Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu

Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu

 

§ 1. Øll skip, sum eru yvir 50 BRT/GT, skulu
nýta loðs, tá siglt verður inn og út av havnum
í Føroyum.

 

§ 2. Skip, sum hava skipara ella stýrimann
umborð, ið hevur siglt í somu havn 3 ella
fleiri ferðir seinastu 5 árini, nýtast ikki loðs, tá
ið siglt verður inn í og út úr hesi havn.

 

§ 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri,
hvussu skipanin við loðsskyldu skal virka,
ásetir kostnað fyri leigu av loðsi og ger reglur
fyri, hvørjar treytir skulu setast einum loðsi.

 

§ 4. Brot á hesa lógina verða revsað eftir
reglunum í kapittul 11 í løgtingslóg nr. 165
frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum.

 

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin
eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar
Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu verður løgd fram samstundis sum, at uppskot til løgtingslóg
um at yvirtaka loðslógarøkið verður lagt fram.

Javnan verður málið viðvíkjandi kravdum loðsi tikið upp á løgtingið og í miðlunum. Semja tykist
verða um, at her er regluverkið ikki nóg gott, og at her má gerast nakað. Tað skal tó sigast, at nógv
tey flestu fremmandu skipini, sum koma á okkara firðir og sund ynskja loðs umborð tá hesi vitja ein
av firðum okkara. Men so eru tað skipini við fremmandari manning umborð sum ikki gera tað, og tá
kann vandi verða á ferð. Orsøkirnar til at loðsurin verður valdur frá kunnu verða t.d. fíggjarligir ella
tí at tey á brúnni ikki síggja nakran vanda í at fara inn uttan loðs.

Nógv vinnuligt virksemi er við havnaløgini kring landið alt, samstundis sum virðismiklir aliringar
mynda firðir okkara. Talan er sostatt um vrksemið, sum myndar vinnu okkara á landi og á sjógvi og
sum er krumtampurin í føroyska vinnulívinum og búskapinum, og stendur hetta virksemi fyri so at
siga øllum tí føroyska útflutninginum. Harumframt er hetta virksemi staðsett á leiðum, sum livir av
reinum umhvørvi. Tí kann skaðin verða øgiligur um vit síggja stórt uppá skip við alskyns
vandamikulum góðsi umborð, sum ferðast ókend inn og út frá landi okkara.

Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað, sum ger, at
virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti. Men so tykist ikki vera í
Føroyum.

Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví skal hon ikki
tað? Her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava frítt at fara við vandamiklum
góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar.

Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi útaftur, hevði
skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var hendur. Og beinanvegin var
almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk.
Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki.
Tað undrar stórliga, at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða,
sum skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til.

Ætlanin við hesum lógaruppskoti er ikki at gera broytingar í ásetingum og heimildum, ið givnar
eru við løgtingslóg um trygd á sjónum. Endamálið við uppskotinum er hinvegin bara at
lógarfesta loðsskylduna fyri skip yvir 50 BRT/GT, tá siglt verður inn og út av havnum í
Føroyum. Harumframt verður loðsskyldan avmarkað til bara at vera galdandi, tá tann, ið førir
skipið, er ókendur við farvatnið. Dentur er í hesum sambandi lagdur á títtleikan, siglt hevur verið
á viðkomandi havn innan fyri eitt áramál.

Reglurnar eru galdandi fyri øll skip, men við undantakinum í § 2 verða tað serliga útlendsk skip,
ið verða ávirkað av loðsskylduni.

Landsstýrismaðurin hevur framvegis, við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum, møguleika
at víðka um loðsskylduna hjá hesum skipum og til, at hon eisini kann fevna um onnur skip, og
til at seta aðrar treytir hesum viðvíkjandi.

Á Løgtingi, 1. mars 2011

Høgni Hoydal   Annita á Fríðriksmørk   Sjúrður Skaale
Bergtóra H. Joensen   Hergeir Nielsen   Bjørt Samuelsen
Torbjørn Jacobsen   Heini O. Heinesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad