Lýsing

Uppskot um eftirmeting og endurskipan av miðfyrisiting landsins

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta í verk eina óhefta og uttanveltaða eftirmeting av
miðfyrisiting landsins. Verður niðurstøðan í eftirmetingini, at ov lítið fæst burtur úr
fyrisitingini í mun til kostnaðin, og at hon heldur ikki til fulnar tænir teimum endamálum,
ætlað varð útinnandi valdinum viðvíkjandi, heitir Løgtingið á landsstýrið um at seta eina
skikkaða nevnd at skriva eina frágreiðing við tilmæli um, hvørjar neyðugar broytingar ella
umskipingar landsins miðfyrisiting krevur, soleiðis at vit fáa eina effektiva og vælkoyrandi
miðfyrisiting.

Viðmerkingar:
Nakað eftir stóru búskaparkreppuna fyrst í nítiárunum, varð nýggj stýrisskipanarlóg samtykt
at vera galdandi í Føroyum. Um somu tí avgjørdi táverandi landsstýrið, við Edmundi Joensen,
løgmanni, á odda, at umskipa alla miðfyrisitingina úr enda í annan. Farið varð frá kollegialum
stýri til ministeriel stýrir ella ráð, sum tey nú vera rópt. Síðani hava hesi elt á seg hópin av
starvsfólki við alskins serfrøði.

Mikið stríð var um hesa umskiping frá byrjan, og tað er neyvan ov nógv sagt, at í hvussu er
tvær samgongur eru farnar fyri bakka av hesum síðani. Dag og dagliga verða orð skift um
miðfyrisitingina, og yvirhøvur liggja skoðsmálini í tí lakara endanum. M.a. eru meiningarnar
ymiskar um, hvussu stór áneyðin er fyri so mongum ráðum í einum evarska lítlum landi við
hálvthundrað túsund íbúgvum, sum hartil ikki hevur ræði á øllum politikk-økjum,
samsvarandi tí hjálandastøðu, vit framvegis eru í.

Nýggja miðfyrisitingin, sum Finn Normann Christensen fekk í lag eftir donskum mynstri, er
ongantíð eftirmett. Í góð fimtan ár er hon sloppin at virka og vaksa, uttan at nakar veruliga
hevur sett spurnartekin við, um hetta nú var rætta loysnin. Ein loysn, sum hóskar í landi við 5
mió. íbúgvum kann hava onkrar íbygdar vansar í landi við hundrað ferðir færri íbúgvum. Allir
flokkar á tingi hava stjórnað heimastýrinum við verandi skipan, og ongin teirra hevur gjørt
royndina at broyta mynstrið, sum var knæsett miðskeiðis í nítiárunum.

Líkamikið hvørja hugsan, vit hava um skipanina, eigur hon at vera eftirmett og møguliga
broytt, um áneyðir verða hildnar at vera fyri hesum, og um semja fæst um hetta. Fíggjarligi
kostnaðurin av miðfyrisitingini er støðugt vaksandi, og her er eitt yvirlit, sum
Løgtingsskrivstovan hevur greitt úr hondum, um gongdina síðani 1997. Sambært hesum
yvirliti er miðfyristingin dýrkað við áleið 100 mió. krónum hesi árini, og spurningurin, tey
flestu seta sær, er ivaleyst, hvussu nógv samfelagið og borgarin hevur fingið burtur úr hesum
mikla vøkstri í útreiðslum landshúsarhaldsins:
2
Kelda: leiðslukunnningarskipanin, ár søgulig
Í fylgiskjali, sum liggur við uppskotinum, eru tølini, sum eru savnað í grafini omanfyri, greina
sundur fyri hvørt ráði sær hesi árini frá 1997 fram til 2010.
Á Løgtingi, 27. februar 2010
Tórbjørn Jacobsen
Miðfyrisiting
40.000
60.000
80.000
100.000
120.000
140.000
160.000
R1997
R1998
R1999
R2000
R2001
R2002
R2003
R2004
R2005
R2006
R2007
R2008
J2009
J2010
AR
tús. KR

Deil hesa grein umvegis
468 ad