Lýsing

Uppskot um at yvirtaka persóns-, húsfólka- og arvarætt

Løgtingsmál nr. 172/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka persóns-, húsfólka- og
arvarætt undir føroyskt løgræði

§ 1. Málsøkini persóns-, húsfólka- og
arvarættur verða tikin undir føroyskt
løgræði frá 1. Januar 2014 at rokna.
§ 2. Føroyskir myndugleikar taka frá 1.
Januar 2014 við øllum skyldum í
sáttmálum, lógum og reglum, sum hava
verið lagdar øðrum myndugleikum á
málsøkjunum.
§ 3. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006
um ræði á málum og málsøkjum við seinni
broytingum verður tann 1. januar 2014, §
1, stk. 2, nr. 13 strikað.
§ 4.
Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.

Viðmerkingar
Í høvuðsheitum verður alt tað týdningarmikla økið, sum hevur við sivil rættindi borgaranna –
persóns-, familju- og arvarættur – í dag umsitin á Ríkisumboðnum.
Lóggávan er í flestu førum gomul, donsk lóggáva og gongur í fleiri førum 60-70 ár aftur í
tíðina.

Hjúnabandslógin varð dagførd í ár 2000, og lógirnar um foreldramyndugleika og
ómynduggering í 2006.

Men framvegis er talan um, at lóggáva, ið hevur týdning fyri mest persónligu rættindini og
mest viðkvomu viðurskifti hjá hvørjum einstøkum borgara, er avoldað. Og at málsviðgerð av
eitt nú hjúnaskilnaði, rætttindi barnanna til tvey foreldur, áseting av foreldragjaldi til børn ella
uppihaldspeningi til fyrrverandi hjúnafelaga fer fram hjá donskum myndugleikum í Føroyum.
Og fyri føroysku politisku skipanina er talan um viðurskifti, ið eingin kennir sær ábyrgdina
av, og tíansheldur hevur nakað dagligt innlit í. Ábyrgdin dettur niður ímillum, og hetta er
helst ein frágreiðing um, hví eitt land í 2012 hevur avgamla lóggávu á so týðandi øki.

Grundleggjandi rættindi, ið eru lýst og greið at taka ræði á
Í føroysku grundlógini verða grundleggjandi sivil rættindi og borgararættindi ásett.
Men bæði lóggávan og fyrisitingin av persóns-, familju- og arvarætti eru avgerandi fyri frælsi
og rættartrygd hjá borgarunum.

Eisini eru hesi rættindi avgerandi fyri:
• Hvussu flytførið er hjá føroyingum, tí rættindi skulu tryggjast, tá flutt verður í onnur lond
• Rættindini hjá fólki, ið flyta til Føroya
Longu í 2003 var ein samráðingarbólkur millum embætisfólk úr táverandi Løgmálaráðnum
og embætisfólk úr donskum ráðharrastovum liðugur við eina frágreiðing um alt økið og eina
lýsing av, hvussu málsøkið kann fyrisitast undir føroyskum løgræði og myndugleika.

Samráðingarbólkurin hevur lýst allar teir týdningarmiklu spurningarnar og lógaverkið á
økinum og hevur skotið upp, hvussu málini verða fyrisitin undir føroyskum ræði, lóggáva
dagførd – og hevur mett um kostnaðin.

Høvuðsmálini á málsøkinum

Í høvuðsheitum er talan um hesi mál:
• Hjúnaband og hjúnaskilnaður
• Arvalóggáva og deyðsbúgvaskifti
• Forsyrgjaraskyldur
• Hjúnaskilnaður og deyði í útlondum
• Barnapeningur
• Hjúnapeningur
• Rættur til samveru
• Foreldramyndugleiki
• Ómynduggerð og verjar hjá ómyndugum
• Hjúnasáttmálar
• Faðirskapsmál
• Ættleiðingarmál
• Fosturtøka og sterilisasjón
• Kærurættindi
Tilmæli um føroyska lóggávu og fyrisiting
Í frágreiðingini verður út í æsir lýst, hvussu lóggávan og fyristingin er í dag, og
embætisfólkini mæla til:
• At persóns-, familju- og arvarættur verða skipað undir føroyskum Løgmálaráði í einum
sjálvstøðugum stýri
• At kærumyndugleiki verður skipaður undir Føroya Kærustovni
• At øll lóggáva verður dagførd sambært fremstu altjóða krøvum, at lóggávan í Føroyum
verður meinlík norðurlendsku lóggávunum, og at vit binda okkum til norðurlendsku
avtalurnar á økinum.
Altjóða sáttmálar og lóggáva
Samráðingarnevndin vísir til teir týdningarmestu altjóða sáttmálarnar og avtalurnar, ið
Føroyar eiga at binda seg til og fylgja:
Norðurlendskir sáttmálar og avtalur um:
• Hjúnaband
• Hjúnapening
• Um arv og deyðsbúgvarskifti
• Lóg um viðurkenning av norðurlendskum faðirskapsmálum
• Lóg um viðrkenning og at fremja norðurlendskar avtalur um privatrættarlig krøv
Aðrir altjóða sáttmálar:
• ES-dómssáttmálin um privatrættarkrøv
• Lugano-sáttmálin um at viðurkenna privatrættarlig krøv
• ST- sáttmálin um barnarættindi
• Haag-sáttmálin um at viðurkenna sundurskilnað og hjúnaskilnað
• Haag-sáttmálin um at viðurkenna avgerðir um hjúnapening
• Haag-sáttmálin um at viðurkenna og fremja avgerðir um barnapening og
forsyrgjaraskyldu
• ST-sáttmálin um at taka inn hjúnapening
• Evroparáðs-sáttmálin um at viðurkenna og fremja avgerðir um foreldramyndugleika
• Haag-sáttmálin um sivilrættarligu avleiðingarnar av barnaburturflyting
• Haag-sáttmálin um at verja børn og samstarv um altjóða ættleiðing
• Evroparáðs-sáttmálin um at ættleiða børn
• Haag-sáttmálin um lógarósemjur um testamenti
• Evropeiski Mannarættindasáttmálin (grein 8 og grein 12).

Kostnaður at fyrisita persóns-, familju- og arvarætt
Embætisbólkurin mælir til eina skipan, har peningur verður settur av til at skipa eitt
sjálvstøðugt stýri (direktorat) til at fyrisita uppgávurnar á økinum. Hartil, at peningur verður
settur av til at dagføra lógaøkið og altjóða sáttmálar, og til kærumyndugleika, ið verður
samskipaður undir Føroya Kærustovni.

Tølini í hesum yvirliti eru frá 2003 – og her verður víst til táverandi Løgmálaráðið at gera
lógaarbeiðið. Í dag hevði uppgávan ligið hjá Innlendismálaráðnum.

Hartil er helst skilagott at skipa fyrisitingina av persóns-, familju- og arvarætti í mestan mun
saman við Meginbarnaverndarstovuni, ið er sett á stovn, eftir at frágreiðingin varð skrivað.
Lønarútreiðslur
Rakstur
Útreiðslur tils.
Løgmálaráðið
640.000
130.000
770.000
Stýri
2.000.000
400.000
2.400.000
Føroya Kærustovnur
360.000
70.000
430.000
Tils.
3.000.000
600.000
3.600.000

Sostatt verður her roknað við einum samlaðum kostanði á 3,6 mió. kr. árliga. Við atliti at
prís- og lønarvøkstri seinastu 9 árini eigur hetta talið at hækkast til ein árligan kostnað á 4
mió. kr. árliga til tess at fyrisita málið fullgott á føroyskum hondum.

Á Løgtingi, 29. februar 2012
Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad