Lýsing

Arbeiðseftirlitið, enn einaferð

Tá munligir fyrispurningar verða í morgin, vil Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hava løgmann at svara, um hann framvegis metir, at samanleggingin av Arbeiðseftirlitinum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru nóg væl fyrireikað, so trygdin ikki verður verri, og vandin fyri arbeiðsvanlukkum størri. Sambært innlitskjølum, sum Samtak vísir til í tíðindaskrivi, er samanleggingin alt annað enn væl fyrireikað

 

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, um Arbeiðseftirlitið og trygd á arbeiðsplássum

– Metir løgmaður, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur fyrireikað samanleggingina av Arbeiðseftirlitinum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni nóg væl?

– Kann løgmaður veita Løgtinginum vissu fyri, at trygdin á arbeiðsplássum ikki á nakran hátt verður verri, eftir at Arbeiðseftirlitið er skert og lagt saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni?

Viðmerkingar
Fleiri tingfólk hava seinastu vikurnar sett spurningar viðvíkjandi avleiðingunum av skerjingini av Arbeiðseftirlitinum, sum byrjaði tá sitandi landsstýri tók við, og síðani hevur hildið áframm. Og í hvønn mun samanleggingin av Arbeiðseftirlitinum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni er fyrireikað so mikið væl, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássum ikki verður verri, og vandin fyri arbeiðsvanlukkum harvið størri. Løgmaður og landsstýrismaðurin hava svarað, at samanleggingin er nóg væl fyrireikað. 

Men, sambært skjølum, sum Samtak hevur fingið innlit í frá Vinnumálaráðnum, er samanleggingin av Arbeiðseftirlitinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni alt annað enn væl fyrireikað. Samtak skrivar í tíðindaskrivi m.a. soleiðis:

 

“… ikki serliga nógv er skrásett í hesum týdningarmikla máli. Tað mesta av virkseminum í sambandi við samanleggingina snýr seg um løn, lønarflokkar, hvør skal vera stjóri og um annar stjórin kann sleppa frá við løn.

Vinnumálaráðið hevur gjørt eitt eitt upprit, um samanleggingina, men tað er ikki annað ein ein grunn gjøgnumgongd av nøkrum fáum viðurskiftum. Tað er ov illa greitt frá (…) hvussu samanlagdi stovnurin skal megna sínar lógarásettu uppgávur.

 

… fakligu grundgevingarnar fyri samanleggingini halda ikki. (…). Eisini eru fíggjarligu grundgevingarnar sera ivasamar, fyri ikki at siga ongar.

 

Matvørutrygd og framleiðslugóðkenning er ikki tað sama sum persónstrygd á arbeiðsplássunum, og førleikarnir eru fullkomiliga ymiskir, hjá teimum fólkum, sum skulu meta um matvørutrygd og persónstrygd.

Løntakarar her á landi skulu tí í framtíðini ikki vænta sær, at trygdin á føroyska arbeiðsmarknaðinum verður betri. Tvørturímóti ber til at staðfesta, at minni eftirlit verður í mun til vernd løntakaranna. Hetta fer helst at føra við sær, at fleiri fólk vera rakt av arbeiðsvanlukkum og vinnusjúkum.  ”

 

Á Løgtingi 7.mars 2011

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad