Lýsing

Uppskot um at seta § 25 nevnd at gera fiskivinnunýskipan

Løgtingsmál nr. 159/2011: Uppskot til samtyktar um at seta § 25 nevnd at gera
fiskivinnunýskipan

Løgtingið samtykkir at seta eina § 25 nevnd, sambært Tingskipanini, við umboðum fyri allar
flokkar á tingi, ið skal gera uppskot til nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna, ið skal verða
galdandi frá 1. januar 2018.

Viðmerkingar
Allir flokkar á Løgtingi ynskja at skapa tryggar karmar um føroysku fiskivinnuna. Hóast hetta, so
eru meira enn 4 ár nú gingin, uttan at samlaða politiska skipanin er komin við greiðum boði uppá,
hvørjar karmar fiskivinnan skal virka innan í framtíðini.

Nú øll fiskiloyvi ganga út í 2018, er neyðugt, at nýggj skipan verður gjørd sum skjótast, soleiðis at
fiskivinnan fær greið boð um framtíðar karmarnar.
 

Fiskivinnan er ein av grundsúlunum undir føroyska samfelagnum, og er alneyðugt, at teir karmar, ið
verða um vinnuna, verða góðir og støðugir. Skal hetta tryggjast, er neyðugt við eini
fiskivinnunýskipan, ið hevur breiða undirtøku á Løgtingi.

Tí eigur § 25 nevnd at verða sett við umboðum frá øllum politiskum flokkum á Løgtingi, ið – saman
við góðari ráðgeving frá fiskivinnuni, serfrøðingum og øðrum – skal gera uppskot til nýggja skipan
fyri føroysku fiskivinnuna.

Ein fiskivinnunýskipan, ið skal verða til gagns fyri fiskivinnuna, alt tað føroyska samfelagið, og
tryggja føroyingum eina burðardygga fiskivinnu bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga frá 1. januar 2018.
Mælt verður til, at nevndin verður liðug við arbeiðið sítt á heysti 2012.
Á Løgtingi, 29. februar 2012

Høgni Hoydal Aksel V. Johannesen Poul Michelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad