Lýsing

Uppskot um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)

 

§ 1.
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006
um ræði á málum og málsøkjum, sum
seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá
17. februar 2010, verður § 1, stk. 2, nr.
18 strikað.

§ 2.
Løgtingslógin kemur í gildi 1. august
2011.

Serligar viðmerkingar
Vísandi til lógina um ræði á málum og málsøkjum, sokallaða ræðislógin, verður
skotið upp, at loðslógarøkið verður yvirtikið, og at hetta verður staðfest við
løgtingslóg.

Fíggjarligar avleiðingar
Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum av at yvirtaka málsøkið, verður hetta viðgjørt
undir nevndarviðgerðini.

Almennar viðmerkingar
Javnan verður málið viðvíkjandi kravdum loðsi tikið upp á løgtingið og í miðlunum.
Semja tykist verða um, at her er regluverkið ikki nóg gott, og at her má gerast nakað.
Tað skal tó sigast, at nógv tey flestu fremmandu skipini, sum koma á okkara firðir og
sund ynskja loðs umborð tá hesi vitja ein av firðum okkara. Men so eru tað skipini við
fremmandari manning umborð sum ikki gera tað, og tá kann vandi verða á ferð.
Orsøkirnar til at loðsurin verður valdur frá kunnu verða t.d. fíggjarligir ella tí at tey á
brúnni ikki síggja nakran vanda í at fara inn uttan loðs.

Nógv vinnuligt virksemi er við havnaløgini kring landið alt, samstundis sum
virðismiklir aliringar mynda firðir okkara. Talan er sostatt um virksemið, sum myndar
vinnu okkara á landi og á sjógvi og sum er krumtampurin í føroyska vinnulívinum og
búskapinum, og stendur hetta virksemi fyri so at siga øllum tí føroyska
útflutninginum. Harumframt er hetta virksemi staðsett á leiðum, sum livir av reinum
umhvørvi. Tí kann skaðin verða øgiligur um vit síggja stórt uppá skip við alskyns
vandamikulum góðsi umborð, sum ferðast ókend inn og út frá landi okkara.

Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað,
sum ger, at virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti.
Men so tykist ikki vera í Føroyum.

Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví
skal hon ikki tað? Her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava
frítt at fara við vandamiklum góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar.
Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi
útaftur, hevði skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var
hendur. Og beinanvegin var almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór
skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk. Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at
nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki. Tað undrar stórliga,
at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða, sum
skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til.

Á Løgtingi, 1. mars 2011

Høgni Hoydal   Annita á Fríðriksmørk   Sjúrður Skaale
Bergtóra H. Joensen   Hergeir Nielsen   Bjørt Samuelsen
Tórbjørn Jacobsen og  Heini O. Heinesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad