Lýsing

Uppskot um náttúruverndarlóg og skráseting av lívfrøðiligum margfeldni

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at leggja fram uppskot til náttúruverndarlóggávu
og leggja fyri Løgtingið neyðuga lóggávu, sum tryggar, at arbeiðið at
skráseta lívfrøðiliga margfeldni verður fullført.

Viðmerkingar
Tað er alneyðugt at fáa greiðari og betri skipan av náttúruvernd í Føroyum. Í nógv ár
hevur nýggj náttúruverdarlóg verið ávegis. Fleiri landsstýrisfólk hava havt møguleikan
at leggja lógina fram, men enn er hon ikki komin í Løgtingið.
Komið er at teimum mørkum, at Løgtingið við greiðari talu má staðfesta, hvørt vilji er
til at fáa eina føroyska náttúruverdarlóg. Eina lóg hvørs endamál er at verja náttúruna,
sum er grundarlagið undir lívi og trivnaði á hesum oyggjum.
Nýggja lógin skal koma í staðin fyri galdandi lóg um náttúrufriðing, sum ikki er
tíðarhóskandi. Longu í 2001 kom ein serfrøðingabólkur, ið varð settur av Føroya
landsstýri, við hesi niðurstøðu um náttúrufriðingarlógina og Yvirfriðingarnevndina:
"Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. […]
Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d.
landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av
vøtnum."

Landsstýriskvinnan, sum nú situr, hevur eisini sagt, at hon fer at koma við náttúruverndarlógini.
Men hóast eitt lógaruppskot liggur klárt, kom lógin ikki í tingið í farnu
tingsetu, og er heldur ikki komin nú, evstamark er fyri at leggja lógaruppskot fram
hesa tingsetuna. Hetta hóast løgmaður gav Løgtinginum ein løglista á ólavsøku, har
tað stóð, at náttúruverndarlógin fór at verða borin Løgtinginum í oktober 2009. Hetta
kann einans tulkast sum, at náttúruverndarlógin verður niðurraðfest í landsstýrinum.

Árið fyri lívfrøðiligum margfeldni
Árið 2010 er lívfrøðiligt margfeldisár. Longu í 1993 samtykti Løgtingið ST-sáttmálan
um lívføðiligt margfeldni, sum er sera víðfevndur. Ein av mongu ásetingunum í
sáttmálanum er 2010-málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldni.
Í 2004 settu altjóða náttúruverndarfelagsskapurin IUCN og ES-nevndin “Countdown
2010”-tiltakið í verk fyri at stuðla undir arbeiðið at varðveita lívfrøðiliga margfeldni.
Lond kring allan heim eru við í “Countdown 2010”. Føroyar hava ikki skrivað undir
hesa yvirlýsing, men Løgtingið hevur kortini sera greitt staðfest, at lívfrøðiliga
margfeldið í Føroyum skal tryggast. Tað gjørdi Løgtingið enn einaferð, tá tað við
stórum meiriluta í 2006 samtykti, at: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at taka stig til
at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldni og lýsa margfelda lívið í føroysku
náttúruni.”

Í 2004 skrivar Innlendismálaráðið saman við øðrum Norðurlondum “Miljøhandlingsplan
2005-2008”. Har stendur: “Det nordiske samarbejde skal indrettes på en sådan
måde, at den negative udvikling, når det gælder tab af arter og bestande inklusive
deres levesteder, stoppes med det formål, at tabet af biologisk mangfoldighed standses
senest i 2010” og “Arbejdet med at standse tabet af biologisk mangfoldighed senest i
år 2010 vil have høj prioritet”.

Náttúrugrípasavnið hevur áður havt játtan til at skráseta og kortleggja øll plantu- og
djórasløg í náttúruni í ein dátugrunn, eins og grein 7 í sáttmálanum um lívfrøðiligt
margfeldni ásetir. Umframt at savnið hevur gjørt reyðlistar, sum áseta, hvørji plantuog
fulglasløg í Føroyum eru hótt. Ein long røð av plantu- og fuglasløgum eru komin á
reyðlistan.

Staðfest er millum annað, at reyð várhagasólja, leggstutt fransagras og lyngjavni eru
útdeyð í Føroyum, at hiplingur og skógspurvur, hvítravnur og havørn eru horvin,
men at bládúgvan í Føroyum verður roknað sum rein (ikki kynblandað) dúgva, og
at 90% av heimsbúfjøldini av Drunnhvíta er í Nolsoy.
Játtanin at halda fram við skrásetingini varð í 2006 steðgað m.a. við grundgevingini,
at nú fór ein náttúruverndarlóg, sum skipaði alt náttúruøkið, at koma.
Skrásetingin av lívfrøðiliga margfelninum er alneyðug, fyri at hava eitt rætt
grundarlag at vísa, hvussu gongdin er, og harvið seta neyðug tiltøk í verk.

Náttúran hótt
Tað gongur sjón fyri søgn, at okkara umhvørvi ikki fær nóg stóran ans. Eitt av okkara
størstu vøtnum, Sandsvatn, er so illa dálkað, og støðan hevur staðið við og versnað í
mong harrans ár. Fleiri aðrastaðni í Føroyum eru størri og minni vøtn og áir, sum eru
illa dálkað. Rotta er komin í Nólsoy og vanlukkuliga avleiðingin av hesum kann verða,
at rottan oyðir sjáldsama drunnhvítastovnin.

Føroyar eru vælsignaðar við einari sera ríkari og fjølbroyttari náttúru. Sum eitt
lutfalsliga ríkt land hava vit góðar fyritreytir fyri at gera tað, sum skal til at verja
náttúruna, so hesin ríki arvur eisini kann verða borin okkara eftirkomarum. Men
komið er at mørkum. Náttúran verður ikki vard av føgrum orðum eina. Og trupult
verður at gera nakað serligt burtur úr 2010 sum altjóða margfeldisár, verða altjóða
bindingar og mongu lyftini ikki framd í verki.
Fígging

Um náttúruverndarlógin verður samtykt nú, men við gildi frá 1. januar 2011 hevur
landsstýrið góðar stundir at fyrireika umsiting av lóggávuni og at fáa hetta raðfest inn
í fíggjarlógina fyri 2011. Arbeiðið at skráseta lívfrøðiliga margfeldni eigur tó at verða
uppafturtikið beinanvegin, og summarhálvan er rætta árstíðin til hetta arbeiðið. Hetta
er eisini ein góður máti at markera árið 2010 sum lívfrøðiligt margfeldisár. Tí verður
eykajáttanaruppskot lagt fram hesum viðvíkjandi.

Á Løgtingið 27. februar 2010
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad