Lýsing

Uppskot um at útbyggja handils- og ferðasambandið við Stórabretland

Løgtingsmál nr. 153/2011: Uppskot til samtyktar um at útbyggja handils- og ferðasambandið
við Stórabretland

Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta miðvísan arbeiðsbólk at útgreina og leggja fyri Løgtingið
frágreiðing við uppskoti um, hvørji stig eiga at verða tikin – politiskt og vinnuliga – til tess at
útbyggja handilssambandið og ferðasambandið við Stóra Bretland, við tí endamáli at fáa
kostnaðarstøðið á innfluttum vørum niður, til gagns fyri vinnu og húsarhald.

Viðmerkingar
Føroyar teljast ímillum dýrastu lond, tá talan eru um prísir á vørum og tænastum. Ein orsøk er, at vit
innflyta størsta partin av okkara gerandisvørum úr tí nógv dýrasta landinum í ES – Danmark.
Føroyar og Stóra Bretland eru grannatjóðir og samstarva í mongum viðurskiftum væl. Samstarv er
ímillum londini á fiskivinnuøkinum, innan oljuvinnuna, ferðavinnu, útbúgving og mentan. At
útbyggja handils- og ferðasambandið fer at skapa stórar møguleikar fyri at útbyggja samstarvið á
øllum økjum.

Ein stór forðing er vánaliga ferðasambandið millum Føroyar og bretska meginlandið. Í 2008 varð
rutan hjá Norrønu til Skotlands niðurløgd, uttan at hon hevði fingið neyðuga skotbráið at verða
bygd upp til eina vælvirkandi ferðaleið. Harvið mistu vit ikki bert ferðafólkasambandið sjóvegis,
men eisini einastu ro-ro farmarutuna fyri trailarar v.m. Bingjufarmaskip sigla tó framvegis fast
millum londini. Loftvegis ferðasamband er einans ein part av summarhálvuni til London.
Helst eru mangar orsøkir til, at bróðurparturin av gerandisvørum okkara verða innfluttar úr
Danmark. Talan kann vera um siðvenju, umboðsskipanir (agentur), praktiskar forðingar,
málforðingar, stødd á marknaði, ov vánaligt ferðasamband og so frameftir.

Hugsanin við uppskotinum er at seta ein miðvíst arbeiðandi bólk – “task force” – at útgreina, hvat
politiski myndugleikin og vinnan kunnu og eiga at gera, til tess at útbyggja handilssambandið við
bretska marknaðin.

Arbeiðsbólkinum eigur at verða mannaður við umboðum fyri vinnuna – innflytarar, útflytarar,
flutningsfeløg og ferðavinnu, uttanríkistænastuna við sendistovuni í Bretlandi, bretska konslinum
og møguliga fleiri.

Prísstøðið í ymiskum londum. Í desember 2011 almannakunngjørdi Danmarks Statistik eina
samanbering av prísstøðinum í Evropa. (http://www.dst.dk/pukora/epub/Nyt/2011/NR618.pdf)
Tá talan er um brúkaraprísir, so liggur Danmark heili 42 prosent omanfyri miðal í ES-londunum.
Tað sigur seg sjálvt, at við danska marknaðinum sum høvuðsveitara, verður prísstøðið í Føroyum
óneyðuga høgt. Verða EFTA-londini tikin við, so eru Norra og Sveis enn dýrari, tey liggja 48
prosent omanfyri miðalprísstøðið í ES. Eisini Finnland og Svøríki verða roknað sum dýr lond, við
24% og 22% omanfyri ES-miðal, men eru kortini munandi bíligari enn Danmark. Bretland liggur
hinvegin á miðal, tá øll ES-londini verða sammett, og eru prísirnir á brúksvørum har í miðal heili 30
% lægri enn í Danmark. Stóra Bretland liggur eisini nakað lægri enn Týskland, sum annars er tann
marknaðurin, sum danir troyta, fyri at fáa bíligari vørur.

Føroyski innflutningurin. Føroyar innflyta vørur og tænastur úr nógvum ymiskum londum. Í 2011
varð samlað innflutt fyri knappar 5,3 milliardir krónur. Hetta árið er innflutningurin úr Norra (skip,
olja) í virði munandi hægri enn vanligt, og hægri enn úr Danmark. Tølini – sí talvu – vísa, at vanliga
er ein góður triðingur av øllum okkara innflutningi úr Danmark. Londini, vit annars keypa mest úr,
eru Norra, Svøríki, Týskland, Kina, Bretland, Pólland og Ísland.

Í 2010 innfluttu vit úr Bretlandi fyri góðar 152 milliónir ella einans 3,5% av samlaða føroyska
innflutninginum. Hetta minkaði til 2,7% í 2011. Samstundis var innflutningurin úr Danmark hesi
bæði árini 1,5 og 1,4 milliard krónur. Vit innflyta sostatt 10 ferðir so nógvar vørur úr Danmark,
dýrasta landi í Evropa, sum úr Bretlandi.

Hyggja vit at flutningskostnaðinum, so er lítil ivi um, at styttra farleiðin til bretska meginlandið
eisini eigur at kunna lætta um flutningskostnaðin, tí leiðin er so nógv styttri. Av prísinum, ein
brúkari í Føroyum betalir fyri vørur, er fraktkostnaðurin 6-7%, tá talan er um mat, eini 15%, tá
talan er um hvítvørur, og upp í heili 25% fyri summar aðrar vørur.

Tjóðveldi hevur áður víst á, hvussu neyðugt tað er at fáa gjørt átøk at lækka um kostnaðarstøðið í
Føroyum – millum annað við uppskoti um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og
tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið (Løgtingstingmál
140/2010). Løgtingið viðgerð í løtuni eitt líknandi uppskot, so viljin til at fáa gjørt nakað við
trupulleikan tykist stórur.

At útbyggja handils- og ferðasambandið við bíligari marknaðir er neyðugur táttur, skal málið um at
gera tað bíligari at liva og virka í Føroyum røkkast.

Øktur samhandil við bretska meginlandið veksur eisini um grundarlagið fyri flogleið alt árið til ein
av heimsins fremstu høvuðsstøðum, London, til oljubýin Aberdeen og til ein fíggjarmiðdepil í
Evropa – skotska høvuðsstaðin Edinburg. Hetta hevði aftur givið munandi betri grundarlag fyri
øktum samstarvi innan ferðavinnu, útbúgving og samstarvi innan mentan og ítrótt.

Skjal 1: Innflutningur skiftur á upprunaland
Á Løgtingi, 28. februar 2012
Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad