Lýsing

Uppskot til samtyktar um at seta á stovn orkugrunn

Løgtingsmál nr. 151/2011: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn orkugrunn

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at seta á stovn ein
orkugrunn, sum skal vera við til at fíggja royndarætlanir við varandi orku og orkusparing kring
landið, og soleiðis seta ferð á menningina av nýggjum orkuloysnum.

Viðmerkingar
At gagnnýta tær varandi orkukeldur, vit eru umgird av, og gera okkum leys av oljuni,
telist millum fremstu avbjóðingarnar í mun til at framtíðartryggja okkara búskap.
Skotið verður tí upp at stovna ein grunn, sum skal vera eitt amboð at skunda undir menningina av
varandi orkuloysnum. Grunnurin skal vera við til at fíggja og gera íløgur í royndarætlanir kring
landið.

Grunnurin eigur at vera umsitin av fremstu serfrøði á økinum og kundi tí ligið undir Jarðfeingi, har
elveitingarlógin verður umsitin. Fyri grunnin skal setast nevnd við fremstu serfrøði innan orku at
taka avgerðir um, hvørjar verkætlanir skilagott er at stuðla.

Grunnurin kann stovnsetast í samstarvi við kommunur og størri privat feløg, sum vilja vera við til at
fáa sett ferð á menningina av grønari orku, og á tann hátt leggja nýtt grundarlag undir búskapin,
sum komandi árini kemur undir stórt trýst orsakað av hækkandi oljuprísum. Við privat feløg verður
her serliga hugsað um størri fyritøkur við stórari samfelagsligari ábyrgd – sum til dømis
tryggingarfeløg, bankar og stórfyritøkur. Land, kommunur og privat feløg kunnu í felag, leggja dygt
fíggjarligt grundarlag undir grunnin, samstundis sum tað er umráðandi, at allir partar í samfelagnum
eru við at lyfta uppgávuna.

Við felagsuppskotinum til samtyktar um at minka útlátið av CO2 munandi, sum allir flokkar á tingi
løgdu fram og samtyktu í 2009, varð ein góður politiskur vilji staðfestur til at minka um
oljunýtluna. Síðani eru ymisk stig tikin til at vaksa um streymframleiðsluna úr vatni og vindi.
Neyðugt er tó at taka fleiri og skjótari stig at royna alternativar orkuveitingar og orkuspariskipanir
og taka til okkum tøkniligar loysnir. Samstundis mugu vit savna kreftirnar og vitanina um varandi
orku. Landið hevur, saman við kommununum, eina stóra ábyrgd at fáa samfelagið umskipað til eitt
lág- og grønorkusamfelag.

At byrja við verða 5 – 10 milliónir settar í grunnin. Mælt verður tó til sum skjótast at finna breiða
politiska undirtøku fyri at raðfesta grunnin frammarlaga komandi árini, soleiðis at til dømis 25 mió.
kr. verða settar í grunnin árliga komandi 4 árini.

Virkisøki
Grunnurin skal millum annað vera við til at fíggja:

– royndir við og gransking í nýggjari grønari orkutøkni
– nýskapandi orkusparandi verkætlanir
– orkusparandi átøk við almentgagnligum endamáli
– orkusparandi royndartøkni á sjógvi
– verkætlan at gera útvald útjaðaraøki sjálvveitandi við reinari orku
Hyggja vit at hesum seinasta, so eru fleiri oyggjar sera væl egnaðar til at velja út sum royndaroygg
fyri varandi orku. Útoyggjarnar eru væl egnaðar til smærri royndarverkætlanir, meðan Sandoyggin
og Suðuroyggin hóska væl til størri ætlanir.

Við einum grunni, sum hevur møguleika at vera við til at fíggja seriøsar størri verkætlanir, sum
eisini onnur samfeløg kunnu gagnnýta, fer eisini at vera munandi lættari at fáa stuðul og fígging úr
útlendskum grunnum – sum til dømis gjøgnum granskingarsamstarvið í ES, sum vit eru partar av,
og sum stuðlar royndarverkætlanum innan orku.

Allir partar í samfelagnum eiga at vera við til at fáa gjørt land okkara sjálvveitandi við orku.
Kommunurnar taka í dag nærum alla ábyrgdina av útbygging av streymorkukervinum.

Millumkommunali felagsskapurin SEV, hevur ikki fíggjarliga orku at fíggja royndarverkætlanir í
serligan mun. Tí má landið fara inn og vera við til at fáa skapt optimismu og seta ferð á ymiskar
royndarverkætlanir, sum í longdini fara at tryggja bæði húsarhaldum og vinnuni reina og bíliga
orku.

Fígging
At byrja við verða 5 – 10 milliónir settar í grunnin. Mælt verður tó til sum skjótast at finna breiða
politiska undirtøku fyri at raðfesta grunnin frammarlaga komandi árini, soleiðis at til dømis 30 mió.
kr. verða settar í grunnin árliga komandi 4 árini, umframt tað, sum kommunur og privat feløg vilja
seta í.

Semja kann gerast um, at ávist % av inntøkum landsins frá avgjøldum á brennievni fara í grunnin.
Innlendismálaráðið umsitur í dag eina kontu – 6.37.4.07. Orkumál – til stuðul av verkætlanum við
alternativum orkuskipanum. Upprunaliga vórðu 5 milliónir krónur settar á kontuna í 2009, men er
hon síðani lækkað munandi, og er fyri 2012 bert 1 mió. kr. Sera nógvar umsóknir hava verið til hesa
pengapulju, sum kann gera stóran mun í mun til at eggja til, at royndir verða gjørdar við ymiskum
skipanum. Men, ein millión er heilt einfalt alt ov lítið og ger næstan ongan mun. Mælt verður til, at
strika hesa kontu og flyta hana sum part av stovnsfænum í orkugrunninum.

Semja kann gerast um, at ávist % av inntøkum landsins frá avgjøldum á brennievni fara í grunnin.

Á Løgtingi 28. februar 2012
Bjørt Samuelsen Sirið Stenberg Kristina Háfoss
Gunvør Balle Páll á Reynatúgvu Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad