Lýsing

Páll spyr um familjuferðaseðlar við Strandfaraskipum Landsins

 Fyrispurningur
 
1.   Metir landsstýrismaðurin, at munurin í ferðaseðlakostnaði millum sjóvegis farleiðirnar, og undirsjóvartunlarnar er rættur og rímiligur?

2.   Ætlar landsstýrismaðurin at javnseta føroysku familjurnar í ferðaseðla­kostnaði, tá um sjóvegis farleiðir ræður, samanborið við koyring gjøgnum  undirsjóvartunlar?

3.   Um ja, nær?

4.      Um ikki, hví?

Viðmerkingar
Ferðamynstrið innlendis í Føroyum er broytt munandi seinnu árini. Høvuðsbroytingin er, at stórur partur av landinum,  umboðandi  uml. 85% av fólkatalinum, er bundin saman við einum og sama veganeti, og harvið hava flestu føroyingar fingið betri møguleika at virka, vitja og finna hvønn annan. Fyrimunirnir eru eyðsýndir fyri stóra felagsskapin av føroyingum, sum búgva og virka á meginøkinum.
 
Serliga undirsjóvartunlarnir hava lætt um gerandisdagin, har sundini fyrr skiltu oyggjarnar, og smidliga gjaldskipanin, har goldið verður fyri hvønn bil sær, er ein sannur fongur fyri sosialu trivnaðarmøguleikarnar. Harumframt hava tunnilsfeløgini, lagt seg eftir at skipa prísleguna, so at flestu okkara duga at fylla bilin so hóskandi, tá ferðast verður um gjaldstøðirnar.  Hettar er í mun til staklingakoyring gagnligt fyri fólkið og familjurnar, men ikki minst fyri umhvørvið. Soleiðis skipar meginøkið í landinum seg so sára væl og lýtaleyst, tá um ferð og flutning ræður.
 
Annarleiðis er, har firðir og sund framvegis skilja. Har Strandfaraskip  Landsins  er flutningsveitari,  eru framvegis ótíðarhóskandi avrokningarskipanir. Barnafamiljan úr Suðri uppá 2 vaksin og 3 børn, sum ætlar sær at vitja systkinabarnið í Kvívík á fermingardegnum, setir seg í familjubilin og koyrir umborð á Smyril.  Her verður í mun til skyldfólkini úr Klaksvík, sum ætla sær somu leið, kravt fyri hvørt høvd í bilinum, stór og smá.  
 
Týdningarmesti munurin er kortini kostnaðurin. Ella rættari kostnaðarmunurin. Famijan úr Klaksvík skal rinda 130 kr. fyri at flyta seg um fjørðin. Hettar um familjan ikki hevur nakra avsláttarskipan. Familjan úr Suðri skal hinvegin  rinda 450 kr. fyri at flyta seg og bilin um Suðuroyarfjørð. Somuleiðis uttan avsláttarskipan.
 
Vit eru øll borgarar í sama landi. Eitt er, at familjan úr Suðri ikki hevur fast samband, sum stórur partur av landi okkara. Eitt annað er, at hon skal rinda tvey, og trífalt, fyri eina tænastu, sum stendur  væl  aftan fyri undirsjóvartunlarnar.
 
Omanfyristandandi søga er ikki einastandandi. Hon er galdandi fyri allar føroyingar, sum búgva í føroyska útjaðaranum. Hesin parturin av Føroyum er samtundis mest hótti parturin av Føroyum, tá um fólkasamanseting ræður.
 
Sum ein roynd at bøta um møguleikarnar hjá barnafamiljum uttan fyri meginøkið í Føroyum,  at luttaka, virka og vinna í Føroyska samfelagnum, hevði tað so ikki verið eitt hugskot, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Johan Dahl,  skipar  eitt tilboð við familjuferðaseðlum við Strandfaraskipum Landsins, bæði við bili og uttan, so at familjuferðaseðlar (2-7 ferðafólk) kunnu keypast fyri kostnaðir líkir teimum í galda fyri koyring gjøgnum undirsjóvartunlar okkara. 

 

Páll á Reynatúgvu

Á tingfundi 16. mars 2011 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad