Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994
um vinnuligan fiskiskap, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25.
mai 2009, verður aftaná § 13 sett inn
nýggj § 13a, sum verður soljóðandi:
“§ 13 a. Latin fiskirættindi skulu
gagnnýtast.
Stk. 2. 90% av tillutaðum fiskidøgum
skulu vera nýttir til fiskiskap við tí í
fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í
einum 1 ára tíðarskeiði, gjørt upp við
fiskiársins enda. Fyrsta 1 ára
tíðarskeiðið byrjar 1. september 2009.
Stk. 3. 90% av tillutaðum egnum
kvotuparti, egnari árskvotu, egnum
hjáveiðiparti og egnari hjáveiðikvotu,
skal vera fiskað við tí í fiskiloyvinum
nevnda fiskifarinum í einum 1 ára
tíðarskeiði. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið
byrjar 1. januar 2010.
Stk. 4. Um minni enn 90% av tillutaðu
fiskirættindunum eru nýtt sbrt. stk 2
ella 3, verða fiskirættindini komandi
fiskiár skerd í % við muninum millum
nýtsluna hetta tíðarskeiðið og 90%.
Hesi fiskirættindi fella aftur til landið.
Stk. 5. Eru rættindi, sum eru tillutað í
fiskiloyvi ikki nýtt við tí í
fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í
einum 1 ára tíðarskeiði, fella rættindini
aftur til landið.
Stk. 6. Í serstøkum førum hevur
landsstýrismaðurin heimild til at geva
undantak fyri einstøk fiskifør frá
ásetingini í stk. 4.
§ 13 b. Landsstýrismanninum verður
heimilað at gera skipan fyri fiskirættindamarknað,
ein sonevnd
Tilfeingisbúð, herunder ásetingar um
fyriskipan, gjøgnumskygni, atgongd og
sølu- og keypstreytir.
§ 13 c. Landsstýrismaðurin kann
avhenda egnar fiskidagar, egnar
kvotupartar og egna hjáveiðikvotu,
sum fella aftur til landið. Somuleiðis
kann landsstýrismaðurin avhenda
fiskirættindi, ið ikki eru latin sum egnir
fiskidagar, egin kvotupartur og egin
hjáveiðikvota. Avhendingin kann antin
vera beinleiðis til fiskifar ella gjøgnum
Tilfeingisbúðina, eftir nærri ásettum
reglum.
Stk. 2. Avhending eftir stk. 1 er fyri eitt
fiskiár í senn. ”
§ 2
Henda løgtingslóg fær gildi tann 1.
september 2009.

Viðmerkingar:
Ad. 4. Brúksskyldan:
Tjóðveldi ásannar, at veiðirættindi verða latin út, sum tó í einstøkum førum ikki verða
gagnnýtt. Talan kann vera um heil fiskiloyvi, sum ávís vinnufeløg ráða yvir í fleiri ár,
men sum tó ikki verða gagnnýtt. Dømi eru eisini um útlutaðar kvotur og fiskidagar, ið
ikki verða nýtt til fulnar. Fyri summar skipabólkar hevur støðan verið varandi yvir
long tíðarskeið. Í uppskoti er at gera eina skipan við brúksskyldu, har kravið er, at
90% av tillutaðum rættindum skulu vera gagnnýtt seinasta 12-mánaða tíðarskeiðið.
Verður gagnnýtslan undir hesum marki, verða framtíðar tillutað rættindi skerd við
muninum millum 90% og gagnnýtsluprosentið. Verða tillutað rættindi als ikki nýtt í
einum 1-ára tíðarskeiði, fella hesi aftur til landið fult og heilt.
Brúksprosentið er allýst sum eginnýtsla hjá fiskifari í mun til tillutaðan part í byrjanini
av árinum. Eginnýtslan er ikki umfatað av keypi og sølu, tá keyp og søla fer fram fyri
eitt ár í senn. Endaligt keyp og endalig søla verða tikin við í eginnýtsluna.
Yvirlitið niðanfyri lýsir, hvussu stórur partur av tillutaðu døgunum í
fiskidagabólkunum hevur verið nýttur í tíðarskeiðinum 1997/98 til 2005/06.
Brúksprosent av fiskdøgum, 97/98 til 05/06
Í
meðal
97-98 98-99 99-00 00-01 01-02 02-03 03-04 04-05 05-06
Bólkur 2 87 86 94 88 82 74 76 77 81 83
Bólkur 3 95 88 85 94 98 100 89 101 87 93
Bólkur 4A 54 50 54 62 55 49 50 38 73 54
Bólkur 4B 88 86 90 100 98 115 120 108 83 99
Bólkur 5 73 60 61 109 92 97 81 66 66 78
Ad. 5. Rætturin hjá tí almenna at selja fiskirættindi:
Hetta uppskotið er beinleiðis tengt at uppskotinum um brúksskyldu. Tað fiskidagatal,
sum Løgtingið á hvørjum ári samtykkir, og tær kvotur, sum annars verða ásettar, er
tilfeingið hjá landinum, sum eigur at verða gagnnýtt.
Ætlanin við hesum uppskoti er, at um rættindi fella til landið orsakað av, at tey ikki
verða gagnnýtt, so skal landið eftir ásettum reglum hava møguleika at selja hesi
rættindi aftur í ávíst tíðarskeið.
Tað kann eisini vera ein fyrimunur í førum, har nýggj ella størri rættindi vera fingin til
vega við samráðingum, at landið hevur møguleika at selja rættindi. Hetta fer yvir tíð á
ein lagaligan hátt at gera, at ávísur partur av fiskirættindunum alla tíðina fer at vera í
umfari, og harvið verður lættari hjá vinnuni at tillaga raksturin, tí gjøgnumskygni í
sambandi við keyp og sølu av rættindum verður størri.
Rættindi, ið kunnu koma undir eina skipan við sølu frá tí almenna, eru rættindi, ið eru
fallin aftur til landið, orsakað av:
• Brúksskylduni
• Sølu (bæði tvingsilssøla og sjálvboðin søla), har nýggi eigarin av skipinum
ikki lýkur treytirnar í lógini
• Revsireglum
• At rættindi eru nýggj og tískil ikki fevnd av nøkrum av verandi fiskiloyvum
• Fiskirættindum, sum í dag ikki eru býtt út á einstøk skip (felagskvotur)
• Royndarfiskiveiðu
Ætlanin er, at rættindini frá tí almenna í hesum umfari verða seld fyri eitt ár í senn.
Ætlanin er, at rættindi verða altíð seld aftur í tí skipabólki, tey stava frá. Tað verður
gjørt fyri, at veiðitrýstið ikki óætlað skal fella øðrvísi enn ætlað, tá fiskidagarnir verða
ásettir í Løgtinginum.
Uppskotið byggir á, at Tilfeingisbúðin, sum verður stovnur undir Fiskimálaráðnum,
umsitur hetta virksemið. Nærri reglur vera gjørdar um stovnin, millum annað um,
hvussu rættindini verða boðin út.
Til nr. 6 (§ 13 a-c)
Stk. 1.
Við rættinum at reka vinnuligan fiskiskap fylgir ein skylda til at gagnnýta hesi
rættindi til gagns fyri samfelagið soleiðis, at dagar og kvotur verða nýtt fult út. Tað
eigur ikki at vera gjørligt at hava fiskirættindi frá føroyska samfelagnum, sum ikki
verða gagnnýtt. Føroysk rættindi eru eisini fingin til vega við samráðingum, har m.a.
vit loyva øðrum at fiska á føroyskum øki, og hava vit harvið goldið fyri hesi rættindi.
Tí er umráðandi, at tey verða gagnnýtt.
Stk. 2 og 3.
Greinin ásetir eina generella brúksskyldu. Um fiskirættindi verða gagnnýtt minni enn
90% yvir eitt ár, verða rættindini skerd fyri komandi fiskiár. Útgangsstøðið er, at 90%
av fiskirættindunum, ið fiskifar hevur fingið tillutað í fiskiárunum, skulu vera nýtt sæð
yvir eitt 1 ára tíðarskeið.
Niðanfyri er dømi við útrokning av brúksskylduni.
Stk. 4.
Fiskirættindini verða skerd í mun til 90% markið, soleiðis at skilja, at um nýtslan í
einum 1 ára tíðarskeiði er 75 %, verða fiskirættindini 2. árið skerd við 90%-75% =
15%. Við hesum verður tikið hædd fyri, at brúksskyldan ikki er fyri tey seinastu 10%.
Nýta vit hetta dømið til eitt fiskifar, sum í eitt eitt 1 – ára skeið hevur fingið tillutað
100 dagar, og hetta sama árið bara hevur nýtt 80 dagar, so hevur farið hetta árið bert
nýtt 80% av sínum rættindum, og skulu rættindini árið eftir tí skerjast við 10% (90%-
80%), sum er 100-10% = 90 dagar næsta árið eftir, at rættindini á 100 dagar vóru latin
viðkomandi.
Um 110 dagar verða tillutaðir 2. árið, er skerjingin 10 % av 110 døgum.
Gagnnýtslan verður gjørd upp fyri fiskiloyvini hvørt sær. Eru fleiri sløg nevnd í einum
fiskiloyvi, verða hesi gjørd upp samlað.
Fiskirættindi, sum fella aftur til landið eftir reglunum í hesi grein, kunnu lutast út av
nýggjum ella t.d. seljast á einum fiskirættindamarknaði, í eini Tilfeingisbúð, sum tað
almenna skipar fyri, fyri at tryggja, at rættindini verða gagnnýtt. Peningur við slíkari
sølu fer í hendan nýskipaða stovn undir Fiskimálaráðnum ella alternativt í
landskassan. Er eingin keypari, má tað vera, tí at eingin metir tað fíggjarliga ráðiligt at
nýta rættindini, og tá koma tey at liggja ónýtt tað ávísa tíðarskeiðið. Rættindini kunnu
tískil bert liggja ónýtt í Tilfeingisbúðini, ikki hjá einstaka fiskifarinum, tó undantikið
fyri tey seinastu 10%, sum brúksskylda ikki verður kravd av.
Stk. 5.
Um rættindi als ikki eru gagnnýtt, fella tey øll aftur til landið. Í hesum føri vera
reglurnar í stk. 4 ikki nýttar.
Ásetingin kann eisini nýtast, tá rættindini ikki eru ásett sum dagar ella kvota, men t.d.
sum loyvi. Verður tað als ikki gagnnýtt í einum 1 ára tíðarskeiði, fellur tað aftur til
landið.
Stk. 6.
Heilt serligar umstøður kunnu føra við sær, at fiskifar ikki kann gagnnýta síni
rættindi, t.d. um skip fær størri skaða, ið ger, at skipið má liggja í longri tíð. Í slíkum
førum kann landsstýrismaðurin geva undantak frá generellu brúksskylduni. Tað er tó
umráðandi, at talan er um umstøður, sum eigarin av fiskifarinum ikki sjálvur hevur
ræði á ella kundi lagt upp fyri við skynsamum rakstri.
§ 13 b
Landsstýrismaðurin fær í hesi grein heimild at skipa fyri einum fiskirættindamarknað,
at seta á stovn eina Tilfeingisbúð, sum kann standa fyri sølu ella avhending.
Grundleggjandi fyri ein slíkan marknað er, at tryggjað verður gjøgnumskygni, og at
rættindini verða gagnnýtt. Um bólkurin, ið fiskirættindini stava frá, ikki er áhugaður í
rættindunum, kann landsstýrismaðurin bjóða fiskirættindini til aðrar bólkar.
Reglurnar fyri Tilfeingisbúðina eiga at tryggja fult gjøgnumskygni yvir øll rættindi,
herundir prís, sum verða avhendað gjøgnum marknaðin. Somuleiðis eiga í kunngerð
at vera nærri ásetingar um størv, sølu- og keypstreytir og mannagongdir í hesum
sambandi.
Til § 13 c
Fiskirættindi kunnu fella til landið t.d. orsakað av brúksskylduni, ella um fiskifar
skiftir eigara, og hesin ikki lýkur treytirnar, sum lógin annars setir.
Fiskirættindi, ið ikki eru latin sum egnir fiskidagar, egin kvotupartur ella egin
hjáveiðipartur, kunnu av landsstýrismanninum verða avhendað. Tað er ikki eitt krav,
at hesi verða avhendað, men hevur landsstýrismaðurin her heimild til at avhenda slík
rættindi móti gjaldi. Landsstýrismaðurin kann eisini geva slík rættindi út. Heimildin er
serliga ætlað fyri felagskvotur, um hesar verða býttar sum eginkvotur til sama bólk
vísandi til søguligu rættindi teirra.
Hesi rættindi kann landsstýrismaðurin avhenda antin uttan gjald, ella mótvegis gjaldi
til annað fiskifar, ella lata tey fara um Tilfeingisbúðina.
Avhending, sum fer fram sbrt. hesi grein, er altíð fyri 1 ár, og ikki endalig avhending.
Tó vera rættindini boðin út á hvørjum ári.
Serligar viðmerkingar:
Føroysk fiskivinna stendur í eini bíðistøðu, tí at ásetingin um, at loyvini verða latin í
10 ár í senn, gongur endaliga út um ársskiftið 2017/2018. Ymiskar politiskar hugsanir
eru um, hvussu framtíðin hjá høvuðsvinnu okkara skal skipast, serliga eftir 2018.
Tjóðveldi hevur eitt ógvuliga greitt boð um hetta, og hevur fyri fleiri árum síðani lagt
fullfíggjað uppskot fyri tingið um, at øll veiðirættindi føroyska fólksins skulu seljast á
einum almennum fiskirættindamarknaði – í eini Tilfeingisbúð, sum vit hava valt at
rópa stovnin. Ætlanin er, at Tilfeingisbúðin skal handla øll veiðirættindi á Føroyaleiðunum
og hartil øll veiðirættindi, føroyingar annars hava samrátt seg fram til í
tvílandaavtalum, strandalandaavtalum og annars søgulig rættindi, sum vit eiga á fjarog
miðleiðum.
Seinasta summar varð ein roynd gjørd at fylgja lívfrøðiligu tilráðingini, tá ið
fiskidagatalið skuldi ásetast fyri verandi fiskiár. Hendan skilagóða ætlanin var í ov
stóran mun av ongum, m.a. tí at brúksskyldu elementið var alt ov veikt í skipanini.
Hartil tóktist tað, sum at fiskidagaskipanin als ikki er búgvin til at taka ímóti eini
lívfrøðiligari tilráðing, sum gerst neyðugt, um vit frameftir skulu eiga møguleikan at
staðfesta, eisini mótvegis umheiminum, at vit reka eina burðardygga fiskiveiðu. Høgt
var javnt niður yvir allan flotan, og skiljandi mátti tað tykjast svárt hjá teimum ídnastu
í vinnuni, sum altíð røkka sínum egna marki og væl tað, um tað ikki tilvildarliga
eydnast teimum at keypa dagar á privata marknaðinum. Hesin trupulleikin verður
loystur við hesum uppskotinum.
Tjóðveldisins politikkur er greiður á fiskivinnuøkinum, vit miða eftir at koma undir
land við eini burðardyggari veiðu skjótast gjørligt og at skipa alla veiðu ígjøgnum
eina Tilfeingisbúð. Nú hevur leingi verið ivi um, hvussu politisku veðurvánirnar fóru
at verða fram undir setanina av tingsetanini, sum nú kemur, og okkurt bendir á, at
hendan samgongan heldur í nakrar dagar afturat, tí hevur Tjóðveldi, sum
andstøðuflokkur, lagt uppskot fram á ting um áseting av fiskidøgum, ið væntandi
verður lagt fram ólavsøkudag. Uppskotið er skipað samsvarandi lívfrøðiligu
tilráðingini hjá føroyska havrannsóknarstovninum, og hartil fara vit at leggja stóra
kompleksið um Tilfeingisbúðina dagført framaftur í tingsetuni, sum nú byrjar. Tá ið
vit koma fram at politiska valdinum aftur, verður hesin politikkurin sjálvsagt
eyðsýndur í tí politikki, sum fer at verða rikin høvuðsvinnuni viðvíkjandi.
Ivaleyst fara álopini á uppskotið at snúgva seg um, at nú ætlar man at sníkja
tilfeingisrentu inn í skipanina við hesum uppskotinum. Óskipað tilfeingisrenta hevur
verið gerandiskostur í Føroyum í áravís, munurin er bara, at hon er vunnin í privatum
handlum ístaðin fyri at vera skipað í almennum handli, sum eigarin – Føroya fólk –
varðar av. Eitt úrslitið av óskipaðu gongdini er, at flotin nú er so undirkapitaliseraður
– ella yvirkapitaliseraður, sum tey flestu rópa tað, at ein stórur partur ikki hórar
undan, nú eitt lágsveiggj rakti stovnarnar og marknaðir okkara fyri fiskavørum
samstundis.

Á Løgtingi, 29. juli 2009

Tórbjørn Jacobsen Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad