Lýsing

Uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss

Løgtingslóg nr. 124/2010: Uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss


Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at tryggja, at lesandi, stakir uppihaldarar og annars
fíggjarliga sperdar familjur í størri mun hava gagn av skipanini um fíggjarligt frípláss
Viðmerkingar

Fíggjarligt frípláss merkir, at familjur fáa annaðhvørt ókeypis barnaansing ella
niðursettan kostnað – alt eftir, hvør inntøkan hjá húsarhaldinum er. Hóast endamálið
við skipanini um fíggjarligt frípláss er at javnstilla øll foreldur, er greitt, at skipanin
ikki er nóg góð. Tað, sum serliga eigur at verða broytt í kunngerðini, er hetta:

• Markið fyri, nær familjur kunnu fáa lutvís frípláss, eigur at vera hægri enn tær
275.000 kr., sum tað er í dag

• Markið fyri fíggjarligum fríplássi eigur at verða hækkað hjá støkum
uppihaldarum

• Útbúgvingarstuðul, barnagjald og barnaviðbót eiga ikki sum nú at verða
roknað sum a-inntøka.

Hetta varð broytt við kunngerð í 2009 – nevniliga kunngerð nr. 88 frá 17.06.2009.
Áðrenn tað vóru útbúgvingarstuðul og nettoveitingar – til dømis útbúgvingarstuðul,
forsorgarveitingar og DIS inntøkur – ikki roknaðar sum a-inntøka. Sjálvsagt skal DIS
inntøka telja við sum A-inntøka, men tað tykist ikki skilagott, at útbúgvingarstuðul,
barnaviðbót og barnagjald skulu telja við sum A-inntøka.

Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir hvørt ár við kunngerð markið millum frítt
og lutvíst frípláss og ger av, hvør inntøka skal teljast sum A-inntøka. Fram til 2009
varð eitt nú útbúgvingarstuðul ikki taldur við sum A-inntøka. Tað førdi við sær, at
lesandi við børnum høvdu væl betri møguleikar fyri at fáa sær eina útbúgving enn í
dag. Tykist bakvent at byrja at rokna útbúgvingarstuðul sum A-inntøku sum nakað
nýtt, samstundis sum vit áttu at givið barnafamiljum betri lestrarmøguleikar í
Føroyum.Tað er serliga margháttligt, tá hugsað verður um, at seinastu árini er roynt
at bøta um korini hjá lesandi við børnum við at lata eitt mánaðarligt ískoyti fyri hvørt
barnið og við at hækka lestrarstuðulin til stakar uppihaldarar. Hesar upphæddir verða
taldar sum A-inntøka. Og hetta ávirkar bert tey, sum hava smá børn á stovni, tey
lesandi, sum hava børn í skúlaaldri, fáa framvegis henda peningin – men hava jú ikki
útreiðslur til ansing.

Um bæði foreldrini eru lesandi og onga aðra inntøku hava, so er familjan framvegis
undir markinum og fær fult frípláss á dagstovni, men um bæði mamman og pápin eru
lesandi og harumframt arbeiða niðursetta tíð fyri at fáa endarnar til at røkka saman, so
eru tey mangan beint undir markinum, og tá ger verandi kunngerð í summum førum,
at tað, tú vinnur, kann verður uppetið av gjaldinum til barnaansing.

Frymilin, sum fríplássið verður roknað eftir, er ikki optimalur – markið, millum nær
fólk fáa fult frípláss ella einki frípláss, átti at veri størri enn í dag. Fer inntøkan upp
um 275.000 kr. árliga ella 23.000 kr. mánaðarliga, fæst eingin hjálp til fíggjarligt
frípláss. Hetta ger, at eitt nú stakir uppihaldarar, sum arbeiða fulla tíð, kunnu uppliva,
at um tey kýta seg, verður peningurin uppetin á tann hátt, at fríplássið ella lutvísa
fríplássið dettur burtur. Øll vilja fegnast rinda fyri seg og sítt, men tað kann tykjast
meiningsleyst, at um ein arbeiðir niðursetta tíð, fær ein fult frípláss, men um ein kýtir
seg og arbeiðir fulla tíð, missir viðkomandi rættin til lutvís frípláss. Ella kanska ein
stakur uppihaldari hevur møguleika at átaka sær nakra eyka arbeiðsuppgávur
viðhvørt, at gera tilveruna lættari eitt tíðarbil, men tað loysir seg ikki, tí so kemur
familjan upp um markið fyri fríplássið. Tykist ikki rímiligt. Her hugsi eg serliga um
tey, sum vinna millum 18 og 23 túsund kr. mánaðarliga. Ein vanlig inntøka hjá
nógvum kvinnum – ið sum oftast eru tær, sum eru stakir uppihaldarar.

Eisini er áhugavert, at bæði barnaviðbót, barnagjald og lestrarstuðul verða roknað sum
a-inntøka. Fyri nøkur verður tað, sum latið verður við aðrari hondini, drigið inn aftur
við hinari.

Til tess at bøta um korini hjá hesum familjum, eigur markið fyri fríplássi at hækka –
serliga hjá støkum uppihaldarum. Sum er rinda øll somu upphædd fyri Heilsutrygd,
heilivág, kringvarp og sama prosentpart fyri ALS, barsilsskipan og samhaldsfasta.
Tjóðveldi heldur, at tíðin nú er búgvin til, at familjur har annað ella bæði foreldur eru
lesandi, og familjur, har talan er um stakar uppihaldarar, fáa betri sømdir, so tey í
størri mun fáa javnbjóðis møguleikar.

Grundgevingin fyri, at markið ikki er broytt tykist vera, at tað er ein fíggjarlig
avbjóðing fyri kommunurnar, tí so skulu fleiri hava frípláss. Gleðiligt at
kommunurnar hava havt møguleika at siga sína hugsan, men barnafamiljurnar og tey
lesandi hava ein trupulleika, sum skipanin er í dag. Tí má ein loysn finnast, har allir
partar verða hoyrdir og halda skipanina vera gagnliga.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad