Lýsing

Uppskot um at nýta altjóða próvtalsstiga í føroyskum útbúgvingum

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at fyrireika og leggja fyri Løgtingið neyðug
lógaruppskot til tess, at altjóða próvtalsstigin (ECTS) verður nýttur beinleiðis í føroyska
útbúgvingarverkinum soleiðis, at føroyskir skúlar og útbúgvingar lúka fremstu altjóða krøv og
føroyskar útbúgvingar verða viðurkendar og geva atgongd til víðari nám um allan heim.

Viðmerkingar
Útbúgvingarverkið alt stendur fyri stórum avbjóðingum og umleggingum. Frá barnaskúla til
miðnám, hægri útbúgvingar og endurútbúgvingar verða útbúgving og nám ein partur av lívinum hjá
hvørjum einstøkum alla lívsleiðina. Og samskipanin og tilboðini í útbúgvingarskipanini skulu
tryggja, at førleikar verða váttaðir og prógvaðir, so altíð ber til at fáa atgongd til vinnu ella at
útbúgva seg víðari – um allan heim.
Í flestu londum er langt síðani staðfest, at útbúgvingar og førleikakrøv fara fram tvørtur um ølllandamørk, og at myndugleikar í einstøku londunum mugu tryggja, at dygdin á útbúgvingum lýkur altjóða krøv, og at prógv og førleikar verða viðurkend av øðrum, hóast skúlaskipanir, námsfrøði og
undirvísingarhættir kunnu vera ymisk og fjølbroytt.
Í Evropa er løggildur ein próvtalsstigi, ið skal skal gera tað møguligt at samanbera prógv og
førleikar millum lond: Tann sonevndi ECTS-stigin (European Credit Transfer and Accumulation
System). Hesin próvtalsstigin verður somuleiðis viðurkendur í USA og í flestu londum í heiminum.
Talan er um fimm metingarstig, fyri roynd, ið er staðin:
A
B
C
D
E
Og tvey metingarstig stig fyri roynd, ið ikki er staðin:
Fx
F
Summi lond hava aðrar próvtalsstigar, sum síðani verða umroknaðir til ECTS-stigan.
Í Føroyum hava vit altíð fylgt danska próvtalsstiganum, og hava nýtt bóksstavastigan við UG, MG+
og síðani 13-talstiganum.
Og Danmark hevur júst lagt um til ein nýggjan sonevndan 7-talstiga, ið hevur 7 ymisk tøl:
12
10
07
04
02
00
03
Hesi tøl eru ein roynd hjá Danmark at hava tøl, ið skulu samsvara við teir sjey stavirnar í ECTSstiganum.
Landsstýrið hevur boðað frá, at ætlanin er at fremja danska 7-talstigan í Føroyum eisini, og enn er
ongin grundgeving komin á borðið fyri hesum.
Danmark er einasta landið, ið nýtir hendan løgna talstiga við minustølum og plusstølum, og hetta er
bygt á, at danska útbúgvingarskipanin, sum helst einasta land í heiminum, leggur allan dentin á at
rokna eitt miðaltal út fyri hvønn næming upp á desimalin, tá fólk skulu metast til upptøku í víðari
lesnaði.
Tað merkir, at tú so at siga í eini teldu kann sálda fólk frá og til útbúgvingar, orsakað av einum
desimaltali, ið leggur øll próvtøl saman frá tildømis eini miðnámsútbúgving.
Hetta er ein skipan, ið neyvan tryggjar, at fólk við góðum førleikum kunnu nema sær útbúgving, ið
tey ynskja, tí teirra lagna verður gjørd av onkrum tilvildarligum desimaltali, ið oftast onki hevur við
veruligar dygdir og lestrarhug at gera.
Tað er eisini serstakliga ivasamt námsfrøðiliga, sálarfrøðiliga og í tileggjanarhøpi at fara undir eina
próvtalsskipan, har næmingar fáa minus-tøl og óskiljandi glopp í tølum sum spjaldur fyri teirra
førleikar. Hetta vístu eisini nógvir serfrøðingar á, tá Danmark framdi sína nýggju próvtalsskipan.
Hjá føroyska útbúgvingarverkinum er ongin orsøk at fara undir at fremja eina skipan, ið bara verður
nýtt í einum lítlum landi í heiminum, sum ongin onnur skipan skilir – og sum kortini skal roknast
um til ECTS-stigan, tá farið verður út í heim.
Tað er heldur ongin forðing fyri atgongd til danskar útbúgvingarstovnar, at føroyingar ikki nýta
danska próvtalsstigan. Tað er frítt hjá øllum norðurlendingum at lesa hvør hjá øðrum – og londini
skulu bert viðurkenna førleikrøvini og próvtalsstigarnar hjá hinum londunum. Tað er tí ein alstórur
fyrimunur fyri føroyingar og føroyska útbúgvingarverkið, um vit beinanvegin fara at nýta altjóða
próvtalsstigan.
Hetta eigur at gera tað munin lættari at fáa føroyskar útbúgvingar góðkendar í øðrum londum og hjá
altjóða stovnum. Tað eigur at geva betri møguleikar at nýta lærarar og próvdómarar úr ymsum
londum – umframt at næmingar úr øðrum londum lættari kunnu lesa í Føroyum – og er samstundis
eitt sterkt tekin um, at vit vilja lúka altjóða krøv og hava altjóða dygd í okkara útbúgvingum.
Námsfrøðiliga bendir alt eisini á, at ECTS-skipanin við stigum er betri tileggjan og greiðari
samanberingargrundarlag hjá næmingum – heldur enn at miðalnæmingar og næmingar við
trupulleikum skulu fáa lág tøl ella minus-tøl heft á seg longu í barnaskúlanum.
Umsitingarliga kann tað eisini bert verða til fyrimunar at hava eina altjóða góðkenda skipan og
prógv, ið beinleiðis kunnu nýtast allastaðni – uttan umrokningar og eyka pappírsarbeiði.
Tí tala allar grundgevingar fyri, at Løgtingið semist um, at ECTS-stigin verður brúktur beinanvegin,
og at landsstýrið fer undir at fremja broytingarnar, áðrenn óneyðug orka og peningur verða
burturspilt.

Á Løgtingi, 27. februar 2010

Høgni Hoydal              Kári á Rógvi
løgtingsmaður            løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad