Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

Løgtingsmál nr. 184/2010: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

Endamál
§ 1. Henda lóg skipar Búskapargrunn
Føroya, ið skal tryggja búskaparligu
áhugamál Føroya fólks, tá ræður um at
nýta serinntøkur landsins, og skal
nýtast sum amboð at røkka einum
sjálvberandi búskapi, við:
a) at tálma sveiggjum í føroyska
búskapinum, ið kunnu standast av
ikki-varandi serinntøkum,
b) stigvíst at gera
løgtingsfíggjarlógina óhefta av
donsku ríkisveitingini,
c) at rinda uttanlandsskuld
landskassans til danska statin,
d) at menna útbúgving og gransking í
Føroyum.
Inntøkur grunsins
§ 2. Serinntøkur landsins verða settar
til síðis á fíggjarlóg og roknskapi
landsins á serstaka kontu, nevnd
Búskapargrunnur Føroya.
Stk. 2. Serinntøkur, ið eru
peningainntøkur frá ikki-varandi
tilfeingi landins, eru:
a) skattur sambært
kolvetnisskattalógini,
b) avgjøld og ágávur sambært
løgtingslóg um kolvetnisvirksemi,
c) heildarveitingin úr ríkiskassa
Danmarkar frá og við ár 2012,
d) gjaldførisinntøkur til landskassan í
sambandi við sølu og umskipan av
fyritøkum og stovnum landsins.
e) rentur og avkast av grunsfænum.
Stk. 3. Gjaldføri landskassans, sum í ár
2011 og fylgjandi ár er oman fyri
minstainnlán landskassans, sambært
løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann
við fíggjarlógini flytast
Búskapargrunni Føroya.
Útgjaldskipan
§ 3. Úr Búskapargrunni Føroya verða
skiftisgjøld flutt til
løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur.
Skiftisgjaldið er ásett til 600 mió. kr. í
2012 og verður síðani lækkað við 75
mió. kr. árliga, til tað fellur burtur í ár
2020.
Stk. 2. Allar gjaldførisinntøkur, ið
Búskapargrunnur Føroya fær sambært
§ 2, stk. 2, pkt. d, skulu fylgjandi
fíggjarár nýtast til at rinda
uttanlandsskuld landskassans til danska
statin.
Stk. 3. Av skiftisgjaldinum, ið verður
flutt til løgtingsfíggjarlógina sambært §
3, stk. 1, skal minst 1/4 verða nýttur til
menning av útbúgving og gransking í
Føroyum.
Stk. 4. Tá ið samantaldu inntøkur
grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. a-c
og e og § 2, stk. 3 eru kr. 3,5 mia.,
leggur Føroya Landsstýri fram uppskot
til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti
av íløgum grunsins, jbr. § 1.
Stk. 5. Inntøkur grunsins sambært § 2,
stk. 2, pkt. d gerast partur av
samantaldu inntøkum grunsins í § 3,
stk. 4, tá uttanlandsskuld landskassans
til danska statin er rindað sambært § 3,
stk. 2.
Umsitingarlig viðurskifti
§ 4. Grunsfæ verður sett í virðisbrøv á
fíggjarmarknaðinum eftir almennum
leiðreglum um størst møguligan
vinning við atliti til spjaðing av váða.
Stk. 2. Grunnurin kann hava
arbeiðsgjaldføri á innlánskontum í
sentralbankum, peningastovnum og
øðrum fíggjarstovnum.
Stk. 3. Altjóða keypiorka av peningi
grunsins skal tryggjast á bestan hátt.
§ 5. Landsstýrismaðurin í
búskaparmálum stendur fyri og rindar
umsiting av Búskapargrunni Føroya.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í
búskaparmálum tryggjar
gjøgnumskygni í umsitingini av
Búskapargrunni Føroya.
Stk. 3. Greið frámerking av
serinntøkum mótvegis øðrum
inntøkum skal gerast í høvuðsyvirlitum
til løgtingsfíggjarlóg og roknskap
landskassans. Somuleiðis skulu greitt
vísast úrslit áðrenn og eftir útgjald úr
Búskapargrunni Føroya sambært § 3.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin í
búskaparmálum fyriskipar neyðugar
reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar
millum Búskapargrunn Føroya og
løgtingsfíggjarlógina fara fram á
løgtingsfíggjarlógini.
Gildiskoma
§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin
eftir, hon er kunngjørd.
Lógarviðmerkingar
Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

1.1 Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn Føroya
Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan
føroyskan búskap. Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina
skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini.
Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í eini slíkari skipan.
Føroyski búskapurin hevur verið fyri søguliga stórum sveiggjum síðan 1980’ini.
Orsøkirnar eru fleiri, men greitt er, at førdi búskaparpolitikkurin og sveiggini í
inntøkuni frá fiskivinnuni hava spælt ein stóran leiklut. Búskaparpolitikkurin hevur
sum heild ikki virkað tálmandi, tá umræður sveiggj í búskapinum, og hevur tørvur
eisini verið á eini skipan ella tiltøkum fyri at røkka hesum máli. Harafturat kemur, at
umsitingin av fiskiríkidøminum hevur helst ikki verið tann besta undanfarnu ártíggini.
Umsitingin av hesum tilfeingi Føroya fólks og av inntøkum frá hesum varandi
tilfeingi Føroya hevur sera stóran búskaparligan týdning, men er ikki partur av hesum
uppskoti. Tað er umsitingin av inntøkum frá ikki-varandi inntøkukeldum hinvegin.
Tá umræður landsins inntøkur frá ikki-varandi inntøkukeldum, hevur umsitingin av
hesum inntøkum serliga stóran týdning. Gerst ein føroysk oljuvinna veruleiki í
framtíðini, er talan um eina vinnu, ið er grundað á eina ikki-varandi inntøkukeldu – og
um eina vinnu, ið kann elva til stór sveiggj í búskapinum. Tí gerst ein føroysk
oljuvinna veruleiki, kann væntast, at føroyski landskassin fær stórar inntøkur, ið
kunnu ávirka føroyska búskapin ógvusliga – og neiliga – um hesar inntøkur ikki verða
umsitnar á rættan hátt.

Eisini er føroyski landskassin í dag heftur at øðrum inntøkum, ið ikki eru grundaðar á
varandi tilfeingi, men hinvegin kunnu broytast eftir lutfalsligari stuttari tíð – eitt nú
heildarveitingin úr danska ríkiskassanum.

Við atliti til stóru sveiggini í inntøkum landsins, og serliga við atliti til inntøkur frá
ikki-varandi tilfeingi, er neyðugt við eini skipan, ið tryggjar langtíðaráhugamálini eins
væl og stutttíðaráhugamálini í føroyska búskaparpolitikkinum. Tørvur er á, at
serinntøkur – eitt nú frá kolvetnisvirksemi, heildarveiting úr danska ríkiskassanum og
sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum landsins – verða nýttar á ein hátt, ið
tryggjar, at inntøkurnar ikki avlaga føroyska búskapin, og tryggjar, at hesar inntøkur
eisini koma komandi ættarliðum til góðar. Hetta kann eitt nú gerast við at rinda aftur
uttanlandsskuld landsskassans til danska statin, at spara upp í Búskapargrunni
Føroya, ella at gera íløgur í varandi tilfeingi, sum eitt nú vitan – umvegis íløgur í
útbúgving og gransking.

Málið við Búskapargrunni Føroya er at náa einum meira tryggum, framkomnum og
sjálvbjargnum føroyskum búskapi, ið tekur hædd fyri bæði núlivandi og komandi
ættarliðum.

1.2 Nýtsla av tilfeingi landsins við atliti til komandi ættarlið
Tá búskaparpolitiskar avgerðir verða tiknar, ávirka hesar sjáldan bara núlivandi
ættarlið. Eisini búskaparligu og samfelagsligu karmarnir hjá komandi ættarliðum
verða ávirkaðir. Hetta ger seg serstakliga galdandi, tá umræður umsiting av
samfelagstilfeingi, ið ikki er varandi. Ikki-varandi tilfeingi er tilfeingi, ið ikki verður
endurnýggjað. Talan er sostatt um tilfeingi, ið bara kann gagnnýtast av samfelagnum
eina ferð. Eitt dømi um tílíkt tilfeingi er olju- og gasstilfeingi.

Varandi tilfeingi er hinvegin tilfeingi, ið verður endurnýggjað. Dømir um hetta eru
fiskastovnar og vitan.

Eitthvørt ættarlið hevur møguleika at troyta alt tilfeingið í landinum, men velur eitt
ættarlið at nýta stóran part av teimum virðum, ið tað ikki sjálvt hevur framleitt, kann
hetta bera í sær, at lutfalsliga lítið verður eftir av hesum tilfeingi til komandi ættarlið.
Samstundis kann ein óumhugsað nýtsla hjá einum ættarliði merkja, at fylgjandi
ættarlið yvirtaka ein avlagaðan búskap við eitt nú verri kappingar- og
framleiðsluførleika.

Tá umræður stutt- og langtíðaráhugamál landanna, er mangan stríð millum hesi. Tí er
ikki óvanligt, at lond nýta ymisk amboð fyri at tryggja, at samfelagsligu
langtíðaráhugamálini verða tryggjað eins væl og stutttíðaráhugamálini. Hetta verður
gjørt við serstøkum skipanum og stovnum, ið ikki kunnu broytast eftir stuttari tíð.
Grundlógir, altjóða sáttmálar og oljugrunnar eru nøkur dømi um tílíkar fyriskipanir.
1.3 Umsiting av serinntøkum frá ikki-varandi tilfeingi

Hetta lógaruppskot um Búskapargrunn Føroya viðger serinntøkur frá fylgjandi ikkivarandi
tilfeingi:

a) Kolvetni á føroyskum øki

b) Fyritøkur, ið eru almenn ogn

c) Heildarveiting úr danska ríkiskassanum
Talan er um tilfeingi, ið er givið frá ávikavíst náttúruni, frá framleiðslu í farnari tíð og
úr útlandinum.

Torført er at meta um støddina á serinntøkum, ið fara at koma frá omanfyri nevnda
ikki-varandi tilfeingi Føroya. Møguleiki er tó fyri at áseta eitt mett virði, tá umræður
fyritøkur, ið eru almenn ogn. Somuleiðis kann meting gerast viðvíkjandi
heildarveitingini úr danska ríkiskassanum. Hinvegin er ómetaliga torført at gera
metingar um møgulig virði, tá umræður kolvetni á føroyskum øki.
Fyri øll trý økini fara metingar at vera sera óvissar. Eitt nú verða bindandi avtalur um
heildarveitingina úr Danmark bara gjørdar fyri stutt áramál ísenn. Eisini er politiska
undirtøkan fyri heildarveitingini óviss í framtíðini – bæði í Føroyum og í Danmark.
Leggjast kann afturat, at væntast kann, at møguligar kolvetnisinntøkur og
heildarveitingin úr Danmark verða tengd hvør at øðrum í framtíðini. Avtala er longu
gjørd millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri um at taka upp samráðingar um
minking av heildarveitingini, um so er, at kolvetnisframleiðsla tekur seg upp á
føroyskum øki.

Eisini er greitt, at gera inntøkur seg galdandi frá kolvetnisvirksemi áðrenn ár 2018,
skal eitt rentu- og avdráttarfrítt lán á 500 mió. kr. frá danska statinum rindast. Um
inntøkugevandi kolvetnisvirksemi hinvegin ikki ger seg galdandi áðrenn ár 2018,
fellur hesin partur av skuld landskassans til danska statin burtur.
Búskapargrunnur Føroya hevur m.a. til endamáls at vera ein skipan, ið tryggjar, at
stórar serinntøkur frá omanfyri nevnda ikki-varandi tilfeingi ikki elva til eina avlaging
av føroyska búskapinum. At hesar serinntøkur ikki elva til stóra meirnýtslu hjá
landskassanum og í samfelagnum annars. At hesar serinntøkur ikki gera
samfelagsligan skaða, men heldur samfelagsligt gagn.

”Hálendska sjúkan” er búskaparfrøðiliga heitið fyri ta vinnuligu-, búskaparligu- og
samfelagsligu avlaging, ið kann standast av serinntøkum, ið sum heild eru arbeiðsfríar
samfelagsinntøkur.

Í altjóða høpi eru nógv dømi um, hvussu serinntøkur frá ikki-varandi tilfeingi hava
elvt til ógvusliga búskaparliga avlaging í teimum londum, har serinntøkur eru slúsaðar
inn í búskaparliga samfelagskervið so hvørt, hesar eru vorðnar tøkar hjá
landskassunum.

Serinntøkur virka nevniliga øðrvísi fíggjarpolitiskt enn inntøkur umvegis vanligan
skatt og avgjøld.

Vanligur skattur og avgjøld virka tálmandi á búskaparvirksemið, tí keypiorka verður
drigin inn frá persónum, húsarhaldum og fyritøkum.

Tá talan er um serinntøkur, er talan hinvegin um inntøkur, sum í stóran mun mugu
roknast sum arbeiðsfrí samfelagsinntøka. Talan er um inntøkur, ið landið fær uttan
samstundis at tálma keypiorkuna ella búskaparvirksemið annars. Verða hesar inntøkur
nýttar á almennu útreiðslusíðini uttan umhugsni, elvir hetta til ójavnvág í
samfelagsbúskapinum.

Verða ongar forðingar lagdar fyri, at serinntøkur verða slúsaðar inn í
samfelagsbúskapin, kann væntast, at tá tað almenna fær atgongd til munandi meira
pening – uttan at tað privata fær atgongd til minni pening – fer nýtslan og lønarlagið
sum heild at hækka munandi.

Trupult verður hjá tí privata at kappast við tað almenna um arbeiðsmegi, og merkir
hægra lønarlagið somuleiðis, at kappingarførið mótvegis útlandinum gerst verri (um
lønirnar hækka meira í Føroyum, enn í útlandinum – og um føroysku fyritøkurnar ikki
klára at økja produktivitetin samsvarandi.) Hetta setir útflutnings- og
innflutningsvinnur, sum eru í kapping við altjóða framleiðslu, undir hart trýst, og
kunnu hesar vinnur væntast at gerast ein lutfalsliga enn minni partur av
samfelagsbúskapinum, enn áðrenn serinntøkurnar gjørdust veruleiki. Hetta kann verða
samfelagnum til alstóran skaða, serstakliga tá serinntøkurnar frá ikki-varandi
tilfeinginum ikki longur eru tøkar.

Samanumtikið má staðfestast, at skulu føroyskir myndugleikar taka við læru frá
mistøkum, ið onnur lond hava framt, forða fyri eini avlaging av føroyska búskapinum
og umsita serinntøkur landsins við atliti til komandi ættarlið, er neyðugt, at stig verða
tikin til at tryggja, at framtíðar serinntøkur verða umsitnar á serstakan hátt. Hetta
lógaruppskotið um Búskapargrunn Føroya er eitt amboð til at náa hesum máli.
1.4 Meginreglur fyri Búskapargrunn Føroya

a) Endamál
Endamálið við Búskapargrunni Føroya er at tryggja samfelagsliga burðardygga nýtslu
av serinntøkum landskassans, við atliti til núlivandi og komandi ættarlið. Hartil er
endamálið við Búskapargrunni Føroya at virka sum eitt amboð til at røkka einum
sjálvberandi búskapi.

Í hesum sambandi verða:

• løgtingsfíggjarlógir stigvíst gjørdar óheftar av serinntøkum frá
heildarveitingini,

• inntøkur frá sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum landsins nýttar til at
rinda aftur uttanlandaskuld landskassans til danska statin,

• inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi nýttar til íløgur í varandi tilfeingið vitan –
umvegis íløgur í útbúgving og gransking.

• møguligar inntøkur frá framtíðar kolvetnisvinnu slúsaðar inn í Búskapargrunn
Føroya heldur enn beinleiðis inn í føroyska búskapin.
b) Inntøkur hjá Búskapargrunni Føroya
Allar serinntøkur landskassans verða fluttar Búskapargrunni Føroya frá 1. januar
2012. Harumframt er í framtíðini møguligt at flyta møguligt yvirskotsgjaldføri hjá
landskassanum til Búskapargrunn Føroya.
c) Útreiðslur hjá Búskapargrunni Føroya
Búskapargrunnur Føroya er ogn Føroya fólks. Útgjald úr grunninum verður skipað
eftir fylgjandi meginreglum:

1) Skiftisgjald til løgtingsfíggjarlóg
Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir
inntøkur. Serinntøkur landskassans frá heildarveitingini úr danska ríkiskassanum eru
1. januar 2011 ásettar at verða 635 mió. kr. Skiftisgjaldið úr Búskapargrunni Føroya
til løgtingsfíggjarlógina fyrsta árið – tvs. í 2011 – er tí ásett til 600 mió. kr. Hetta
skiftisgjald lækkar síðan við 75 mió. kr. árliga, til tað fellur burtur í ár 2019.
Samanlagt frá 2012 til og við 2020 kostar skiftisskipanin Búskapargrunni Føroya 2,7
mia. kr. Búskapargrunnur Føroya kann ikki taka lán, og tí eru skiftisgjøldini treytað
av, at grunnurin hevur nóg stórar inntøkur til at fíggja skiftisgjøldini.

2) Íløgur í varandi tilfeingi – menning av útbúgving og gransking
Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina, skal í minsta lagi 1/4 –
tvs. í minsta lagi 150 mió. kr. í 2012 – verða nýttur til menning av útbúgving og
gransking í Føroyum.

3) Íløgur í nú- og framtíðina – rinda uttanlandsskuld til danska statin
Allar serinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær frá sølu og umskipan av stovnum
og fyritøkum hjá tí almenna, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda
uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Tá ið uttanlandaskuldin til danska
statin er rindað, gerast inntøkur frá sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum hjá tí
almenna partur av samlaðu inntøkunum hjá Búskapargrunni Føroya.

4) Realavkast
Tá ið samantaldu inntøkurnar hjá Búskapargrunni Føroya eru 3,5 mia. kr. –
undantikið inntøkur frá sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum hjá tí almenna, til
og við at skuldin til danska statin er rindað – leggur Føroya Landsstýri fram uppskot
um løgtingslóg um nýtslu av realavkasti, ið kemur frá íløgunum í Búskapargrunni
Føroya.

Realavkast verður sostatt ikki útgoldið úr Búskapargrunni Føroya, fyrr enn grunnurin
hevur havt inngjøld á samanlagdar 3,5 mia. kr., ið eru uml. 800 mió. kr. meira, enn
neyðugt er fyri at fíggja skiftisskipanina til løgtingsfíggjarlógina, sambært omanfyri
standandi pkt. 1 frá ár 2012 til og við ár 2020.
Hetta mark er fyri tað fyrsta ásett fyri at tryggja fí

gging av skiftisskipanini til
løgtingsfíggjarlógina. Fyri tað næsta er hetta mark ásett fyri at fyribyrgja, at stórt
umsitingarligt virksemi verður sett í verk fyri at rinda út lítla upphædd umvegis eina
útgjaldskipan.

Verður sæð burtur frá skiftisskipanini undir omanfyri standandi pkt. 1 og afturrindan
av uttanlandsskuld landskassans til danska statin, er hámarkið fyri útgjaldi úr
Búskapargrunni Føroya realavkastið av íløgum grunsins, ið verður nýtt sambært
uppskoti til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins.

d) Umsiting og ábyrgd
Landsstýrismaðurin í búskaparmálum ásetir karmar og meginreglur fyri umsiting av
Búskapargrunni Føroya. Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin í búskaparmálum
m.a. tryggja gjøgnumskygni í umsitingini av grunninum, sambært pkt. f niðanfyri, og
tryggja at ognir grunsins verða røktar sambært pkt. e niðanfyri.

Búskapargrunnur Føroya er ikki sjálvstøðug løgfrøðilig eind, og kann tí ikki saksøkja
ella verða saksøktur. Búskapargrunnur Føroya kann heldur ikki taka lán ella veita lán.

e) Røkt av ogn
Búskapargrunnur Føroya ger fíggjaríløgur eftir almennum leiðreglum um størst
møguligt avkast, við atliti til spjaðing av íløguváganum. Íløgurúmið hjá grunninum er
alheims búskapurin.

f) Gjøgnumskygni
Serinntøkur og nýtsla av serinntøkum skulu vera greitt atskildar frá øðrum inntøkum
og útreiðslum á løgtingsfíggjarlógini. Høvuðsyvirlitið í løgtingsfíggjarlógini skal vísa
úrslit landskassans við og uttan serinntøkum og skiftisgjøldum.

Landsstýrismaðurin í búskaparmálum ásetir nærri reglur viðvíkjandi, hvussu flytingar
millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina verða gjørdar á
løgtingsfíggjarlógini.

Upplýsingar um týðandi avgerðir fyri Búskapargrunn Føroya, uppsparing og avkast
grunsins v.m. skulu vera lætt atkomuligar hjá almenninginum.

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
2.1 Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Tálman av sveiggjum í føroyska búskapinum
Fíggjarligu avleiðingarnar av, at føroyski búskapurin ikki verður ávirkaður eftir
stuttum tíðarskeiði við lutfalsligum stórum inntøkum frá ikki-varandi serinntøkum í
framtíðini, eru jaligar.

Búskapargrunnur Føroya kann nýtast sum amboð at forða fyri, at stórar serinntøkur
frá ikki-varandi tilfeingi elva til avlagandi meirnýtslu hjá landskassanum og í
samfelagnum annars. Harvið kann grunnurin nýtast til at tálma sveiggjum í
búskapinum soleiðis, at hesar serinntøkur ikki gera samfelagsligan skaða, men heldur
samfelagsligt gagn – fyri land og kommunur. Sí kap. 1.3.
Stigvíst minkandi skiftisgjald – í staðin fyri óvissa heildarveiting
Fyri landskassan merkir skipanin við Búskapargrunni Føroya eisini, at
heildarveitingin frá og við árinum 2012 ikki longur er tøk inntøka á rakstrar-, løgu- og
útlánspostum (RLÚ) landskassans. Heildarveitingin verður beind í Búskapargrunn
Føroya, og verður eitt skiftisgjald rindað úr Búskapargrunni Føroya til landskassan.
Skiftisskipanin í Búskapargrunni Føroya hevur til endamáls at minka tann vága, ið
landskassin hevur, tá umræður ikki-varandi inntøkur umvegis heildarveitingina í
framtíðini. Bæði tá umræður broytingar í heildarveitingini eftir stuttari tíð, eins væl og
vágan av framhaldandi varðveitslu av stórum studningi úr útlondum í føroyska
búskapinum.

Skiftisskipanin tryggjar eisini landskassanum eina tillagingartíð, har landskassin frá at
vera heftur at heildarveiting úr danska ríkiskassanum kann gerast óheftur av hesi
heildarveiting eftir 8 árum.

Skiftisskipanin kostar Búskapargrunni Føroya 2,7 mia. kr. Við núverandi
heildarveiting á 615,5 mió. kr. svarar kostnaður á skiftisskipanini til inngjaldið frá
heildarveitingini í smá 5 ár.

Heldur heildarveitingin áfram út yvir tað, ið neyðugt er fyri at fíggja skiftisskipanina,
gerst heildarveitingin partur av íløgum grunsins. Fellur heildarveitingin hinvegin
burtur áðrenn hetta, verður neyðugt at fíggja skiftisskipanina umvegis aðrar inntøkur
til Búskapargrunn Føroya.

Tá landskassin ikki longur fær heildarveitingina sum part av inntøkum sínum og
stigvíst fer at fáa færri inntøkur frá skiftisgjaldinum, er greitt, at færri inntøkur verða
tøkar frá hesi inntøkukeldu. Vaksa aðrar inntøkur hjá landskassanum ikki í
tíðarskeiðnum, tá skiftisgjaldið minkar, fer landskassin at hava færri inntøkur. Velur
landið at lækka útreiðslurnar samsvarandi og minka um virksemi sítt, kann hetta eisini
koma at merkja kommunurnar.

Verða minkandi inntøkur frá skiftisgjaldinum hinvegin uppvigaðar av vaksandi
inntøkum frá øðrum inntøkukeldum, eitt nú frá granskingarvirksemi og virðisøking –
ella minkandi útreiðslum, eitt nú til rentur – fer hetta samanlagt helst ikki at merkja
virksemi landsins.

Hægri vitanarstøði – økt virðisøking – størri inntøkur
Onnur fíggjarlig avleiðing fyri landið og kommunur er, at minst ¼ av skiftisgjaldinum
til og við ár 2015 skal verða nýtt – umvegis løgtingsfíggjarlógina – til menning av
útbúgving og gransking í Føroyum.

Fyrsta árið – tvs. 2008 – merkir hetta, at av skiftisgjaldinum á 600 mió. kr., ið verður
latið úr Búskapargrunni Føroya til landskassan, skulu 150 mió. kr. nýtast til menning
av útbúgving og gransking í Føroyum.

Hetta gevur útbúgvingar- og granskingarøkinum betri fíggjarligar karmar. Umframt
økt virksemi innan útbúgvingar- og granskingarøkið, og øktar inntøkur frá hesum
viksemi kann hugsast, at avleiddu árinini av hesum kunnu gerast størri virðisøking í
vinnuligu framleiðsluni, betri kappingarføri og økt virksemi. Hetta fer helst at bera í
sær fleiri inntøkur til land og kommunur. Talan er um at nýta inntøkur frá ikki-varandi
tilfeingi – til at gera íløgur í varandi tilfeingi, ið kann geva samfelagnum varandi
inntøkur.

Framtíðar útgjaldskipan
Uppskotið til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya tekur ikki støðu til, hvussu
realavkastið av íløgunum í Búskapargrunni Føroya skal nýtast í framtíðini. Hetta
verður tann politiski myndugleikin at avgera, tá ið samanlagdu inntøkur grunsins eru
3,5 mia. kr.

Nógv atlit eru at taka, tá ein útgjaldskipan verður skipað. Eitt nú um útgjaldast skal til
landskassan ella einstaklingar, og hvørt útgjaldast skal til útvald endamál, ella til
íløgur í varandi tilfeingi v.m. Eisini kundi ein útgjaldskipan, ið virkar
konjunkturjavnandi, verið umhugsað. Alneyðugt er, at breið politisk semja er um,
hvussu ein meira varandi útgjaldskipan verður skipað, soleiðis at ein framtíðar
útgjaldskipan verður løgd í eina trygga og varandi legu.

2.2 Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki stórar umsitingarligar avleiðingar
við sær fyrstu árini, men um stórar serinntøkur gerast veruleiki í framtíðini, gerst
neyðugt við størri servitan um kapitalumsiting í umsitingini av Búskapargrunni
Føroya.

Um umsitingin fyri norska oljugrunnin verður nýtt sum fyrimynd fyri føroysku
umsitingina av Búskapargrunni Føroya, verður arbeiðsbýti gjørt millum
Fíggjarmálaráðið og Landsbanka Føroya. Eftir hesum leisti stendur Fíggjarmálaráðið
fyri ”strategisku stýringini” av grunninum, meðan ”operationelli parturin” av
kapitalumsitingini verður latin Landsbanka Føroya at umsita. Tó hevur verandi
samgonga ætlanir um at leggja Landsbanka Føroya saman við øðrum stovni, og má tí
væntast, at tann stovnur, ið kemur at taka sær av fíggjarligu umsitingini, ið
Landsbanki Føroya í dag tekur sær av, fer at taka sær av ”operationella partinum” av
umsitingini av Búskapargrunninum.

”Strategisk umsiting” snýr seg um fastlegging av vágamátum, býti av íløgum upp á
lánsbrøv, partabrøv og onnur virðisbrøv, býti av íløgum uppá lond, virkisøki o.s.fr.
”Operationelli parturin” snýr seg um beinleiðis íløguvirksemi, útbjóðing av uppgávum
til peningarøkt til kappingarførar fíggingarstovnar, depot- og fráboðanarskipanir,
eftirlit, grannskoðan o.s.fr.

Talan er um víðfevndar uppgávur, ið krevja servitan innan økið. Eru útlit fyri stórum
serinntøkum í nærmastu framtíð, er tí neyðugt at virka fyri eini málrættaðari
uppbygging av førleika og servitan innan kapitalumsiting.

Tá ætlanin var at skipa Búskapargrunn Føroya undir undanfarnu tveimum
samgongum, vendu landsstýrið og Landsbanki Føroya sær til m.o. norska
sentralbankan, ið stendur fyri operationellu umsitingini av norska oljugrunninum
vegna norska Finansdepartementet. Sum skilst komu ábendingar haðani um, at
møguleiki er fyri ávísum samstarvi, ið kann fáa týdning fyri fakligari menning í
føroysku umsitingini.

Sum er eru embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum og Landsbanka Føroya, ið hava ávísa
servitan um kapitalumsiting, men sum nevnt omanfyri kann gerast neyðugt við meira
servitan og orku á hesum øki.

Torført er at meta um kostnað og tal av fólki, ið tørvur kann gerast á í framtíðini.
Støddin av serinntøkum til Búskapargrunn Føroya, og hvussu stórur partur av
umsitingararbeiðinum verður lagt út til privatar fíggjarfyritøkur, eru nakrir faktorar, ið
verða avgerandi fyri, hvussu stórari umsiting fer at verða tørvur á í framtíðini.
Landsstýrismaðurin í búskaparmálum varar av umsitingini av Búskapargrunni Føroya.
Umsitingarligi kostnaðurin verður rindaður av Fíggjarmálaráðnum.

2.3 Avleiðingar fyri vinnuna
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki beinleiðis fíggjarligar ella
fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.
 

Uppskotið kann tó væntast at fáa óbeinleiðis jaliga ávirkan. Hetta umvegis tálman av
sveiggjum í búskapinum, tálman av avlaging í búskapinum og tálman av møguligum
versnandi kappingarføri.

Eisini fara íløgurnar í útbúgving og gransking at vera við til menna føroysku
arbeiðsmegina, tá umræður vitan, at menna vinnugranskingina og sum heild at økja
um vitanarstøðið í samfelagnum. Hetta kann væntast at bera í sær størri virðisøking,
størri produktivitet og betri kappingarføri – og harvið størri virksemi og fleiri inntøkur
til føroyska vinnulívið.

Eisini kann útbjóðing av kapitalumsiting til føroyskar privatar fíggjarfyritøkur bera í
sær økt virksemi innan hesa vinnugrein.

Møgulig neilig ávirkan á vinnulívið kann gerast, at tað almenna møguliga fer at hava
minni eftirspurning eftir vørum og tænastum frá tí privata. Hetta kann henda, um so
er, at stigvíst minkandi skiftisgjaldið ikki verður uppvigað við stigvíst vaksandi
inntøkum frá øðrum inntøkukeldum, ella samsvarandi útreiðsluminking, ið ikki
ávirkar eftirspurning frá tí privata – eitt nú færri rentuútreiðslur til danska statin.
2.4 Avleiðingar fyri umhvørvið
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki nakrar beinleiðis avleiðingar fyri
umhvørvið.
2.5 Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki nakra beinleiðis avleiðing fyri
serstøk øki í landinum.
Tó kann uppskotið óbeinleiðis fáa týdning fyri serstøk øki í landinum, eitt nú um
peningurin úr grunninum til íløgur í útbúgving og gransking verður nýttur í serstøkum
økjum í landinum, og um økt umsiting í framtíðini verður løgd í serstøkum økjum í
landinum.
2.6 Sosialar avleiðingar
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya fer ikki í fyrsta umfari at hava nakra beinleiðis
sosiala avleiðing.
Búskapargrunnur Føroya er ikki skipaður fyri at virka sum býtispolitiskt amboð hjá
poltiska myndugleikanum. Men er politiskt ynski um at nýta eina framtíðar
útgjaldskipan av realavkasti úr grunninum til at ávirka fíggjarliga býtið millum
samfelagsbólkar, so kann hetta gerast við serstakari lóg. Tílíkt býti er tó ikki partur av
hesum uppskoti um Búskapargrunn Føroya.
Búskapargrunnur Føroya kann hinvegin metast sum býtisamboð millum verandi
ættarlið og komandi ættarlið, tá umræður serinntøkur. Serinntøkur verða við
Búskapargrunni Føroya partvíst nýttar til verandi ættarlið, og partvíst nýttar til íløgur í
varandi tilfeingi, ið kann koma komandi ættarliðum til góðar.
2.7 Millumtjóða sáttmálar
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya ávirkar ikki millumtjóða sáttmálar beinleiðis.
Tó hevur avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina um heildarveitingina týdning
fyri inntøkur grunsins, eins og uttanlandsskuldin hjá landskassanum til danska statin
verður ávirkað av hesum uppskoti. Verður skjótt farið undir skipaða umskipan og sølu
av fyritøkum landsins, og inntøkur frá hesum nýttar til at rinda aftur uttanlandsskuld
landskassans til danska statin – sambært hesum uppskoti um Búskapargrunn Føroya –
verður uttanlandaskuld landskassans til danska statin rindað eftir fáum árum.
2.8 Skyldur álagdar einstaklingum
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya áleggur ikki einstaklingum nakrar skyldur.
2.9 Heimildir til annan landsstýrismann ella kommunur
Uppskotið um Búskapargrunn Føroya flytur ikki heimild frá einum landsstýrismanni
til annan, ella millum land og kommunur.

Talva 2.1 Avleiðingar
Fyri landsmyndugleika
r
Fyri
kommunalar
myndugleika
r
Fyri
serstøk
øki í
landinu
m
Fyri ávísar
samfelagsbólkar
/
felagsskapir
Fyri
vinnun
a
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Ja (Ja) Nei Nei (Ja)
Umsitingarliga
r
avleiðingar
Ja Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisliga
r
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avtalur í mun
til altjóða
avtalur/reglur
Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar
avleiðingar
(Ja)
Viðmerkingar: (Ja) merkir, at avleiðingar møguliga kunnu gera seg galdandi.
Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1. Endamál
Henda grein lýsir endamálið við Búskapargrunni Føroya. Grunnurin skal tryggja
áhugamál Føroya fólks í samband við serinntøkur landsins. Serinntøkur landsins
verða lýstar í § 2 – sum inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi. Grunnurin hevur
somuleiðis til endamál at vera eitt amboð, ið kann nýtast til at røkka einum
sjálvberandi føroyskum búskapi.

Búskapargrunnur Føroya virkar fyri, at inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi verða nýttar
til íløgur í varandi tilfeingi. Harvið koma inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi bæði
núlivandi og komandi ættarliðum til góðar.

Til § 2. Inntøkur
Inntøkur Búskapargrunsins eru sambært § 2 serinntøkur, umframt møguligt
yvirskotsgjaldføri, ið landið fer at hava tilgóðar í framtíðini.

Serinntøkur fevna, sambært § 2, stk. 2, um skatt og avgjøld frá útvinning av
kolvetnum í Føroyum, heildarveiting úr ríkiskassa Danmarkar og gjaldførisinntøkur
landskassans, í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins,
umframt rentur og avkast av grunnfænum.

Umframt nevndu serinntøkur í § 2, stk. 2 kunnu aðrar serinntøkur eisini hugsast. Eitt
nú møguligar ”eingangsinntøkur” frá gengransking í Føroyum í framtíðini. Henda lóg
avmarkar seg tó til inntøkur frá teimum serinntøkum, ið eru nevndar í § 2, stk. 2.
Talan er um serinntøkur, ið eru mest sannlíkar komandi árini. Eisini er avmarkingin
gjørd fyri at gera umsitingina av Búskapargrunni Føroya so greiða sum møguligt.
Endamálið við Búskapargrunni Føroya er at beina allar serinntøkur av týdningi frá
ikki-varandi tilfeingi í grunnin, fyri at javna nýtsluna av hesum peningi yvir eitt longri
tíðarskeið. Taka aðrar serinntøkur – enn tær, ið nevndar eru í § 2, stk. 2 – seg upp í
framtíðini, eigur hendan lógin tí at verða endurskoðað fyri at taka aðrar serinntøkur
við sum inntøkur í Búskapargrunn Føroya.

Búskapargrunnur Føroya verður á serstakari konto á fíggjarlógini, helst undir greinini
viðvíkjandi gjaldføri.

Í § 2, stk. 3 verður ásett, at gjaldføri landskassans, sum í ár 2012 og fylgjandi ár er
omanfyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann
flytast Búskapargrunni Føroya við fíggjarlógini. Endamálið við hesi áseting er at geva
politiska myndugleikanum møguleika fyri, at beina stórt bygnaðarligt yvirskot hjá
landskassanum yvir í Búskapargrunn Føroya – um slíkt skuldi víst seg í framtíðini.
Tílíkt yvirskot kundi gjørst veruleiki eftir eitt tíðarskeið við stórum inntøkum til
landskassan. Verður politiskt ynskt at javna hesar inntøkur yvir eitt longri tíðarskeið,
kann hetta verða gjørt við at flyta peningin í Búskapargrunnin, heldur enn at nýta
peningin. Tað gjaldførið, sum á hendan hátt verður flutt Búskapargrunni Føroya, kann
ikki takast aftur til vanligan rakstur á løgtingsfíggjarlógini, men verður hinvegin
umvegis realavkast av íløgum Búskapargrunsins partur av varandi útgjaldinum úr
Búskapargrunni Føroya.

Undirskot er í løtuni á fíggjarlógini, sum samtykt er at vinna burtur í seinasta lagi í
2015. Tí verður ikki talan um at flyta yvirskotsgjaldføri í fyrsta umfari, men økist
gjaldføri landskassans aftur í framtíðini, er møguleiki fyri at flyta hetta í
Búskapargrunn Føroya.

Til § 3. Útgjaldskipan
§ 3, stk. 4 ásetir meginreglu um, at útgjaldið úr Búskapargrunni Føroya í mesta lagi
kann verða tað realavkast, ið Búskapargrunnurin vinnur av íløgum sínum í farnum
tíðarskeiði.

Ásett verður, at Føroya Landsstýri leggur fram ítøkiligt uppskot til løgtingslóg um
nýtslu av realavkastinum av íløgum Búskapargrunsins, tá samantaldu inntøkur
grunsins eru íalt 3,5 mia. kr. Til og við at skuld landskassans til danska statin er
rindað, eru serinntøkur frá umskipan og sølu av fyritøkum landsins tó undantiknar, tí
hesar skulu nýtast at rinda aftur skuld landskassans til danska statin.

Undantak fyri omanfyri nevndu meginreglu er skiftisgjaldið úr Búskapargrunninum til
landskassan fram til ár 2020, umframt nýtsla av serinntøkum frá umskipan og sølu av
fyritøkum landsins til at rinda aftur uttanlandsskuld landskassans til danska statin.
Komið skal ikki verða nærri inn á eina útgjaldskipan av realavkasti úr Búskapargrunni
Føroya, tí neyðugt verður við víðfevndum útgreiningararbeiði og samfelagsligum
kjaki í hesum sambandi.

Tá umræður útgjaldi, ið fer at virka beinanvegin – er talan um eitt skiftisgjald úr
Búskapargrunni Føroya til landskassan.

Skiftisskipanin hevur til endamáls at tryggja, at nýtslan av heildarveitingini úr danska
statskassanum verður framd í samsvari við høvuðsendamál Búskapargrunsins, ið m.a.
er ein útjavning av serinntøkum landskassans millum verandi og komandi ættarlið.
Eisini virkar skiftisgjaldið sum ein føroysk skiftisskipan, ið kann gera landskassan
óheftan av heildarveitingini yvir 8 ár – frá 2008 til og við 2015. Harvið vil ein
framtíðar broyting í hesi serinntøku ikki ávirka landskassan stórvegis.

Hinvegin er greitt, at skal landskassin ikki fáa enn størri RLÚ-undirskot av hesi
skipan krevst, at politisku myndugleikarnir nýta hesi 8 árini (2008-2015) til at tillaga
inntøku- og útreiðslustøðið í mun til minkandi inntøkurnar frá skiftisgjaldinum.
Skiftisgjaldið er fyrsta árið ásett at verða 600 mió. kr. – ið svarar áleið til
heildarveitingina úr danska ríkiskassanum á 615,5 mió. kr. – og minkar við 75 mió.
kr. árliga til og við 2020. Í 2021 er landskassin sostatt leysur av heildarveitingini,
skiftisgjaldinum og skiftisskipanini.

§ 3, stk. 2 ásetir, at gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær frá umskipan
og sølu av fyritøkum landsins skulu fylgjandi fíggjarárið nýtast til at rinda
uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Hetta fyri at spara rentuútreiðslur og
gera landskassan óheftan av donskum ríkislánum.

Uttanlandsskuld landskassans til danska statin er kr. 1,5 mia. kr. (+ 0,5 mia. kr., ið eru
rentu- og avdráttarfríar, og bert skulu rindast, um farið verður undir útvinning av
kolvetni í Føroyum áðrenn ár 2018) .

Eginpeningurin í almennu fyritøkunum, ið ætlanir eru at einskilja, liggur væl
omanfyri skuld landskassans til danska statin. Tí eru ríkir møguleikar fyri at rinda
uttanlandsskuld landskassans til danska statin, um farið verður undir ætlaðu søluna og
umskipanina av ávísum almennum fyritøkum.

§ 3, stk. 3 ásetir, at av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina, skal
minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum. Tá
skiftigjaldið fyrsta árið – tvs. ár 2012 – er ásett til 600 mió. kr, verður fyrsta
upphæddin til menning av útbúgving og gransking úr Búskapargrunninum til
løgtingsfíggjarlógina ásett til kr. 150 mió. kr. Henda upphædd minkar síðan fylgjandi
7 árini, í samsvari við minkandi skiftisgjald. Tað verður so til politiska myndugleikan
at avgera, um upphæddin skal varðveitast umvegis raðfesting av útreiðslunum á
løgtingsfíggjarlógini.

Talan er sostatt um at nýta stóran part av skiftisgjaldinum til íløgur vitan – íløgur í
varandi tilfeingi. Hetta fer óivað at verða við til at hækka vitanarstøðið í føroyska
samfelagnum, og harvið m.a. at hækka virðisøkingina og inntøkustøðið í
samfelagnum. Hóast trupult er at áseta eina upphædd, kann hetta gerast ein mótvekt til
minkandi inntøkur landskassans frá skiftisgjaldinum.

§ 3, stk. 5 ásetir, at inntøkur grunsins, frá sølu og umskipan av fyritøkum landsins
gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins, tá uttanlandsskuld landskassans til
danska statin er rindað. Hetta orsakað av, at inntøkur grunsins frá sølu og umskipan av
fyritøkum landsins sambært § 3, stk. 2, í fyrsta umfari skulu nýtast at rinda skuld
landskassans til danska statin. Tá henda skuld er rindað, gerast inntøkur frá sølu og
umskipan av fyritøkum landsins partur av samantaldu inntøkum og íløgunum hjá
Búskapargrunni Føroya.

Til § 4. Røkt av ogn
§ 4 ásetir, hvussu ogn Búskapargrunsins skal røkjast. Í § 4, stk. 1 verður ásett, at
peningur Búskapargrunsins verður settur í virðisbrøv á fíggjarmarknaðum. Víst kann í
hesum sambandi verða til galdandi lóg um Landsbanka Føroya, har bankasamband
landskassans m.a. hevur møguleika fyri at keypa virðisbrøv, ið eru útgivin í og
uttanfyri Føroyar.

Búskapargrunnur Føroya kann ikki standa fyri beinleiðis útláni. Hetta merkir
somuleiðis, at Búskapargrunnur Føroya ikki kann gera beinleiðis íløgur í fasta ogn og
onnur real-virði. Ongin forðing er tó fyri, at peningur úr Búskapargunninum verður
nýttur til íløgur í partabrøv hjá børs-skrásettum feløgum, ið hava virkisøki, ið hava við
fasta ogn og real-virði at gera.

§ 4, stk. 1 ásetir eisini, at íløgur Búskapargrunsins verða framdar eftir almennum
leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av vága. Hetta merkir
m.a. at Búskapargrunnur Føroya ikki ger íløgur í ávíst felag fyri at fáa beinleiðis
ávirkan á rakstur av felagnum. Í leiðreglunum eigur hámark at verða sett fyri, hvussu
stórur partur av partabrøvum hjá einstakari fyritøku kann verða keyptur. Eitt nú kann
nevnast, at norska Finansdepartementet hevur sett hámark á 1% fyri íløgupart hjá
norska oljugrunninum í útistandandi partabrøv hjá einstakari fyritøku.

Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur sambært § 5 fyri umsiting av
Búskapargrunni Føroya og skal í hesum sambandi áseta nærri leiðreglur um
íløgumannagongd hjá Búskapargrunni Føroya, við atliti til størst møguligan vinning
og við atliti til spjaðing av vága. Víst kann í hesum sambandi verða til galdandi
leiðreglur í samband við umsiting av gjaldføri landsins.

§ 4, stk. 2 ásetir, at Búskapargrunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskonti í
sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum. Henda áseting loyvir
Búskapargrunninum at gera bilateralar avtalur við peningastovnar, sentralbankar og
aðrar fíggjarstovnar í sambandi við arbeiðsgjaldføri.

§ 4, stk. 3 ásetir, at altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt.
Hetta er eitt framhald og ein nágreining av ásetingini í § 4, stk. 1 um spjaðing av
vága.

Til § 5. Umsitingarlig viðurskifti

§ 5 ásetir, at tað er landsstýrismaðurin í búskaparmálum, ið hevur heimild at standa
fyri umsiting av Búskapargrunni Føroya í samsvari við teir karmar, ið lógin um
Búskapargrunn Føroya ásetir. Fíggjarmálaráðið rindar fyri umsitingina av grunninum.

§ 5, stk. 2 og 3 áseta, at umsitingin av Búskapargrunni Føroya skal vera
gjøgnumskygd. Hetta er í samsvari við góðan fyrisitingarsið, og í samsvari við ynskið
um, at føroyingar skulu hava fult álit á, at ogn Føroya fólks verður umsitin á tryggan
og fullgóðan hátt.

Týðandi tættir í gjøgnumskygninum er greitt ábyrgdarbýti av ymsu tættunum í
umsitingini av Búskapargrunni Føroya, og greið uppseting av løgtingsfíggjarlógini, ið
týðiliga vísir skilnað millum vanligu inntøkur landskassans og serinntøkur
landskassans.

§ 5, stk. 4 ásetir, at landsstýrismaðurin í búskaparmálum skal fyriskipa neyðugar
reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og
løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini.

Til § 6. Gildiskoma
Einki er at viðmerkja.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Høgni Hoydal
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad