Lýsing

Tjóðveldi vil hava lóg um náttúruvernd

Tjóðveldi hevur tí lagt fyri Løgtingið eina nýggja lóg, sum skal verða høvuðsamboðið at verja okkara ríku og fjølbroyttu náttúru.

 

Í mong ár, hevur verið bíðað eftir hesi lóggávuni, sum skal koma í staðin fyri gomlu lógina um náttúrufriðing, ið als ikki er tíðarhóskandi og sum ikki tryggjar munadygga vernd av náttúruni.

 

Høvuðsendamálið við nýggju lógini er at varðveita og verja margfeldni í náttúruni – djór, plantur, landssløg, áir, vøtn og sjóøki. Ein náttúrverndarætlan skal tryggja, at verndaratlit verða tikin í góðari tíð, og við nýggju lógini verður arbeiðið at verja náttúruna munandi virknari og meira framatrættað enn í dag.

 

Nýggja lógin áleggur landsstýrisfólkinum fjórða hvørt ár at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið, har týdningarmikil náttúruverndarviðurskifti verða lýst, eitt nú um hótt landsløg, djóra- og plantusløg, og dálkaði sjóøki og áir. Slík aðalorðaskifti fara uttan iva at skapa størri tilvitan um støðuna í náttúruni, og gera greitt, hvørji verndarátøk eru neyðug at raðfesta.

 

Bíða leingi
Longu í 1993 samtykti Løgtingið ST-sáttmálan um lívføðiligt margfeldni, og bant seg við hesum til at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldni. Og í 2006 samtykti Løgtingið við stórum meiriluta, at heita á landsstýrið um at fylgja nevnda ST-sáttmála. Men, játtanin til arbeiðið at skráseta margfeldnið í føroysku náttúruni varð sama ár steðgað við teirri grundgeving, at nú fór ein náttúruverndarlóg, sum skipaði alt náttúruøkið, at koma.

 

Tað var táverandi Olju- og umhvørvismálaráðið, sum upprunaliga fór undir at smíða uppskotið til náttúruverndarlóg, og í 2007 sendi Innlendismálaráðið eitt lógaruppskot til hoyringar. Men, tað vann ongantíð vegin fram til Løgtingið. Uppskotið, sum Tjóðveldi nú hevur lagt fram, tekur støði í upprunauppskotinum frá Innlendismálaráðnum. Tó eru ein røð av broytingum gjørdar.

Eitt nú eru greinar, ið snúgva seg um at fyribyrgja dálking og misrøkt av náttúruni víðkaðar, eins og greinar eru gjørdar sum áseta, at ikki er loyvt ótálmað at flyta inn plantur og djór til landið. Eisini er ásett, at ferðafólk ikki uttan loyvi kunnu taka við sær steinar, blómur og annað virðismikið tilfar úr føroysku náttúruni.

 

uppskotið kann lesast her

Deil hesa grein umvegis
468 ad