Lýsing

Páll spyr um veðurlagspolitikk

1. Hevur landsstýriskvinnan framvegis ta fatan, at veðurlagspolitikkur Føroya er rætta grundarlagið hjá føroyska samfelagnum at arbeiða eftir á veðurlagsøkinum?

2. Heldur landsstýriskvinnan fast um yvirskipaða málsetningin og tíðarfreistina fyri at útinna veðurlagspolitikkin?
 

3. Hvør hevur sambært landsstýriskvinnuni yvirskipaðu ábyrgdina av, at politikkurin verður framdur í verki?

4. Hvør hevur ítøkiligu ábyrgdina av, at politikkurin verður framdur sambært løgtingssam¬tyktini?

5. Íløgur í framleiðsluverk og el-net skulu gerast fyri millum 2 og 3 mia.kr. fyri at náa málinum um 75 % av varandi el-orku á landi. Hvussu skal henda ætlan fíggjast og av hvørjum?

6. Sambært veðurlagspolitikkinum skal útbyggingin fíggjast við hækkandi brúkaraprísum, t.e. hægri el-prísum. Metir landsstýriskvinnan tað framvegis vera rætta háttin at fíggja útbygg¬ingarnar?

7. Hvørji ítøkilig stig hevur landsstýrið tikið fyri at náa málunum í veðurlagspolitkki Føroya síðani samtyktina á Løgtingi.

8. Hvussu nógvan pening hevur landsstýrið nýtt til tess at náa málinum í veðurlagspolitkki Føroya?

9. Hvussu nógvan pening fer landsstýrið at nýta til tess at náa málunum í veðurlagspolitikki Føroya tað, sum eftir er av valskeiðnum?

10. Hvørji stig eru tikin av landsstýrinum fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum hjá føroyska fiski- og farmaflotanum?

Viðmerkingar:
Løgtingið samtykti í 2009 Veðurlagspolitikk Føroya einmælt eftir uppskotið frá landsstýriskvinnuni í veðurlagsmálum, Anniku Olsen.

Øllum kunnugt hava støðugt hækkandi oljuprísirnir á heimsmarknaðinum veruliga varpað ljós á føroysku orkuframleiðsluna á sjógvi og landi. Føroyska húsarhaldið og vinnan kenna dagliga sviðan av hækkandi oljuprísunum.

Ilt er at spáa um framtíðina, men flestu eygleiðarar meta, oljuprísin á heimsmarknaðinum fara at hækka munandi komandi árini. Um so verður, so kemur føroyska samfelagið samanlagt at brúka munandi størri part av BTÚ til orkuframleiðslu, um vit ikki megna at umleggja orkunýtsluna munandi. Vit gerast harvið sum samfelag fátækari og hava minni at gera gott við á øðrum økjum.

Einki er at ivast í, at føroyska orkutilfeingið er fjølbroytt og munagott og kann innan tjúgu ár skipa føroysku orkunýtsluna á landi mestsum leysa av oljuni, men týdningarmikið er, at farið verður miðvíst til verka nú.  Vit eiga við árræði at fara undir stóru uppgávuna og í felag lyfta henni.
 

Tað er tó á hesum øki, sum so mongum øðrum, týdningarmikið at fáa lýst og staðfest, hvør skal gera hvat. Og týdningarmest av øllum, ikki at støkka sær undan ábyrgdini, vit hava mótvegis komandi ættarliðum av føroyingum,  og mótvegis altjóða samfelagnum.

 

Á Løgtingi, 15. mars 2011

Páll á Reynatúgvu

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad