Lýsing

Uppskot um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

§ 1
Í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001, sum
broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai
2004 um viðgerð av
persónsupplýsingum, verða gjørdar hesar
broytingar:
1) Aftan á § 17 verður sett:
"§ 17a. Persónsupplýsingar og viðgerð
av persónsupplýsingum í skipanum í
Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –
nýtsla eru peningaligar transaksjónir,
flytingar ella annað samskifti ella
virksemi millum einstaklingar, virki,
stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast
av landinum. Heldur ikki kann ein partur
av hesum flytast av landinum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi
fyri persónsupplýsingar og viðgerð av
persónsupplýsingum í skipanum í
Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –
nýtsla er at samskifta við umheimin fyri
at fáa í lag peningaligar transaktiónir,
flytingar ella annað samskifti ella
virksemi millum einstaklingar, virki,
stovnar o.t. í Føroyum og einstaklingar,
virki, stovnar o.t. í útlondum.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi
fyri persónsupplýsingar og viðgerð av
persónsupplýsingum í skipanum í
Føroyum, sum hava virkað, ella sum
hava fingið loyvi sambært lógini um
evnisskráir hjá almennum
myndugleikum ella lógini um privatar
skráir, áðrenn løgtingslógin um viðgerð
av persónsupplýsingum varð sett í gildi.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi
fyri persónsupplýsingar og viðgerð av
persónsupplýsingum, sum verða flutt av
landinum við søguligum, vísindaligum
og hagfrøðiligum endamáli, um loyvi
frammanundan er fingið frá
Dátueftirlitinum.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi
fyri persónsupplýsingar og viðgerð av
persónsupplýsingum, sum verða fluttar
av landinum við heimild í løgtingslóg,
ella um flutningurin er neyðugur fyri at
kunna røkja skyldur sambært avtalu við
annað Norðurland ella altjóða
samstarvsavtalu.
Stk. 6. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi
fyri persónsupplýsingar og viðgerð av
persónsupplýsingum, sum verða flutt av
landinum sum liður í ella partur av
viðgerð ella tænastu, sum verður veitt
sjúklingum og øðrum."
2) Í § 32, stk. 1 verður sum nr. 3 sett:
" 3) persónsupplýsingar verða fluttar av
landinum."
3) § 35, stk. 6 verður orðað soleiðis:
"Stk. 6. Til flutning av
persónsupplýsingum til útlond, sbrt. §§
16, 17 og 17a, krevst loyvi frá
Dátueftirlitinum. Tó krevst loyvi ikki frá
Dátueftirlitinum, um flutningurin hevur
heimild í serligari løgtingslóg."
4) Í § 44, stk. 1, nr. 4 verður aftan á "§
17," sett:
"§ 17a, stk. 1".
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
§ 3
Persónsupplýsingar eins og viðgerð av
persónsupplýsingum í skipanum í
Føroyum, sum ikki lúka treytirnar í §
17a, skulu innan 1. januar 2011 lúka
hesar treytir.
Stk. 2. Dátueftirlitið kann í serligum føri
loyva longri tillagingartíð, tó í mesta lagi
til 1. januar 2012, um vísast kann á, at
arbeiðið at lúka treytirnar í lógini er sett í
verk.
Kap 1. Almennar viðmerkingar:
Endamálið við uppskotinum er:
– at lógarseta, at týdningarmiklar og grundleggjandi skipanir til viðgerð av
persónsupplýsingum, sum allir borgarar eru kravdir at nýta til tess at virka í einum
nútímans samfelag, verða varðveittar, mentar og kunnu virka í Føroyum undir
føroyskum løgræði – sum tildømis peninga- og ognarupplýsingar,
skattaviðurskifti, rættarlig viðurskifti og aðrar grundleggjandi persónsupplýsingar,
– og at áseta við lóg, hvussu spurningurin um útflutning til onnur lond av
persónsupplýsingum skal handfarast og tryggja eitt opið og gjøgnumskygt altjóða
samskifti.
Atvoldin til uppskotið er, at peningastovnarnir nú hava valt at flyta seinasta partin av
sínum viðgerðarskipanum og allar tær grundleggjandi konto- og peningaupplýsingarnar
hjá øllum sínum kundum í Føroyum av landinum. Men uppskotið miðar eftir at lógarfesta
eitt greitt prinsipp fyri grundleggjandi skipanir, samskifti og goymslu fyri
persónsupplýsingar, sum viðvíkja øllum borgarum í Føroyum, og sum onnur lóggáva
krevur, at vit øll skulu nýta.
Uppskotssetararnir meta, at talan er um eitt grundleggjandi infrakervi, ið frameftir hevur
eins stóran týdning fyri samfelagsmenningina og vegir, brýr, tunlar, sjóvegis og loftvegis
samband, sum verður flutt av landinum. Og at talan er um eitt sera virðismikið og
týdningarmikið tilfeingi, ið – uttan at nakar borgari er eftirspurdur, sum er tvungin at nýta
føroyskar peningastovnar – verður flutt úr føroyska samfelagnum, har føroysk vinna ikki
fær møguleika at kappast um at gagnnnýta tað og førleikamenna seg.
Peningastovnarnir og lóggávan í Føroyum
Málið um edv-skipanirnar hjá peningastovnunum í Føroyum, er á ongan hátt eitt nýtt mál
í Føroyum.
Áður enn nýggja persónsupplýsingarlógin kom í gildi í 2001, vóru tvær lógir galdandi á
persónsupplýsingarøkinum. Onnur var lóg um almennar edv-skráir, og hin var lógin um
privatar edv-skráir. Tær bygdu á, at loyvi skuldi fáast til nærum allar skráir, og undantøk
skuldu gerast í lógini, um eitt nú p-talið skuldi brúkast. Í sambandi við ætlanirnar hjá
bankunum um at leggja alt sítt edv-samskifti til Danmarkar samtykti Løgtingið í 1994 eitt
uppískoyti til lógirnar um, at allar edv-skipanir, sum komu undir lógina, skuldu goymast
og viðgerast í Føroyum. Tó kundi landsstýrið geva undantaksloyvi. Við at hyggja at
teimum undantøkum, ið vórðu givin sambært hesi lóg, kann skjótt staðfestast, at
umsitingin hevur verið so sum so. Onkur undantaksloyvi eru til skjals, men summi sigast
at hava verið givin munnliga síðani 1994.
Tá nýggja lógin um persónsupplýsingar varð løgd fyri tingið í 2001, var uppskotið frá
landsstýrismanninum at varðveita regluna um, at heilar skipanir og serliga tær hjá
peningastovnunum ikki kundu flytast av landinum.
Løgtingið tók undir við hesum, men Rættarnevnd Løgtingsins broytti upprunauppskotið
soleiðis, at landsstýrismaðurin við kunngerð skuldi áseta nærri reglur um útflutning av
persónsupplýsingum. Harafturat herdi Løgtingið lógina á tann hátt, at sett varð í
lógartekstin ein meginregla um, at allar upplýsingar, sum koma undir lógina, skulu
varðveitast og viðgerast í Føroyum.
Í viðmerkingunum til broytingarnar er Rættarnevnd Løgtingsins greið og áleggur
landsstýrismanninum at gera kunngerð, ið tryggjar endamálinum:
(Úr viðmerkingunum í áliti Rættarnevndarinnar frá 20. apríl 2001):
"Lógaruppskotið um viðgerð av persónsupplýsingum snýr seg eisini um reglur í
sambandi við flutningi av persónsupplýsingum til útlond. Rættarnevndin hevur viðgjørt
spurningin og er samd við landsstýrismannin, at meginreglan eigur at verða, at
persónsupplýsingar og edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, eiga at goymast
og viðgerast í Føroyum.
Tó er Rættarnevndin av teirri áskoðan, at grein 17, stk. 4, er í andsøgn við bæði
endamálsgrein lógarinnar og við greinirnar 16 og 17. Løgfrøðingar, ið Rættarnevndin
hevur kunnað seg við, eru av somu áskoðan. Rættarnevndin hevur frá
landsstýrismanninum fingið upplýst, at grein 17, stk. 4, er sett í lógina til tess at tryggja,
at allar edv-skráir skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, og til tess at fyribyrgja, at
eitt nú peningastovnarnir flyta sítt edv-samskifti av landinum og sostatt eisini upplýsingar
um peningavirðurskifti hjá føroyskum borgarum. Rættarnevndin er samd við
landsstýrismannin, at slík gongd eigur at fyribyrgjast, og mælir landsstýrismanninum til
við heimild i grein 17, stk.. 3, beinanvegin og áðrenn gildiskomu lógarinnar at áseta
greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga
ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at henda kunngerð kemur at fata um
júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna.
Harumframt skjýtur rættarnevndin upp, at grein 16, stk 1, verður herd soleiðis, at tað í
henni beinleiðis verður ásett, at meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir
hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum". Við hesum broytingum
heldur Rættarnevndin, at politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd
og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samstarv av
landinum, er rokkin.”
Eftirspælið – peningastovnarnir vinna á Løgtinginum
Hóast henda kunngerð varð gjørd og sett í gildi, var rættiliga stór mótstøða mótvegis
kunngerðini sett fram frá peningastovnunum, KT-felagnum og øðrum í fjølmiðlum og í
brøvum til fyrisitingina. Nevndin fyri Elektron hevði tildømis stórar lýsingar í bløðunum
ímóti kunngerðini og landsstýrismanninum.
Stórt trýst varð lagt á Dátueftirlitið og alla politisku skipanina um at geva loyvi til eina
nýggja gjaldskipan hjá peningastovnunum, ið liggur uttanlands – og at enda varð loyvi
givið. Eitt nýtt uppskot til kunngerð varð gjørt, ið skuldi tryggja tað, sum Løgtingið hevði
samtykt. Peningastovnarnir løgdu sak móti landsstýrinum, og áðrenn tað varð avgreitt,
slitnaði landsstýrissamgongan.
Tá nýtt landsstýri varð skipað í 2004, varð fyrst nýggj kunngerð lýst, ið loyvdi ætlanum
peningastovnanna, og síðani varð lógin broytt soleiðis, at meginreglan varð strikað um, at
allar skipanirnar undir lógini skulu goymast í Føroyum.
Tá varð sagt, at tað bert vóru partar í eini skipan, sum fóru av landinum, men nú 6 ár eftir,
verða so allar skipanirnar hjá peningastovnunum fluttar. Og formaðurin í Felagnum
Peningastovnar hevur alment upplýst, at omanfyi 100 milliónur krónur eru nýttar til at
leggja skipanirnar hjá peningastovnunum í annað kervi uttanlands
Uppskotssetararnir halda, at hetta er eitt týðiligt dømi um, at peningastovnarnir við
miðvísum og dugnaligum lobby-arbeiði hava megnað at broytt støðuna og lóggávuna hjá
einum samdum Løgtingi til frama fyri sínar ætlanir sum privatar fyritøkur.
Trupulleikin at lýsa faktuellu støðuna
Í orðaskiftinum og almenna stríðnum, sum verið hevur um hetta mál, er ein stórur
trupulleiki staðfestur. Umboð fyri peningastovnarnar og leiðslan fyri Elektron føra fram,
at talan ikki er um nakran førleikamiss, løgræðismiss ella útflyting av infrakervi og
øðrum.
Uppskotssetararnir hava frá mongum øðrum keldum fingið heilt aðrar metingar um, hvør
avleiðingin er fyri elektroniska infrakervið, førleikamenningina og møguleikan at hava
ávirkan á gongdina. Men sera trupult er at fáa hesar upplýsingar alment.
Tí er sjálvsagt alneyðugt, at tingviðgerð og nevndarviðgerð av hesum máli miðar eftir at
fáa allar metingar og faktuellar upplýsingar fram í málinum og at roynt verður at inkalla
fólk, ið hava innlit og møguleika at siga sína hugsan.
Eisini fer í tingviðgerðini at bera til at lýsa avleiðingarnar fyri skipanirnar hjá tí almenna,
kostnaðin, møguleikan at seta krøv og lóggeva á økinum frameftir og aðrar faktuellar
spurningar.
Grundgevingar fyri reglunum um at hava grundleggjandi skipanir í Føroyum
Grundgevingarnar fyri at krevja, at grundleggjandi skipanir fyri persónsupplýsingar hjá
øllum borgarum í Føroyum virka og verða goymdar í Føroyum, eru ikki einføld
vinnuverndaratlit ella at forða fyri altjóðagerð og samskifti tvørtur um landamørk – so
sum hevur verið ført fram frá ymsum áhugabólkum. Týdningarmestu atlitini eru hesi:
– Skulu vit í longdini kunna tryggja við lóg, at persónsverndin hjá føroyingum
verður vard í sambandi við persónsupplýsingar, so mugu tær týdningarmestu
skipanirnar og infrakervið vera í Føroyum undir føroyskum løgræði. Verða eitt nú
broytingar gjørdar í lógini í teimum londum, har skipanir verða fluttar til, verður
tað reelt ógjørligt hjá føroyskum myndugleikum at hava lóggávumyndugleika ella
brádliga at krevja skipanirnar broyttar ella tiknar heim.
– At hava tilfeingið undir føroyskum lóggávuvaldi. Persónsupplýsingar – bæði
viðkvæmar og eitt nú persónligar upplýsingar um peningaviðurskifti – eiga at
síggjast sum eitt tilfeingi í Føroyum. Enn er heldur trupult at ímynda sær, hvørjar
skipanir og hvør menning fara at taka seg fram, tá tað snýr seg um viðgerð av
persónsupplýsingum. Men lítil ivi kann vera um, at persónsupplýsingar eru eitt
tilfeingi hjá einum og hvørjum samfelag til at menna førleikar og binda seg saman
við umheimin.
– Møguleikin at hava vælvirkandi samskipan millum skatta- og avgjaldsskipanir,
aðrar viðgerðarskipanir og peningaviðurskifti hjá øllum føroyingum.
Hvørki ein forðing fyri samskifti um landamørk ella kappingaravlaging
Ført hevur verið fram í atfinningum, at ein slík lóggáva, sum hendan, forðar fyri at taka
lut í altjóðagerðini, byrgir Føroyar inni, og at lóggávan er kappingaravlagandi. Hesin ótti
er skiljandi, men ilt er at síggja, at hann er grundaður í lógini og í uppskotinum til reglur.
• Ongin forðing er í lógini ella í uppskotinum fyri at hava eitt nútímans samskifti tvørtur
um landamørk.
• Heldur ongin forðing er fyri at flyta út forrit ella annað hjá føroyskum teldufyritøkum.
• Heldur ongin forðing er fyri at keypa viðgerðarskipanir úr útlondum og seta tær upp í
Føroyum.
• Lóggávan er heldur ikki til frama fyri ávísa fyritøku í Føroyum, tí sjálvandi kann
menning av viðgerðarskipanum bjóðast frítt út millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.
Uppskotið til nágreiniligari lógarreglur
Við hesum uppskoti til broytingar í lógini verða endamálini, sum Løgtingið hevur lagt
dent á í viðgerðini av hesum spurningum, sett í lógarform. Harafturat eru atlit tikin at
nøkrum av teimum atfinningum, sum eru komnar fram frá peningastovnum og øðrum.
Til tess at tryggja, at tær týdningarmestu goymslurnar og viðgerðirnar av
persónsupplýsingum føroyinga eru og fara fram í Føroyum, er høvuðstátturin í hesum
uppskotinum, at skilt verður ímillum:
a. samskifti við persónsupplýsingum millum føroyingar innanhýsis, og
b. samskifti við persónsupplýsingum, sum krevst til at samskifta uttanlands.
Broytingarnar eru í høvuðsheitum hesar:
• At samskifti við persónsupplýsingum millum persónar og/ella løgfrøðiligar persónar í
Føroyum – fer fram í Føroyum. T.e. at persónsupplýsingar ikki skulu av landinum til tess
at fremja samskifti innanhýsis í Føroyum.
• At annars kunnu upplýsingar flytast av landinum, tá tað snýr seg um samskifti við
persónar og/ella løgfrøðiligar persónar uttanlands. Tá eru vanligu trygdarreglurnar
galdandi, sum Dátueftirlitið umsitur.
• Møgulig undantøk verða at áseta í serligari løgtingslóg.
• Freist verður sett at fáa viðurskiftini í rættlag
Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum
Mett verður ikki, at uppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar, sosialar avleiðingar ella
avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar. Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri ávís
pláss/øki í samfelagnum, og mett verður, at uppskotið hevur við sær, at lættari verður at
halda altjóða avtalur og reglur.
Mett verður ikki, at uppskotið hevur aðrar umsitingarligar avleiðingar við sær enn, at
neyðugt verður í onkrum føri at útvega sær heimild í serligari løgtingslóg til flutning av
persónsupplýsingum til útlond.
Mett verður, at uppskotið møguliga kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri lands- og
kommunalar myndugleikar. Somuleiðis kann uppskotið fáa fíggjarligar avleiðingar fyri
vinnuna.
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1, 1), stk. 1
Í greinini verður ásett, at tá talan er um persónsupplýsingar og viðgerð av
persónupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –nýtsla viðvíkja
viðurskiftum millum A og B í Føroyum, skal henda viðgerð fara fram í Føroyum. Ein
meting má gerast í hvørjum einstøkum føri av, um høvuðsinnihaldið og –nýtslan viðvíkja
peningaligum transaksjónum, flytingum ella øðrum samskifti ella virksemi millum
einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum. Avgerandi er, um flestu
persónsupplýsingarnar ella størri parturin av viðgerðini av persónsupplýsingunum
viðvíkja peningaligum transaksjónum, flytingum ella øðrum samskifti ella virksemi
millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum. Tað kann m.a. vera keyp av
tænastum, gjald fyri tænastur ella partar av tænastum. Mett verður, at tílík skráseting og
viðgerð skal fara fram í Føroyum, og hetta hevur m.a. við sær, at viðurskifti, fevnd av
hesi grein, ikki kunnu flytast av landinum.
Til § 1, 1), stk. 2
Forboðið um at flyta persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum av landinum
er ikki galdandi, um persónsupplýsingarnar og viðgerðin av persónsupplýsingunum eru í
skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –nýtsla viðvíkur viðurskiftum millum A í
Føroyum og B í útlandinum. Mett verður, at hendan flytan av persónsupplýsingum og
viðgerð av persónsupplýsingum av landinum er neyðug, tá tað snýr seg um samstarv við
onnur lond.
Til § 1, 1), stk. 3
Forboðið um at flyta persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í
Føroyum av landinum er ikki galdandi fyri tær skipanir, sum hava virkað sbrt. gomlu
skrásetingarlógunum. Mett verður, at neyðugt er at undantaka tær skipanir, sum hava
virkað, áðrenn persónsupplýsingarlógin kom í gildi 1. januar 2002.
Til § 1, 1), stk. 4
Forboðið um at flyta persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum av landinum
er ikki galdandi, tá tað snýr seg um søguligt, vísindaligt og hagfrøðiligt arbeiði. Í lógini
eru ymisk undantøk, tá tað snýr seg um viðgerð við søguligum, vísindaligum ella
hagfrøðiligum endamáli, og mett verður, at neyðugt er í ein ávísan mun at undantaka
tílíkt frá forboðnum í § 17 a, stk. 1. Tað er tó eitt krav, at loyvi er fingið frá
Dátueftirlitinum frammanundan. Meginreglan er framvegis, at persónsupplýsingar skulu
varðveitast og viðgerast í Føroyum, og merkir hetta, at granskingarverkætlanir so vítt
gjørligt í síni heild skulu varðveitast í Føroyum.
Til § 1, 1), stk. 5
Undantikið forboðnum um at flyta persónsupplýsingar ella viðgerð av
persónsupplýsingum av landinum er flutningur, sum er heimilaður í serligari løgtingslóg.
Mett verður, at persónsupplýsingarlógin er ein almenn lóg, sum ikki kann leggja upp fyri
øllum viðurskiftum, sum kunnu gera seg galdandi á teimum serligu økjunum.
Persónsupplýsingarlógini kann sostatt víkjast frá við serligari løgtingslóg. Undantikin er
somuleiðis flutningur, sum er neyðugur fyri at kunna røkja skyldur og uppgávur sambært
norðurlendskum og altjóða avtalum. Her kann m.a. nevnast samstarvsavtalur, sum eru á
skatta- og avgjaldsøkinum, á fólkaskrásetingarøkinum og á tí sosiala økinum.
Til § 1, 1), stk. 6
Forboðið er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum,
sum verða fluttar av landinum sum liður í ella partur av sjúklingaviðgerð. Her verður
serliga hugsað um blóðroyndir, royndir av vevnaði, myndir, sjúklingaskráir o.a., har
Sjúkrahúsverk Føroya metir, at tað er neyðugt at flyta persónsupplýsingar av landinum í
sambandi við sjúklingaviðgerð. Ásetingin fevnir harafturat um persónsupplýsingar hjá
blóðgevum, yrkisgagngevum o. ø., har persónsupplýsingarnar verða fluttar av landinum
fyri at kunna verða liður í ella partur av sjúklingaviðgerð. Sjálvt um t.d. yrkisgagngevin
ikki endaliga verður nýttur sum partur av sjúklingaviðgerðini, er hesin ein liður í
sjúklingaviðgerðini og sostatt fevndur av ásetingini. Ásetingin fevnir somuleiðis um
tænastu, sum t.d. Sjúkrahúsverk Føroya veitir borgarunum. Her verður hugsað um t.d.
blóðroyndir, tiknar av nýføðingum í sambandi við sjúkufyribyrgjan, royndir, tiknar av
persónum sum partur av fyribyrgjandi tiltøkum móti krabbameini, fertilitetskanningar og
aðrar tænastur, har Sjúkrahúsverk Føroya metir, at tað er neyðugt at flyta
persónsupplýsingar av landinum í sambandi við slíka tænastu. Orðið øðrum fevnir um
teir persónar, sum ikki eru sjúklingar, men sum fáa slíka tænastu ella viðgerð frá t.d.
Sjúkrahúsverki Føroya. Gransking er ikki fevnd av hesi áseting, sjálvt um endamálið er at
fyribyrgja sjúkum.
Til nr. 2
Tá persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum verða fluttar av landinum, skal
hetta altíð fráboðast Dátueftirlitinum. Henda broyting skal síggjast saman við broytingini
í § 35, stk. 6 soleiðis, at tær flytingar, sum loyvi ikki krevst til, skulu fráboðast
Dátueftirlitinum. Dátueftirlitið fær sostatt yvirlit yvir, hvat fer av landinum, og kann hetta
lætta um eftirlitsskylduna hjá Dátueftirlitinum.
Til nr. 3
§ 17 a, stk. 4 verður sett inn í greinina, og nágreinað verður, at loyvi ikki krevst frá
Dátueftirlitinum, um lógarheimild er fyri flutninginum í løgtingslóg. Hetta skal síggjast
saman við broytingini í § 32, har ásett verður ein kunningarskylda í teimum førum, har
loyvi ikki krevst.
Til nr. 4
§ 17 a, stk. 1 verður sett inn í revsigreinina, og merkir hetta, at tann, sum viðger
persónsupplýsingar móti § 17 a, stk. 1, verður revsaður við bót ella hefti.
Til § 2
Gildiskoman.
Til § 3, stk. 1
Ásett verður ein freist, har persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum skulu
lúka treytirnar í § 17 a, stk. 1. Mett verður, at neyðugt er við einari tillagingartíð, sum er
uml. 1 ár.
Til § 3, stk. 2
Mett verður, at neyðugt er, at Dátueftirlitið í serligum føri kann geva loyvi til eina longri
tillagingartíð, hetta kann serliga verða neyðugt á økjum við nógvum persónsupplýsingum,
ella á serliga fløktum økjum. Tó skal kunna vísast á, at arbeitt verður við at lúka krøvini í
lógini. Eitt tílíkt loyvi kann í ongum føri verða longri enn til 1. januar 2012.

Á Løgtingi, tann 27. februar 2010
Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad