Lýsing

Uppskot lagt fyri tingið um at javnseta økini í landinum í sambandi við arbeiðssteðg

Tá gjørdu nógvir politikarar vart við seg við hvøssum útmeldingum um málið. Tjóðveldi gjørdi greitt, at flokkurin ongantíð fer at taka undir við lóggeva um rættin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at samráðast og fara í verkfall. Tí er einasti háttur at viðgera og loysa tann ójavna, ið tekur seg upp millum økini í landinum í sambandi við arbeiðssteðg, at partarnir samráðast um málið “í friðartíð”.

 

Tjóðveldi lovaði at leggja uppskot fram á ting um at fáa hesar samráðingar í lag. Tað er nú gjørt, og í dag varð soljóðandi uppskot lagt fyri tingið:

 

 

 

Uppskot til samtyktar

 

um at taka upp samráðingar um at javnseta økini í landinum við at tryggja sjóvegis samferðslu í støðu við arbeiðssteðgi

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka upp samráðingar við fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum til tess at tryggja avtalur um, at økini í landinum verða javnsett tá um samferðslu ræður og sjóvegis samferðslan kann røkjast í støðum við arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum

 

Viðmerkingar

Sáttmálasamráðingarnar millum feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og kommunurnar hinumegin, eru júst lidnar, og tað eydnaðist tíbetur at finna semju, hóast útlit vóru fyri arbeiðssteðgi.

 

Í tí sambandi varð aftur varpað ljós á ein serstakan ójavna millum økini í landinum, tá arbeiðssteðgur er.

 

Afturvendandi hava støður tikið seg upp, har verkfall/verkbann raka serstakliga ójavnt kring landið, av tí at sjóvegis samferðslan til økir í landinum verður rakt umframt aðrar avleiðingar av arbeiðssteðgi.

 

Áður var størri partur av landinum raktur av hesum, men eftir at koyrandi er millum 85% av føroyska fólkinum, eru tað nú serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, Nólsoyggin og partvíst aðrar oyggjar, ið verða raktar.

 

Tá arbeiðssteðgur hevur tikið seg upp – ella møguleikin fyri arbeiðssteðgi hevur ligið fyri  í sambandi við sáttmálasamráðingar á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum – hevur av røttum verið víst á, at talan er um landsvegirnar hjá hesum økjum, ið verða rakt. Og at hesi øki tískil umframt at skula liva við avleiðingunum av arbeiðssteðgi fyri alt landið, verða tvífalt rakt, av tí at allir møguleikar fyri vanligari samferðslu, steðga.

 

At hetta hevur djúptøknar avleiðingar fyri fólk, familjur, vinnu og vøruflutning, er eyðsæð.

 

Harumframt er eisini talan um ein trygdarspurning, av tí, at fólk verða noydd at finna meira ella minni alternativar samferðsluvegir.

 

Tað hevur somuleiðis verið afturvendandi, at tá støðan er íkomin ella er væntandi, koma knappliga uppskot um at gera nakað við málið. Og landsstýrisfólk og løgtingsfólk siga seg vilja leggja upp í ein arbeiðssteðg við lóg. Men eins skjótt tykist málið at verða burturgloymt aftur, tá sáttmálar eru undirskrivaðir.

 

Fyri Tjóðveldi er tað sera avgerandi og eitt prinsippmál, at rættindini og skyldurnar á arbeiðsmarknaðinum verða avtalaðar við frælsum samráðingum á arbeiðsmarknaðinum.

 

Fer annar samráðingarparturin, ið hevur tann valdsmøguleikan – nevniliga landsstýrið –  inn við lóg í eina arbeiðsósemju, so er arbeiðsmarknaðurin og frælsi samráðingarrætturin syndraður. Tá verða avleiðingarnar djúptøknar og møguleikarnir fyri eini siviliseraðari loysn á so grundleggjandi spurningum, skotnir langt út í framtíðina.

 

Málið um samráðingarrætt og verkfalsrætt á arbeiðsmarknaðinum, og hetta at javnseta økini í landinum viðvíkjandi samferðslu, skal sostatt loysast við samráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn arbeiðssteðgur kemur í.

 

Sjálvsagt er tað so – eins og gjørt hevur verið á øðrum arbeiðsmarknaðarøkjum – at um fakfeløg ella fakbólkar skulu siga frá sær verkfalsrætt á einum øki, so krevur tað afturbering á annan hátt.

 

Tí er bert ein møguleiki: At landsstýrið tekur upp samráðingar við tey avvarðandi fakfeløgini á bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, ið eru avgerandi fyri sjóvegis samferðsluna, við tí endamáli, at gera eina avtalu um at javnseta økini í landinum, tá um samferðslu ræður.

 

Nú er møguleikin at gera hetta í “friðartíð” – og bert eitt ár er til komandi sáttmálasamráðingar.

 

Tí verður skotið upp, at Løgtingið tekur undir við fyriliggjandi uppskoti.

 

 

Vegna Tjóðveldi

 

Høgni Hoydal

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad