Lýsing

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Løgtingsmál nr. 185/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við
løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010, verða
gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 4 verður sum nýtt stk. 7 sett:
"Stk. 7. Tríggja fjórðingar mark er sjógvurin
innan fyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi
tilskilaðu støð í hesi raðfylgju:
1. 61º27,8595N –
006º58,2438W
2. 62º05,7875N –
007º48,0090W
3. 62º06,4506N –
007º47,7902W
4. 62º06,9408N –
007º47,4636W
5. 62º08,1731N –
007º45,5685W
6. 62º20,6580N –
007º16,9394W
7. 62°21,0616N –
007°15,4387W
8. 62°22,3353N –
007°07,4563W
9. 62°22,4984N –
007°06,1736W
10. 62°23,5266N –
006°59,5059W
11. 62°25,4007N –
006°48,9673W
12. 62°25,4810N –
006°48,3336W
13. 62°26,6064N –
006°32,1756W
14. 62°23,8467N –
006°15,0103W
15. 62°22,2312N –
066°10,2151W
16. 62°19,7101N –
006°08,9531W
17. 61°18,6760N –
006°34,6193W
18. 61°17,3757N –
006º39,4047W
0. 61º12,6532N –
006º44,1870W "
2) Aftaná § 9b verður sett:

/3 2
"§ 9c. Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki og
troli eigur at verða loyvdur innan fyri tríggjar
fjórðingar úr landi, sbrt. § 4, stk. 7."

§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Fiskiárið byrjar sambært lógini um vinnuligan fiskiskap hin 1. september. Væl undan tí skulu
Havstovan og Fiskidaganevndin gera síni tilmæli, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal gera
sítt uppskot um fiskidagatal o.a. eftir. Løgtingið tekur til endans avgerðina um, hvussu fiskiárið skal
skipast viðvíkjandi døgum, friðingum og á annan hátt.

Í stóran mun hevur tingið higartil ikki viðgjørt annað enn at áseta dagatalið í ávísu veiðibólkunum,
friðingin av Føroya Banka tó undantikin.

Fleiri onnur tilmæli hava verið, eisini tilmæli sum Havstovan og Fiskidaganevndin stórt sæð hava verið
samd um. Eitt av hesum er friðingin fyri allari húkaveiði inni við land. Myndugleikin hevur tó ikki
givið hesum gætur. Tey flestu hava helst lagt til merkis, at tað higartil í hesum fiskiárinum hava verið
óvanliga nógvar lýsingar/kunngerðir frá Fiskiveiðieftirlitinum í miðlunum um bráðfeingis veiðibann á
ávísum økjum. Orsøkin er sjálvandi, at ov nógv hevur verið veitt av smáttfallandi gráum fiski.

Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni 12. juni 2007 stendur: ”Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki
eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi. Hetta fyri at verja smáfiskin.”

Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni 15. juni 2008 stendur: ”Eingin vinnuligur fiskisakpur við húki
eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, og til toska- og hýsustovnurin eru komnir fyri
seg aftur, eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.”
15. juni 2009 tilmælir Havstovan tað sama sum omanfyri, og í seinasta tilmælinum, sum var latið
landsstýrismanninum 15. juni 2010, verður sagt: ”Fyri at verja árgangirnar av serliga toski og upsa
eigur eingin vinnuligur fiskiskapur við húki (troli) at verða loyvdur nær landi, og harumframt eigur
heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.”

Tað tykist vera semja ímillum allar avvarðandi partar, lívfrøðingar og fiski- og útróðrarmenn, at veiðan
eftir smáfiski hevur verið alt ov umfatandi í seinastuni. Fiskimálaráðið man vera komið til somu
niðurstøðu, nú bráðfeingis veiðibann í tíð og ótíð verða lýst fyri ávís øki á landgrunninum, serliga nær
landi. Fyri allar partar er tað búskaparliga betra loysnin, at góðu árgangirnir, sum nú eru komnir inn í
fiskiskapin, fáa frið at vaksa seg størri til eitt munandi rúmari veiði- og útflutningsvirði.

Uppskotið steðgar allari húka- og trolveiði frá 3 fjórðingum úr grundlinjunum og inneftir til strendur
landsins, haðartil tað aftur verður hildið lívfrøðiliga ráðiligt at loyva fiskiveiði á hesum leiðum aftur.
Einasta undantakið er veiða til húsbrúks við loddi og teini, sum valla fær nakrar avleiðingar fyri
/3 3
frægastu stovnsrøktina, táið hetta meira snýr seg um eitt mentanarfyribrigdi heldur enn um vinnuligan
fiskiskap.

Knattstøðurnar hevur Fiskiveiðieftirlitið útvega uppskotsstillaranum eftir áheitan.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Tórbjørn Jacobsen
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad