Lýsing

Tjóðveldisfólk á hvørvisteininum

Fólk vóru savnað úr øllum landinum og huglagið var gott. Tjóðveldi og Unga Tjóðveldið høvdu valt at ganga nýggjar leiðir í einum felags átaki, sum hevði til endamáls, at menna hugsjónarliga jørðildið í flokki og ungmannafelag, nú apati og fullkomið hugsjónarloysi ræður í landinum. Leivdirnar av neoliberala eksperimentinum hjá Óla Breckmann frá 2004-2008, við Eidesgaard sum stavnamanni, syngur nú sín svanasong. Tí ræður um, at eitt væl dubbað lið stendur tilbúgvið, at taka við valdinum, táið útslignu politisku zombiararnir fara um lúnningina einaferð seinri í ár.

 

Uni Arge spældi nakrar av sínum vælkendu vísum, næstformaðurin, Tórbjørn Jacobsen, bjóðaði øllum at vera vælkomin, og lat síðani fundin upp í hendurnar á journalistinum Jón Briani Hvidtfeldt at stjórna.

 

Hans Andrias Sølvará legði fyri, og tók útgangsstøði í eini røðu, sum fyrrverandi formaður floksins, Erlendur Patursson, flutti fram í Kommunuskúlagarðinum á Ólavsvøku í 1938. Temaið var danska lygnin. Fyrilesturin hjá søgufrøðinginum var ein ferð ígjøgnum tjóðskaparpolitisku søgu landsins, og áhugavert var at síggja skjalprógvini um, hvussu eitt nú Jóannes Bóndi varð radikaliseraður tjóðskaparliga/politiskt við aldrinum. Erlendur vaks upp í hesum tíðarskeiðnum, og sum Sigurð Joensen segði í samrøðu við Jógvan Arge í Útvarpinum fyri nøkrum árum síðani, so var hann avkláraður í tjóðskaparspurninginum, táið hann kom til Keypmannahavnar úr Reykjavík og Oslo. Ein suverenur statur var málið, ið skuldi røkkast, sum karmur um føroysku tjóðina. Hans Andrias fer nú at taka við har Jákup Thorsteinsson, sáli, slepti í søguskrivingini um politisku søgu Føroya, og tað munnu vera mong sum í epenningi bíða eftir úrslitinum. Alt ov lítið er felt niður um farnu øldina í søguligum ljósi, spjaddir snøklar liggja ymsastaðni, og frálæran í skúlum okkara um hesa tíðina er næstan ikki til. Tá er skjótt at gerast eitt søguleyst fólk.

 

Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, legði síðani fram ein fyrilestur, sum var ógvuliga informativur um støðuna hjá teimum tímaløntu í Føroyum. Útsýnið var stórt í fyrilestrinum, proletariatið í øllum heiminum varð sett undir luppin, og hon gjørdi eisini nakrar metingur um, hvussu støðan fer at vera í árunum sum koma. Yrkjarin, háskúlamaðurin og heimspekingurin Rói Patursson flutti síðani fram eina hugleiðing um týdningin av orðinum frælsi. Frælsi í heimspekiligum ljósi. Tað er ikki ofta, at ein kennir seg vera komnan niður í veruliga substansin í einum máli, serliga ikki í okkara tíðarbundnu grunnskygdu materiutráan, men fyri mong teirra, ið møtt vóru til fundar, mundu orðini hjá Róa vera balsam fyri sálina. Hann er sum yrkjari kendur fyri sína eminentu balansugongd, og tað ger, at áhoyrarin sjálvur má seta spekulatorin í gongd. Fyrilestur hansara átti at verið tvungin lestur hjá øllum, sum taka orðið frælsi í sín munn, vónandi verður hann alment atgongiligur, táið hann einaferð er snøggaður endaliga til, sum hann sjálvur tók til í eini replik.

 

Seinasti fyrilesturin var um fiskivinnupolitikk. Atli Gregersen, fiskivinnufrøðingur, gjørdi greiði fyri, hvussu vit kunnu koma okkum úr óvanligu ringu støðuni vit eru í, í høvuðsvinnu okkara. Hann ivast ikki í, at vit eiga at lurta eftir Havstovuni og ICES, táið vit seta karmarnar um fiskiveiðina á Føroya-leiðunum. Verður katastrofukósin í fiskivinnupolitikkinum ikki snarað 180 stig, fæst ikki skil á búskaparliga fundamentið undir føroyska samfelagnum. Hann helt lítið um politikkin hjá teimum, ið nú stjórna fiskivinnupolitikkinum, og helt annars, at CHE-samgongan var á rættari leið í so máta. Annars var fyrilestur hansara somikið pedagogiskur, at hvørt mansbarn kundi skilja eitt mál, sum annars er ógvuliga komplekst, og kanska er tað so galið, at ein stórur partur av tinginum ikki skilir natúruna í lógarkarminum, ið skuldi eitast, at regulera fiskiveiðina innanvert 200-fjórðinga fiskimarkið. Seinasti røðarin var Gunnhild Dahl Niclasen. Hon flutti fram politiska røðu sum oddviti í Unga Tjóðveldinum, ið skuldi hava landsfund beint eftir hugsjónardagin.

 

Seinasta átakið á degnum var pallborð mannað við Annitu á Fríðriksmørk, Bjørt Samulesen, Sjúrði Skaale og Bjarna Niclasen. Kjakið tók støðið í tí sum “uttangarðsopponentarnir” høvdu sagt frammanundan, og fundarluttakararnir spardu ikki pallborðið við spurningum. Eftir at tjóðsangurin var sungin, mundu tey flestu vera samd um, at ein hugkveikjandi dagur var komin at enda.

 

Næsta leygardag heldur hugsjónarátakið hjá Unga Tjóðveldinum og Tjóðveldinum fram. Tá fer Ronnie Thomassen at tosa um almanna- og heilsupolitikk, Jonhard Mikkelsen um mentanarpolitikk, Magni Arge um vinnupolitikk og Hermann Oskarsson um búskap og búskaparpolitikk. Hin helvtin av tingmanningini og umboð fyri UT fara at manna pallborðið, og formaður floksins fer at flyta fram røðu. Hesir báðir dagarnir áttu at lynt væl undir eitt mergjað floksting, ið verður hildið annað vikuskiftið í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Høvuðsevnið á flokstinginum verður sjálvandi fiskivinna.

 

Vit hittast aftur í vikuskiftunum sum koma. Fyrst á hvørvisteininum í Sjónleikarhúsinum í Havn og síðani í Vestmanna. Tað er nú alternativið skal brýnast og snøggast til, í mun til teirra, sum eru samd um onki annað, enn at sita við valdinum fyri valdsins sakir. Tjóðin hevur tørv á eini stjórn við málum og miðum, ið røkka longur enn damlanin í donsku heimastýristjørnini.

 

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad