Kvívíkskonubrot í Vestmanna fimmti

Heidi er í løtuni næsta kvinna á lista Tjóðveldisins til Løgtingið. Hon varð vald á ting í Norðstreymoyar valdømi í 2004 – sum fyrsta tjóðveldiskvinna í Norðstreymi, og onnur kvinnan nakrantíð eftir Mariu Hansen. Hon sat á tingi til tann 15. september í 2008, tá táverandi løgmaður sleit samgonguna, og hon skuldi júst taka við sum forkvinna í fíggjarnevndini.

 

Tað er neyvan ov nógv sagt, at hevði Heidi Petersen sitið í hesum sessi í dag, og ein samhaldsføst samgonga hildið fram, høvdu fíggjarligu raðfestingarnar og skilið verið munandi øðrvísi og búskaparliga ábyrgdin á heilt øðrum støði í Føroyum í dag.

 

Hetta hevur Heidi prógvað í sínum longu sera fjølbroytta politiska og fakliga virki. Heidi er kvíkingur, og giftist Tummasi av vælkendu Cristophersen-ættini í Vestmanna. Og hon hevur gjørt allar søgur um stríð og agg millum vestmenningar og kvíkingar til skammar. Heidi fór inn í kommunalpolitikk og var partur av teimum sterku kvinnum, ið tóku valdið og ábyrgdina í Vestmanna Bygdarráð í 1988 og leiddu bygdina gjøgnum kreppuárini, trupla skuld og brotasjógvar. Hon legði saman við hinum bygdaráðslimunum dentin á sosialar batar, mentan, skúla, umhvørvi, vinnuligar karmar og fíggjarligt skil. Frá 1988 til 1992 var Heidi somuleiðis nevndarlimur í Føroya Kommunufelag.

 

Heidi er útbúgvin lærari, og hevur umframt nýskapandi virksemi og áræði í lærarayrkinum tikið fakliga felagsábyrgd sum formaður í Skúlavegleiðarafelagnum.

 

Í 2001 gjørdist hon forkvinna í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, og var við til at leggja lunnar undir, at Tjóðveldi framvegis átti annað umboðið í Norðstreymi, til vallógin varð broytt í 2008.

Frá 2002-2004 var hon formaður í aðalstjórn Tjóðveldisins og tók eisini her stóra ábyrgd, m.a. við størri átøkum at samskipa lokalu tjóðveldisfeløgini kring landið, og at fáa fólkaræði og ávirkan limanna at mennast í flokkinum.

 

Heidi hevur sostatt gjørt eitt drúgt arbeiði, og hevur vunnið sær royndir í øllum slag av politiskum og fakligum arbeiði, áðrenn hon gjørdist tingkvinna. Hetta kemur eisini bæði henni, flokkinum og øllum tinginum til góðar. Hon er hugsjónarkvinna og hevur frælsi og fólkaræði sum fremstu politisku stavnhald. Og hon leggur alstóran dent á, at føroyskt tjóðarfrælsi skal byggja á veruligt frælsi millum landsins íbúgvar og eitt virkandi fólkaræði. Tað krevur ikki bert, at føroyingar taka fólkaræðið og ábyrgdina av øllum okkara viðurskiftum. Men sjálvsagt eisini, at øll hava eins góða atgongd, ábyrgd og ávirkan á politisku avgerðirnar – ikki minst helvtin av øllum fólksliga tilfeingi landsins, sum ikki ber heitið kallkyn.

 

Og tá Heidi hevði vunnið sær sætið á tingi í 2004 við einum sera góðum persónligum vali, stóð skjótt øllum greitt, at hon ikki lat seg kísta av vanligum fordómum um kvinnur ella lat sær lynda ein trongan leiklut hjá kvinnum í politikki. Sjálv onnur tjóðveldiskvinna á tingi og bert sjálv triðja av øllum tinglimum, vildi Heidi beinanvegin fara undir broytingar í stirvnum politiskum skipanum og hugburðum. Hon leggur doyin á, at vanliga býtið millum sonevnd “hørð” og “bleyt” virðir skal broytast, og vil sjálvandi eins væl fáast við vinnumál sum við sosialmál og mentamál. Hon vil gera av við hugsanina, at kvinnur skulu bara fáast við tað, ið onkusvegna hevur fingið heitið “bleyt virði”, meðan mennirnir skulu taka sær av teimum “hørðu virðunum” sum vinnu, pengum, tunlum, uttanríkispolitikkiog valdspolitkki sum heild. Hvør skal siga: Hasum hava kvinnur jú ikki skil fyri. Ansið tit bara børnunum og teimum gomlu og sjúku, meðan vit eru úti og skaffa pening til húsarhaldið, fáast við vinnu og handil, byggja monumentini og gera teir hørðu rossahandlarnar.

 

Ikki talingur um, sigur Heidi.

Tískil gjørdist Heidi Petersen fyrsta kvinna á tingi, ið var framsøgufólk í fiskivinnumálum. Og hon legði í vinnunevndini stóra orku í at gera sínar hugsanir greiðar um vinnumenning, umframt asfalt, betong og infrakervið, sum sambært henni ikki skuldu skíggjast, men bert fáast í eina hóskandi langtíðarætlan og javnvigast við onnur týðandi virði.

 

Samstundis legði hon stóra orku í onnur av hjartamálum sínum: Skúla og útbúgving, har hon var framsøgukvinna og hevði støðug uppskot um at menna fólkaskúlan, miðnámssskúlarnar og Fróðskaparsetrið, og hon eigur m.a. sín stóra lut í, at Fiskivinnuskúlin í Vestmanna loksins fekk betri karmar. Mentan – har hon m.a. saman við Tjóðveldi fekk eitt uppskot samtykt um munandi størri játtan til Musikkskúlan og batar til Tjóðpallin og Mentanargrunnin. Umhvørvi – har hon var fyrst við uppskoti um tjóðarlundir í Føroyum. Sosialar batar til veikastu samfelagsbólkarnar, har stakir uppihaldarar loksins fingu batar eftir at sama uppskot varð lagt fram 4 ferðir frá Tjóðveldi.

 

Og í javnstøðuarbeiðinum hevur hon gingið undan við úrslitum. Heidi var saman við Annitu á Fríðriksmørk og Lisbeth L. Petersen stigtakari til útnorðurráðstevnu fyri kvinnur og til at stovnseta Demokratia, sum hevur bøtt munandi um kvinnuumboðanina á tingi, hóast langt er á mál.  

 

Heidi torir at siga sína hugsan á røttum stað, og hon fírir ikki fyri at svara aftur í sama stíli, tá jargongin við tingbólkaborðið ella á tingi, gerst íðan og kontant og harðmælt. Og hon hevur prógvað, at hon eisini torir at ganga undan og ímóti tí, sum kann geva prus og harðar atfinningar í politiska lívinum.

 

Saman við Tórbirni Jacobsen legði hon uppskotið hjá Tjóðveldi fram um tilfeingisbúð, og hon hevur tosað fyri og atkvøtt fyri niðurskurði í fiskidøgum, hóast hon sjálv er virkin í felagi, sum rekur fiskivinnu og eigur fiskiskip. Hetta gevur harðar ákoyringar hjá øllum, og ikki minni munnu ákoyringarnar hava verið í baklandinum í Norðstreymi og á heimafrontinum. Rokni við, at nógvir verbalar bóltar eru smassjaðir tvørturum køksborðið heima í Miðalsbrekku, men Heidi stendur fast við tað, hon hevur lagt fram í politikki. 

 

Heldur ikki skal fjalast út yvir, at Heidi mangan hevur verið ósamd við undirritaða og tingbólkin um avgerðir, ið eru tiknar, og hon hevur gjørt tað greitt við nýtum orðum. Tá ið tíðin mangan hevur prógvað, at hon hevði rætt, er hon ikki farin í leiklutin at siga “hvat segði eg”, men hon velur politisku málini og hugsjónina fram um og stríðist víðari.

 

Heidi Petersen var ein av teimum ið talaðu fyri at gera Føroyar til eitt valdømi við serligum denti á at styrkja kvinnuumboðanina á tingi. Lagnunnar speisemi vildi, at Heidi hevði verið vald syngjandi á ting í 2008, um Norðstreymoyar valdømi framvegis var. Men hon fegnaðist kortini um úrslitið, har tríggjar kvinnur komu á ting fyri Tjóðveldi, og har sera lítil munur er til næstu kvinnurnar á listanum. Hon fer við millumbili at taka sætið á tingi í hesum valskeiðnum í sambandi við farloyvir, og tað gleða vit okkum til í flokkinum.

 

Vegna Tjóðveldi ynski eg Heidi Petersen við familju hjartaliga tillukku við runda degnum við vón um drúgt samstarv og nógvar dystir frameftir. 

 


 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad