðis ávirkan á alt hitt føroyska fíggjarkervið.

Tað eru tryggingartakararnir, sum í roynd og veru eiga TF-Holding.  Kortini hava hesir millum lítla og onga ávirkan. Eigarastruktururin og reglugerðir fyri samtakið eru ikki hepnar.

Í seinastuni hevur nógv verið umrøtt óhepnu umstøðurnar kring setan av stjóra og nevndarformanni í Tryggingarfelagnum Føroyar, umframt sera høgar samsýningar til leiðlsu og nevnd. 

Í einari fyri samfelagið so týðandi fyritøku er tað avgerandi neyðugt, at nevnd og leiðla eru fakliga væl kvalifiseraði og virka topprofessionelt. Hóast nýggi nevndarformaðurin má metast at vera sera væl kvalifiseraður fakliga, so skerst ikki burtur, at hann sum nevndarformaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna nú skal taka støðu til og hava eftirlit við teimum avgerðum, hann sjálvur fyri stuttum hevur tikið, sum forstjóri í felagnum.

Í viðtøkunum fyri felagið, er einki sum forðar fyri, at leiðslan í TF-Holding eisini kann sita í nevndini fyri Ognarfelag Tryggignartakaranna. Men lítil ivi er um, at hetta kann geva eina sera óhepna samanblanding av áhugamálum, sum vit kenna tað frá søguni um EIK-banka og táverandi eigaran EIK-grunnin.

Tað vakti eisini ans, tá TF setti nýggjan stjóra uttan at lýsa starvið leyst. Tað er vanligt aðrastaðni, at slík størv ikki verða lýst leys. Men, havandi í huga uppgávurnar, sum stóðu fyri framman,  so skuldi ein mett, at nevndin var áhugað at leita við ljós og lyktu eftir einum nýggjum stjóra við drúgvum royndum innan trygginga- og bankavirksemi. 

Tá so fyrrverandi stjórin stutt eftir fráferð, verður settur sum nevndarformaður, byrja spurnartekini av álvara at troðka seg fram.

Konstruktiónin í Tryggingarfelagnum minnir, sum nevnt, nógv sum kontstruktiónina millum EIK-banka og EIK-grunnin, og hava vit øll verið vitni til vanlukkuligu avleiðingina av hesi skipan.
Nú TF-samtakið eisini er vorðið en høvuðsbanki í Føroyum, er átrokandi neyðugt, at nevndarlimirnir verða valdir eftir fakligum førleika, og at vatntøtt skott eru millum nevnd og leiðslu, so nevndin kann geva kvalifiseraða sparring, og ikki minst geva neyðugt við- og mótspæl, í truplum málum.

 

Á løgtingi 20. mars 2011
Bjørt Samuelsen
tingkvinna 
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad